- Vit hava givið eitt lyfti og tað eiga vit at halda.
Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum staðfestir, at samgongan ætlar at halda lyftið um at verða almennu lønirnar hækkaðar, skulu pensjónirnar eisini hækka.
Hon sigur, at á fíggjarkarminum fyri næsta ár eru 8,1 millión sett av til at hækka pensjónirnar fyri og tað skal síggjast aftur í fíggjarlógini, sum verður løgd nú í heyst.
Eitt prosent
Annars var tann skipanin galdandi, at pensjónirnar hækkaðu sjálvvirkandi eitt ávíst prosent hvørt ár fyri at byrgja upp fyri, at pensjónistar so líðandi vórðu verri og verri fyri av príshækkingum.
Men hendan sjálvvirkandi hækkingin er nú tikin av.
Hinvegin hevur samgongan eisini lovað, at hækkaðu almennu lønirnar í ár, skuldu pensjónirnar hækka tað sama.
Nú er árið meiri enn hálvrunnið og enn er onki hent og tískil hava vit spurt landsstýriskvinnuna, hvat ætlanin er.
Annika Olsen sigur, at miðal lønarhækkingin í teimum sáttmálum, sum eru gjørdir, liggur er upp ímóti eitt prosent í ár.
Fyri hvørt prosent, pensjónirnar hækka, kostar tað landskassanum umleið 4,5 milliónir.
- So tá ið 8,1millión er sett av til at hækka pensjónir næsta ár, er tað nóg mikið til at hækka pensjónirnar næstan tvey prosent.
Óvist
Tað varð eisini nevnt, at pensjónirnar skuldu hækka afturvirkandi til fyrsta januar í ár.
- Í øllum førum hava vit lagt munandi meiri av til at hækka pensjónir næsta ár, enn lønirnar hækka í miðal, so tað er rúm fyri at hækka við afturvirkandi kraft, um so skuldi verið.
Men Annika Olsen sigur, at hon veit ikki, hvussu verður við tí og hvussu tað verður at loysa tann trupulleikan tøkniliga, nú tað er liðið so langt út á árið.
- Tað sum er so ógvuliga óheppið, er, at tað hevur hevur drigið so langt út at gera sáttmálarnar og enn er ikki komið undir land, verri enn so.
Tí hevur verið ringt at fáa nakra heildarmynd yvir, hvussu stórar lønarhækkingarnar vera í miðal.
- Men vit hava lovað, at pensjónirnar skulu hækka í samsvari við lønarhækkingarnar. Eg haldi, at vit skulu halda tað, vit hava lovað og tað ætli eg eisini at gera í hesum málinum, sigur landstýriskvinnan.
32 krónur
Hækka pensjónirnar áleið eitt prosent, soleiðis sum landssstýrið ætlar, merkir tað, at ein pensjónistur fær 32 krónur meiri um mánaðin at liva fyri, ella áleið tað.
- Tað er bara viðbótin, sum hækkar, tí grundarupphæddin liggur føst.
- Talan er ikki um tær stóru upphæddirnar, men tað er meiri prinsippið í tí, at halda eitt lyfti, vit hava givið, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
- Hinvegin harmast hon um, at umleggingin til flatan skatt hevur elvt til, at tey noyðast at spara á pensjónsøkinum
- Tað er eitt ótrúliga keðiligt tekin, samgongan hevur givið Føroya fólki, sigur hon
- Tað er ómetaliga óheppið, samstundis sum onnur fáa skattalætta, so eg skilji væl, at pensjónistarnir eru ørkymlaðir.
- Hinvegin er hon sannførd um, at tað var alneyðugt við eini nýggjari skattaskipan, men spurningurin er, um hon ikki kundi verið øðrvísi samansett.
- Tað keðiliga er, at vit samstundis hava verið noydd at avmarka tey, sum hava minst frammanundan.
- Men tað skerst heldur ikki burtur, at við nýggju skattaskipanini og við tað, at gjaldið úr Samhaldsfasta er hækkað, hava pensjónistnar fingið meiri at liva fyri.
- Annika Olsen sigur, at ein stakur pensjónistur, sum onga aðra inntøku hevur enn pensjón, hevur fingið einar 200 krónur meiri um mánaðin at liva fyri og eini hjún hava fingið einar 400 krónur.
- So hóast sjálvvirkandi hækkingin er tikin av, hava pensjónistar fingið eitt sindur meiri útgoldið í ár, leggur hon afturat.
220 krónur afturat
- Vit vænta, at samgongan fer at halda lyftið til okkara um, at pensjónirnar skulu hækka tað sama, sum lønirnar eru hækkaðar.
Tað staðfestir Ingrið Henriksen, ráðgevari hjá Landsfelagi Pensjónistanna.
Hon sigur, at samgongan hevur skrivliga váttað, at landsstýrið er samt um, at verða lænirnar hækkaðar, verða lønirnar hækkaðar tað sama.
- Tað lyftið hava vit ikki gloymt og tað ætla vit at halda okkum til, sigur ráðgevarin.
Men nú líður tíðin og sostatt hevur landsfelagið hjá pensjónistunum biðið Almannamálaráðið um fund at tosað um málið.
Men pensjónistarnir eru ikki nøgdir við eini hækking upp á 32 krónur um mánaðin, sum Annika Olsen nevnir í eini aðrari grein her á síðuni.
- Ein lønarhækking upp á 32 krónur um mánaðin, er svartasta onki, leggur hon dent á.
- Vit hava lagt til merkis, at almenn starvsfólk hava fingið eina lønarhækking upp á 220 krónur um mánaðin og tað fara vit eisini at krevja, at pensjónirnar hækka, sigur Ingrið Henriksen.