Tíðindaskriv frá Meginfelag Sjúkrakassa Føroya

Nú hevur spurningurin um ognarrættin til føroysku sjúkrakassarnar fingið nógva umrøðu í fjølmiðlunum og landsstýrismaðurin var í útvarpinum sunnudagin, tann 15.11.09, har hann førdi fram ymisk viðurskifti, sum vit ikki halda skulu standa ósvaraði.

Lógin um føroyskar sjúkrakassar
Tað, sum landsstýrismaðurin roynir at snúgva sær undan er, at endurgeva tað sum stendur í § 2 í lógini, nevniliga at ein sjúkrakassi er eitt felag.
Vit hava ongantíð fingið frágreiðing frá landsstýrismanninum um, við hvørjari løgfrøðiligari grund- geving hann heldur, at landsstýrið kann leggjast á ognirnar hjá einum felag og vit halda tað hevði verið forvitnisligt, um fjølmiðlafólk høvdu kannað hesi viðurskifti nærri, og fingið eina frágreiðing frá landsstýrismanninum, um júst hendan spurningin, sum løgfrøðiliga er rættiliga avgerandi, tá støða skal takast til spurningin um ognarrættin til føroysku sjúkrakassarnar.
Løgfrøðiligu kanningarnar, sum gjørdar eru í málinum.
Tað er undrunarvert, at landsstýrismaðurin setir spurningartekin við løgfrøðiligu metingina, sum Sigmund Poulsen, adv. gjørdi í útvarpinum fríggjakvøldið og vit halda ikki tað er seriøst, at lands- stýrismaðurin vísti á, at Sigmund Poulsen arbeiðir á somu advokatskrivstovu sum umboðar Meginfelag Sjúkrakassi Føroya í málinum, uttan at landsstýrismaðurin greiddi frá, hvør advokatskrivstovan er, sum vegna Heilsumálaráðið hevur gjørt eina løgfrøðiliga kanning av málinum.
Tað er júst ein av fyrrverandi starvsfeløgunum hjá landsstýrismanninum, sum hevur gjørt hesa løgfrøðiligu kanning, men vit halda, at sjónarmiðini hjá hesum advokati væl og virðiliga eru afturvíst í sambandi við tær løgfrøðiligu kanningarnar, sum meginfelagið hevur latið gjørt.
Landsstýrismaðurin roynir við illgitingum at leggja fótonglar fyri ætlaðu skipanina við framhalds- sjúkrakassa í Føroyum.
Vit halda tað er rættiliga átaluvert, at landsstýrismaðurin, sum umboðar almennan myndugleika í hesum málinum, fer út alment og sigur, at tað bert vera tey vælbjargaðu, sum koma at vera limir í einum framhaldssjúkrakassa, sum ætlanin er at skipa.
Vit hava kannað, hvussu støðan er í grannalondum okkara og vit hava staðfest, at í Sygesikringen Danmark umboðar limaskarin allar samfelagsbólkar í Danmark og vit ivast ikki í, at soleiðis verður skipanin eisini í Føroyum, serliga tá vit kunnu staðfesta, at tá sparingar fara fram á fíggjarlógini her heima, so er tað ikki ókent, at sparingar eisini verða framdar t.d. á almanna- og heilsuøkinum.
Vit ivast tí ikki í, at tað er rættiliga sannlíkt, at almennar sparingar framyvir eisini fara at raka almennu heilsutrygdina, og tí verður uttan iva tørvur á einari skipan við privatari sjúkratrygd, soleiðis sum verandi sjúkrakassar nú arbeiða við.
Vit hava ilt við at skilja, at landsstýrismaðurin soleiðis fer alment út og setur fram illgitingar uttan at hann yvirhøvur tykist at hava kannað hendan spurning um, hvussu limaskarðin er í teimum framhaldssjúkrakassum, sum skipaðir eru í grannalondum okkara.
Landsstýrismaðurin hevur als einki grundarlag fyri sínum illgitingum.

Viðmerkingar til tað, sum landsstýrismaðurin er endurgivin fyri at siga í Sosialinum 11.11.09.
Tá landsstýrismaðurin sigur, at hann fer at strekkja seg langt fyri at fáa eina semju í lag við føroysku sjúkrakassarnar, so skilja vit ikki hví landsstýrismaðurin so av øllum alvi roynir at fáa sannført føroya fólk um, at tað er landskassin sum eigur sjúkrakassarnar, tí um hetta var støðan, so var jú einki at samráðast um.
Tá landsstýrismaðurin í blaðnum sigur, at tað eru limirnir í sjúkrakassanum sum eiga pengarnar, sum hoyra til føroysku sjúkrakassarnar, so er her andsøgn millum hesi úttalilsir og úttalilsini um, at tað er tað almenna, sum skal yvirtaka ognirnar hjá sjúkrakassunum.
Vit kunnu viðmerkja, at tað beinleiðis stendur í lógini, at ognirnar hjá sjúkrakassunum ongantíð kunnu býtast út millum limir felagsins, og tí er tað ikki rætt, at limirnir hava nakran ognarrætt til tað, sum sjúkrakassarnir eiga.
Tá landsstýrismaðurin í blaðnum vísir á, at allir limirnir í sjúkrakassanum verða fluttir yvir í tað almennu heilsutrygdina, og at peningurin tískil eigur at fylgja við, so er hetta beinleiðis misskilt, tí eingin persónur verður fluttur úr nøkrum sjúkrakassa yvir í almennu heilsutrygdina, tí allir limir í sjúkrakassanum hava fullan rætt til at varðveita sín limaskap í sjúkrakassanum, tá hesir eftir ætlan skulu halda áfram á privatrættarligum grundarlagi, sum er tað grundarlag sjúkrakassarnir alla tíð hava vika á.
Tá landsstýrismaðurin eisini rør framundir, at tað skal vera sera kostnaðarmikið at vera limur í einum framhaldssjúkrakassa, so er hetta eisini ein roynd at illtonkja eina privata sjúkratrygging, tí limagjaldið í t.d. Sygeforsikring Danmark er kr. 33,00 pr. mðr. fyri hvílandi limaskap, meðan bólkur 1, sum hevur rímiliga góðan dekning rindar kr. 234,67 pr. mðr. Tí er tað ein grundarleys illtongjan, tá landsstýrismaðurin uttan nakað sum helst grundarlag rør uppundir, at ein privatrættarlig skipan skal verða kostnaðarmikil, serliga tá landsstýrismaðurin sjálvur ætlar at áleggja hvørjum føroyingi at gjalda kr. 245,00 pr. mðr. til almennu sjúkratrygdina, so einki er, sum bendir á, at landsstýrismaðurin hevur rætt í metingum sínum um, at ein privatrættarlig skipan fer at verða ov kostnaðarmikil.