Heldur nýggjan barnagarð enn nýggja ruskstøð

FELAGS RUSKPLÁSS Vágs býráð tekur ikki undir við ætlanini at niðurleggja bingjuplássini í teimum einstøku bygdunum í Suðuroy og at gera eitt stórt, felags ruskpláss mitt í oynni ístaðin fyri

Tankin er góður, men svarið er nei!
Soleiðis kann niðurstøðan hjá Vágs Býráði sigast í stuttum, tá ið ætlanin um at gera eitt felags ruskpláss í Suðuroy var til viðgerðar mikukvøldið.
Hugskotið um eitt felags ruskpláss í Suðuroy varð sett fram fyrr í ár og síðani skuldu tey ymsu bý og bygdaráðini í Suðuroy viðgera spurningin og koma til eina niðurstøðu í heyst.
Men á býráðsfundi í Vági mikukvøldið varð samtykt ikki at taka undir við ætlanini.
Hóast semja varð um, at tankin var góður, nevndi Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd fleiri vansar, sum gjørdi at mælt varð frá at taka undir við tí og hesum tók meirilutin í býráðnum undir við.

Aftur í somu suppu
Tað, sum meirilutin í býráðnum stúrur fyri, er, at verður tað ov tórført at sleppa av við burturkast, fara fólk bara at tveita frá sær úti í náttúrini og so enda vit aftur í somu suppuni, sum vit vóru í áðrenn bingjuplássini komu, sum formaðurin í teknisku nevnd tók til.
Og verður ruskplássið flutt úr Vági, verður tænastan til borgaran verri og tað økir um vandan fyri, at fólk fara at blaka frá sær í nátúruni.
Hann vísti eisini á, at parturin, sum Vágs Kommuna skal betala fyri hesa ætlanina, táttar í eina millión. Og sum fíggjarstøðan hjá kommununi er, sær hann ongan møguleika fyri, at Vágs kommuna kann vera við í eini ætlan, sum hesari.
- Hava vit eina millión til taks og sleppi eg at velja, hvar hon skal brúkast til, vildi eg heldur brúkt hana til eina nýggja barnagarð enn til eina nýggja ruskstøð, segði Kirsten Strøm Bech, borgarstjóri.
Afturat útlegginum upp á eina slaka millión fyri sjálva byggingina, verður parturin hjá Vágs Kommunu av sjálvum rakstrinum góðar 120.000 krónur, og tað er áleið tað sama, sum kommunan brúkar í rakstri upp á ruskplássið, sum longu er í Vági.
Skal Vágs Býráð brúka eina slaka millión upp á ruskplássið, mælir hann heldur til at kommunan brúkar tað upp á at gera eitt framkomið ruskpláss í Vági.

Slepst ikki undan
Avgerðin hjá Vágs Býráði um ikki at taka undir við eini felags ruskstøð í
Suðuroy, var ikk einmælt.
Svenning Borg helt, at krøvini um at skilja burturkastið, fara bara at herðast og tí slepst ikki undan at kommunurnar taka tað á seg.
Hann stúrir ikki so illa fyri, at fólk fara bara at tveita frá sær, tí hann heldur, at tað er ein spurningur um tilvenjing.
Eileen Sandá mælti eisini til at taka undir við ætlanini. Hon helt, at fáa vit eina ruskstøð, sum er opin hvønn dag, er ein góð tænasta

Suðuroy í
fremstu røð

Endamálið við at gera eitt felags ruskpláss í Suðuroy, er at seta oynna í fremstu røð, tá ið tað kemur til at skilja, endurnýta og burturbeina rusk.
Tað er Tvøroyrar Býráð, sum er komið við uppskotinum um at niðurleggja lokalu bingjuplássini í teimum ymsu bygdunum.
Afturfyri skal so ein stór, felags ruskstøð byggjast í Trøllavík, miðskeiðis í oynni, har IRF annars longu nú hevur miðstøð í Suðuroy.
Tey, sum so hava rusk, sum tey plagdu koyra í bingjurnar í teimum ymsu bygdunum, skulu sostatt koyra til Trøllavíkar við burturkastinum.
- Fyrimunurin er, at ein stór, felags ruskstøð kann hava opið nógv longri enn bingjuplássini í teimum ymsu bygdunum hava í dag, eisini leygardag, og tað fer eisini at bera til at skilja burturkastið nógv nágreiniligari enn nú, segði stjórin í IRS, Poul Andrias Joensen, við Sosialin nakað síðani.
- Ein annar fyrimunur við eini felags ruskstøð er, at innsavningin verður rationellari og sostatt eisini bíligari upp á seg.
Vansin er so hinvegin, at hjá nógvum fer tað at vera longri at koyra við burturkastinum og tað kann føra við sær, at meiri verður tveitt í náttúruna.

Óvist við ruskinum í Suðuroy
Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF, staðfestir, at tað er eitt skot fyri bógvin í ætlanini at gera felags ruskpláss í Suðuroy, at næststørsta kommunan í oynn, nú hevur vent tummilin niðureftir.
Kortini vil hann ikki avskriva ætlanina.
Men hann ásannar, at nú má ætlanin broytast.
- Tann ætlanin, sum vit hava stungið út í kortið, kann í øllum førum ikki setast í verk, nú Vágs Kommuna sigur nei, skoytir hann upp í.
Hann sigur, at IRF fer nú at bíða eftir svarið frá øllum kommununum og so verður tað tikið víðari haðani frá.
- Tá taka vit aftur ein felags fund og kanska finst onkur onnur loysn, sigur hann
hann hevur annars varhugan av, at tey flestu taka undir við hugskotinum sum so.
Men hann heldur samstundis, at kanska er tað so víttgangandi, at tað er neyðugt, at tað fær tíð at búnast og at bý- og bygdaráðslimirnir fáa betri tíð at sodna tankan.