venda og snara lógum og reglum sum best ber til í yrki sínum sum borgarstjóri. Hetta kom enn eina ferð til sjóndar á almenna býráðsfundinum hóskvøldið. Tá komið var til mál nr. 5 á skránni, Yvirtøka av [...] framferðarháttinum hjá borgarstjóranum, sýtti hann rætt og slætt fyri hesum! Sostatt framdi hann bara hesa lítlu løtuna tvey álvarsom brot á kommunustýrislógina og stýrisskipanina hjá kommununi. Sambært grein [...] av einum máli, krevja at fáa serstøðu sína í stuttum viðmerkta í gerðabókina. Hvørki borgarstjóri ella kommunustýrið kunnu sýta honum hetta! Men tað rørir altso ikki Jan Christiansen og líkasælu samgo
leikarin, sum við ferð síni kundi skapt nakað. Hitt álopsplássið gjørdist so til ein spurningur um John Petersen, Rógva Jacobsen ella Andrew av Fløtum, og her varð John tikin framum hesaferð. So er spurningurin [...] tóktust hvørki Pól ella Óli at vera á toppinum, meðan Jón Rói enn ikki hevur støðið, sum hann hevði undan skaðasteðginum. So er spurningurin, hvørt tað fer at kosa broytingar hesaferð, ella um venjararnir [...] uppgávu, sum Frakland jú er. Seinasti spurningurin undan dystinum var málverjaplássið, har Jens Martin hesaferð varð tikin framum. Kanska hevur skaðasteðgurin, sum Jákup Mikkelsen hevði herfyri, spælt inn í so
landsdyst nakran tíð. Evnini at standa rætt og lesa spælið rætt tóktust vera púrasta horvin, og ferð eftir ferð varð hann yvirspældur í sínari síðu, har sveisarar til tíðir høvdu eina heila autostradu at koyra [...] leikaraummæli 1. Jens Martin Knudsen, NSÍ (63 dystir/0 mál) Varð tikin fram um Jákup Mikkelsen hesaferð, men tóktist als ikki so sannførandi, sum hann ofta hevur verið. Hevði óhpenar leiklutir í fleiri [...] Claus Bech Jørgensen á miðvøllinum. Fekk tó seinastu 35 minuttirnar á álopsplássinum, og hann nýtti hesa løtuna til at prógva, at hann væl kann gerast føroyska fremsta valið á plássinum. Sýndi vilja í spælinum
spældu upp til sítt allarbesta. Tað hevur verið prógvað ferð eftir ferð, at tað er ein av fortreytunum fyri góðum úrslitum, og tá tað - sum hesaferð - eru fleiri leikarar, sum tykjast vera undir sínum vanliga [...] eigur at fara fram. Ivaleyst eru eisini nógvir pennar, sum eftir dystin í Basel seta enn meira ferð á hesa skrivingina, men umtalaða ættarliðsskiftið er fyri langt síðani byrjað. Verður hugt at uppstillingini [...] vera um tvinnar trupulleikar, sum gjørdu, at okkara menn fingu ein so stóran bank hesaferð. Um spælararnir vilja tað ella ikki, so hevur føroyska liðið kanska størstu avbjóðingina nakrantíð nú mikudagin
í Danmark ein ætlar at lenda. Er talan um ferð úr Vágum tl Kastrup, eru eykagjøldini, sum ikki standa við stórum á lýsingini hjá Atlantsflogi, kr. 597,- ella 40,067 prosent av tí talinum, sum sligið er [...] vita, at tað kundi eingin gera nakað við. Tí kendu vit okkum noydd at gera eina lýsingarherferð, sum hesa. Men okkum dámar ikki mátan, sigur sølustjórin hjá Atlantsflogi. Atlantsflog lýsir við stórum uppsløgum [...] stórt upp. Verður farið til Billund, er munurin upp aftur meira. Tá er eykakostnaðurin 623,- krónur, ella 41,812 prosent av teimum 1.490,- sum standa við stórum í lýsingini. Munurin stendst av ymiskum fl
Eingin ivi tykist vera um, at Óli Johannesen, liðformaðurin og metmaðurin á landsliðnum, aftur hesa ferð fer at ganga fremstur inn á vøllin og harvið fer at hava Patrick Vieira undir liðini á sær. Meiri [...] møguleikan millum stólparnar. - Eg var fegin, tá eg fekk at vita, at eg skuldi verja málið í Sveis. Hvørja ferð eg ikki fái møguleikan, kennist tað sum vónbrot, tí eg vil fegin spæla. Jákup Mikkelsen hevur tað [...] Frammanundan høvdu vit onga ábending fingið um, hvussu tað fór at verða. Soleiðis verður tað eisini hesaferð, sigur Jens Martin Knudsen, sum hevur spælt næst flestar ferðir á landsliðnum. Ert tú nøgdur við
forðing hjá liðnum. Álopið taldi til hesa kappingina fleiri ungar, evnaríkar leikarar, og til EM-kappingina tvey ár seinni, stóðu hesir í fullum blóma. Henry gav ferð eftir ferð prógv um ørkymlandi skjótleika [...] heimavølli Sjálvir høvdu helst hvørki Guérin ella Rimét helst ikki roknað við, at tað skuldu ganga 94 ár frá stovnanini av FIFA, til Frakland fyri fyrstu ferð vann heitið sum heimsmeistari, og sjálvir vilja [...] Trezeguet stóðu fyri avgerandi málunum í finaludystinum móti Italia, og á veinginum gandaði Pires ferð eftir ferð framvið verjuleikarunum, meðan Zidane í frið og náðum stýrdi hvørjum einasta dysti á miðvøllinum
10. John Petersen, B36 (55/6) Veteranurin mátti fyri fyrstu ferð í langa tíð á beinkinum, men fekk tó seinastu 25 minuttirnar á vøllinum. Hesa løtuna var hann eisini við til at halda góða føroyska trýstið [...] sessin sum fyrsti-málverji, men í mun til mótstøðuna, hevði hann merkisvert lítið at gera. Bert eina ferð var veruligur tørvur á eini kanón-bjarging, men ta ferðina vóru fraklendingar fyrstir at fylga upp [...] vildu hava hann við í spælið, tá trýstið ofta bleiv lagt soleiðis, at okkara heldur máttu spæla mitt á ella til høgru. Tað ljóðar at fleiri føroysk feløg bjóða honum nógv fyri sáttmála til komandi ár, men
steypafinaluna. Teir hava tapt hvørja ferð, og nú eru teir niðanfyri miðstrikuna, og tað eru fleiri í Runavík, sum siga, at teirra lið tykist vera farið meiri ella minni í vetrardvala. Hetta kennist eitt [...] eitt sindur snópisligt, tí ætlanin ella rættari dreymurin hjá fleiri var, at liðið enn eina ferð skuldi røkka europeiskari luttøku. Í Gøtu vilja teir ikki hoyra talan um, at tað verður lætt hjá teirra monnum [...] um, at teir finna eitt eyka gir ímóti okkum. Soleiðis rokna vit eisini við, at tað fer at verða hesa ferð, siga teir í Gøtu. Eftir at tað leingi ikki gekk nakað serligt hjá GÍ, eru teir nú komnir soleiðis
Miðeystri ella í Asia, men at raka Vesturheimin og at fría tann muslimska heimin fyri tí, teir kalla skaðiliga ávirkan. Spurdur, um tað er bláoygt at halda, at menningarhjálp kann útrudda ella fyribyrgja [...] 11. september Politikararnir í Vesturheiminum royna ella vilja so fegnir billa sær inn, at áhaldandi menningarhjálp skal fyribyrgja yvirgangi í tí arabiska partinum av heiminum, men hetta er ikki so. Tað [...] at hjálpa eitt nú al-Qaeda og Osama bin Laden, sigur Matts Berdal, og hann er ikki einsamallur um hesa uppfatanina. ? Teir hava góða útbúgving, og tað er ikki ein átrúnaðarskúli, teir hava gingið í. Teir