annað at hon var ógvuliga glað fyri landsstevnuna og fyri norsku vitjanina. Eisini segði hon, at hon vónaði at tað skjótt fór at gerast møguligt hjá føroyskum menningartarnaðum at spæla horn. ? Tað var sera [...] Hesin møguleiki er ikki til staðar í Føroyum í løtuni, men í hinum norðanlondunum eru tey farin at hugsa tann vegin. Tað ljóðar kanska sum tað kostar eina rúgvu av pengum, men tað er ikki so vist hóast [...] sigur hon. Anna Elisabeth Strøm heldur, at tað er ein spurningur um vilja heldur enn pengar. ? Ein tílíkur »modernaður« formur fyri sambýli ger tað møguligt at spara pengar tí nógv menningartarnað búgva
Tað er í Fuglafirði tað hendir í løtuni. Men tað er neyvan nakað, sum fuglfirðingar eru glaðir og stoltir av. Teir reypa í hvussu er ikki av tí. Innbrot, stuldur, bardagar og harðskapur er ikki nakað sum [...] umfari tí at eigarin gjørdi skjótt av og fekk peningastovnin at sperra kortið. Tað merkir, at kortið tí ikki kann brúkast. Sjálvt um tað kann tykjast løgið, so hevur eigaramaðurin avgjørt ikki at melda tilburðin [...] seinasta túrinum. Manningin arbeiddi, sum vera mann og tað var seint áðrenn menn fóru til hús. Um hálvgun eitt tíðina sunnunáttina fór ein av manningini niður í kamar sítt at skifta áðrenn hann fór til hús og
snildi løgmans at forða sosialistunum at fáa meira politiska makt, her hava teir snávað. Tað blivu Tórshavn og Klaksvík, sum nú skulu berjast um, hvør fær mest í sín part. Um tað var so, at fólkaflokkurin [...] Klaksvík. Í einum politiskum orðaskifti er greitt, at vit hava ymiskar hugsanir um politisku mótstøðumenn okkara. Eg havi ført mína hugsan fram, mest grundað á tað framhaldandi slagorð fólkafloksins »Niður [...] sosialistunum, so vildi tað fáa avleiðingar fyri fólkaflokkin. Teir skiltu ikki ávarðingarnar frá Páll Vang, og avleiðingarnar hava teir nú: at hava loynifund við umboð floksins í Vági, uttan at boða toppolitikkarinum
Av tí at kapitalmarknaðurin er so avmarkaður kann tað vera trupult at sameina hesi ymisku atlit, men arbeiðsbólkurin heldur, at tað ber til við at bjóða partabrøvini út í stigum, samstundis sum at ásettar [...] Banki tykist tí at hava fortreytir fyri at kunna gerast eitt »fólka-partafelag«. Bankin er eitt sera kensluligt barometur fyri búskapargongdin í Føroyum. Tað er tí nærliggjandi at halda, at partaeigararnir [...] medvirka til at skapt tað medvitið um váðafúsar, handilsligar íløgur, sum ein má halda er ein treyt fyri, at ein í Føroyum kann stovnseta ein veruligan kapitalmarknað, sum fer at kunna vera við til at geva eina
hugsan, fyri aftaná at sleppa at biða um fyrigeving. Tað er løgið at danir eru ótolnir, men eg skilji ikki løgmann, at hann nú drálar: Undan valinum var Fólkaflokkurin altráður eftir at fara undir samr [...] ikki burtur, at tað frameftir fara at leggja í undirvitskuna, at neyðugt verður at tryggja okkum betur enn higartil í samskiftinummillum Danmark og Føroyar. Jóannes Eidesgaard heldur, at tað var í s o frammligt [...] áðharra, at danska stjórnin vil gera endurgjaldið fyri bankamálið so lágt sum møguligt, fyri at skáka sær undan at hava skyldina av at hava lumpað føroyingar. Tað heldur Jóannes Eidesgaard er ein av orsøkunum
Edmund Joensen, at tað ivaleyst einki meir er í hesum, enn at danska stjórnin skundar undir Landsstýrið. Stjórnin veit, at málið er klárt í Landsstýrinum, og tí er heldur einki løgið í tí, at teir vilja avgreiða [...] ikki at drála. Eisini av tí at embætismannaverkið er ført fyri at takla málið. Umframt tað hevur serfrøðingarbólkurin í bankamálinum verið við til at gera uppleggið um bankamálið. Tí kann eg siga, at sa [...] yvirtøkur. Tí eri eg bangin fyri, at tað er orsøkin til at blokstuðulin verður tikin undir einum í samráðingunum komandi. Tað hoyrir ikki heima har, sigur Edmund Joensen. Landsstýrið ikki drála Um vitjanina
byrjanina. Tað eru 13 dystir eftir at rætta upp uppá tað, men hinvegin taptu KÍ-kvinnurnar í fjør bert ein dyst í allari landskappingini, so tað kann vísa seg at gerast trupult hjá teimum at fáa eitt eins [...] stigatal. At leirvíkskvinnur bert hava spælt ein dyst, stendst av at besta deildin hjá kvinnunum skal minkast niður í seks lið. Í ár eru sjey lið við í deildini, og tað merkir, at hvørt vikuskifti er eitt lið [...] ina hetta vikuskiftið, eftir at tær høvdu frí í fyrsta umfari. Men tað var ikki nøkur serliga góð byrjan hjá føroyameistarunum, tí á heimavølli taptu tær 0-1 móti B36. Tað gekk rímiliga javnt fram til
tá bert fá sekund vóru eftir av dystinum eydnaðist tað Búgva at kasta Tanayama við yndiskasti sínum, Ura Nage, og knappliga var støðan vend, við tað at Búgvi fekk ippon fyri kasti og harvið hevði hann vunnið [...] dystin. Rantala Eftir at hava vunnið hendan dystin kom Búgvi so víðari móti Vesa Rantala úr Finlandi. Rantala er sera sterkur og tekniskt væl fyri, og Búgvi segði eftir dystin, at hann kendi seg eitt sindur [...] seinni fekk finnin eisini lyft Búgva heilt uppfrá, og tá ivaðist ongin í, at nú var dysturin avgjørdur. Men tað eydnaðist Búgva at venda sær í luftini, so hann kom niður á búkin, og finnin fekk onga skoru
royndar í verki fyri fyrstu ferð. Um tað riggar væl við nýggju reglunum, er lítið at ivast í, at tær verða settar í gildi á heimsstøði, og fyri Føroyar merkir tað, at tær verða tiknar í nýtslu frá byrjanini [...] til at vera ein baklinjuspælari og hevur ikki loyvi til at fremja eitt álopsslag, tá bólturin er omanfyri hæddina á netinum. B) Liberospælarin hevur ikki loyvi til at serva, blokka ella royna at blokka [...] ? og tað er av sonnum ein kollveltandi broyting ? er, at liðini nú, um tey vilja, kunnu stilla upp við einum sonevndum »libero« millum teir seks, sum byrja á vøllinum. Í staðin fyri sjálvir at greiða
? Sum er koma eini 3000 tons av feskum fiski uppá land í Sørvági, og eg vóni, at Landingarmiðstøðin kemur at avgreiða sín stóra part av tí fiski, sum kemur uppá land her. ? Málið hjá okkum er at fáa so [...] vit ikki gloyma, at atløgubryggjan er ein av teim bestu í landinum, hvar menn kunna leggja sín bát ekkaleysir. ? Og tá vit nú bjóða okkum fram er tað tí vit fara at leggja okkum eftir at hagreiða fiskin [...] Upprunaliga var ætlanin hjá Vinjardi Joensen bara at taka móti fiski og senda hann víðari til Fiskamarknaðin á Toftum, men nú er hetta broytt til, at Landingarmiðstøðin í samstarvi við Fiskamarknaðin,