forsyrgjara? Hon gavst ikki á hendur, men leigaði húsini í Tvørgøtu út og flutti niðan til verforeldrini í Hoyvík. Har vóru nógv í húsi. Hjartarúmið var stórt, og Birgir og systkini fingu bygdarlívið at [...] ikki, og helt fram við at fáast við modelflogfør. Tá fjarstýring kom, lá betri fyri, og fleiri komu uppí, og tí hava vit nú ein flogvøll fyri modelflogfør á Velbastaðhálsi, har hann hevur verið lív og sál [...] Sandavági. Foreldrini fluttu brátt til Havnar og keyptu hús í Tvørgøtu, í sjálvum Rabarbukvarterinum. Johan fór út at sigla, og 9. apríl 1940 var hann staddur í Skagerak og skipið endaði í Keypmannahavn har tað
Rømer, sum er hoyribrekað, og tað førdi til, at Felagið bjóðaði Lotte til Føroya at halda fyrilestur og hava konsert. Hon gisti hjá Regini og Birte og tey koyrdu hana alla staðir og vístu henni blíðskap. Tiltakið [...] í motorlarmi og tí gavst hann lutfalsliga tíðliga á arbeiðsmarknaðinum og hann og konan Birte fluttu tá heim til Føroya at búgva, fyrst eina stutta tíð í Hoyvík, síðan nøkur ár í Leynum og at enda, tá íbúðirnar [...] væl. Í 1998 varð hildið Heilaár, og tá hevði MBF funnið uppá at leigað gomlu Ternuna og skipa eina framsýning umborð. Regin og Birte ferðaðust um landið við skipinum og høvdu umsjón við framsýningini. Tey
søta og koyrdi tú onkuntíð súltutoy í teið og sukurmolar í røstu súpanina. Tú vildi altíð hjálpa, og tá vit egndu, var tað mangan, tú tókst yvir og gjørdi stamparnar lidnar. Tú vart musikalskur og spældi [...] mangar góðar løtur heima hjá tær og ommu uppi á Brekku. Vit vóru altíð væl móttikin, og fyrsta tú segði var altíð: "komið og fáið tykkum at eta". Omma var beinanvegin klár og fór upp at stákast. Tú visti nógv [...] høvdið í loftið, og hárið hekk eftir. Hesum trúðu vit sjálvandi og hava mangan flent at síðan. Tey árini, tú sigldi, minnast vit gleðina, tá tú komst heim, og altíð hevði tú tinganest og karamellur við.
helt verða verdar at hyggja at. Nakrir standa uppi enn, og plagdi eg at vísa ferðafólki á teir, og gera vart við, at markið millum abstrakta list og gerandisdagin ikki er so stór, sum tað mangan verður gjørt [...] við,« segði hann einaferð og legði afturat:»Fólk halda enn, at ein arbeiðari er ein maður, sum gongur við einari trillibøru, hakkara og spaka.« Villhjálmur var morgunmaður, og tú skuldi verað týðliga á [...] liggja eins gott og var bíligar at gera. »Soleiðis er, teir eru góðir til sítt, men kunnu ikki vita alt, tá skuldu vit, sum eru praktiskir og nærri staðnum siga okkara hugsan. Er skil í, og teir eru skilagóðir
Sofus og Hans Áki eru millum frægastu hondbóltsleikarar, Kári gjørdist sjómaður burturav og er í løtuni við vaktarskipið. Rosa Bergitta er útbúgvin pedagogur, og hon býr saman við manninum, Jan og synunum [...] Áarvegnum og har um leiðir. Hann mintist m. a., tá teir løgdu lok á fyrsta partin av Havnará - sum jú rann beint fram við húsunum, har hann vaks upp. Terje var skipari, og fór sum ungur til skips, og var mong [...] eiga fýra børn, Rosu-Bergittu, Kára, Sophus og Hans Áka. Fyrstu árini búðu Sunnvá og Terje í Keypmannahavn, men tey fluttu heim fyri 30 árum síðani og bygdu á trøðni hjá Edvardi uppi í Tórfinsgøtu. Nakað
hugurin hjá mongum óvita at spæla upp á og syngja. Kurt og Karin fingu tríggjar døtur, sum hava búð síni fyrstu ár í Skopun. Tær eita Berit, Janne og Vivi. Kurt var málari og gjørdi arbeiði fyri fólk. Onkuntíð [...] til Harran, tók og hongdi gittaran um herarnar og byrjaði at syngja við síni so sjálvsomu vøkru rødd. Kristensa var eitt fólk, sum øll vóru góð við, tí hon var lítillátin og vinarliga og hevði ein vakran [...] Men tá sá hann henda unga skiparan liggjandi á knæ og bað til Jesus og legði redningsarbeiði í Harrans hendur. Síðan kom hann upp aftur á dekkið og byrjaði redningsarbeiði. Jógvan segði til Harrans æru
Gunnvør, dóttur til Ingeborg og Sverra Djurhuus. Tey settu búgv í Tórshavn og fingu børnini Høgna, Maiken og Sverra. Abbabørnini eru 7. Erik var sjómaður og sigldi sum stýrimaður, og seinastu nógvu árini sum [...] teirra millum, og 28. oktober 1947 giftust tey í Havnini, og vikuna aftaná fluttu tey til Vágs og stovnaðu samkomuna har 9. november. Tíverri gjørdist Olaf sjúkur av tuberklum eftir nøkur ár, og hann var lagdur [...] Poula Oluffa. Tey giftust í oktober mánað 1951 og settu búgv á Tvøroyri. Sjómanslívið var lív hansara, og var hann við fiskiskipi bæði við Føroyar, í Íslandi og í Grønlandi. Í 1965 fór hann í danska handilsflotan
løtur, og tað geri eg eisini nú eg siti og skrivi hesi orð við vátum eygum og einum góðum og kensluríkum minni, um ein góðan vin, sum er farin í Harrans hendur, Gud vælsigni minni yvir Andreas og Gud vælsigni [...] upplivdu náttúruna saman, og fóru til hvíldar saman. Har var ein slíkur vinskapur og friður okkara millum, og sum dagarnir fóru,upplivdi eg hetta sum man av og á í lívinum upplivir, meira og meira at læra at kenna [...] Luddi bróður, Haldin, Karl og lítli Hanus arbeiddu á Dúvugørðum í Saksun, teir dagar, eru líka til í dag av og á komnir fram fyri meg, og hava altíð vakt góðar kenslur og góð minnir. Har livdu vit so
gubbi var tykkum ein góður maður og pápi. Rósa og Jonn, gumma hugsar um tykkum eisini. Veit hvussu góður abbi var við tykkum og tit við hann. Barngóður og eygagóður var hann. Og tú Pól, tú hevur mist ein góðan [...] Minnist at tú onkuntíð tók harmonikuna fram og spældi fyri okkum og var tað so hugnaligt. Havi eisini rík minnir tá eg var við tykkum og ferðaðist á Strondum og hvussu stuttligt tað var, tá vit vóru onkran [...] goyma í okkara hjørtum og eru sera takksom fyri. At tú átti Harran í tínum hjarta, speglaðist í tínari góðsku og kærleika til tína familju og vinfólk. Anna gumma, Finn, Regin og tú mín lívsvinkona Mathilda
Hon var púra rólig og segði alla tíðina, at her skuldu ikki roknast við nøkrum. Katrina var annars sera andalig og hevur hvílt í trúnni. Hon var ógvuliga tollynt og gekk á møti og kirkju uttan mun til [...] brotunum stíga. Og inn yvir mannabústaðir stendur í brotum eitt havborið kvæði – andlit læsast í ótta, og hendur faldast í síðsvørtum klæði. Oyruni nema ein farra av sálmum – bátar og segl fóru undir – [...] tann stóra missin, vit mistu við honum. Hann sum var uggari okkara og vónin, men minnini hava vit eftir hann, og Gud skal hava takk og lov fyri, at hann unti okkum at eiga ein so vælsignaðan son. Vit eru