Minningarorð - Terje Dal-Christiansen farin

Fyrranáttina andaðist Terje Dal-Christiansen í Havn 73 ára gamal. Terje varð føddur í Havn hin 8. desember í 1926 og var sonur Sofus og Rosu Dal-Christiansen.

 

Hann vaks upp á Áarvegnum í Havn, har Hotel Hafnia er í dag.

Terje tosaði ofta um umhvørvið á Áarvegnum og har um leiðir. Hann mintist m. a., tá teir løgdu lok á fyrsta partin av Havnará - sum jú rann beint fram við húsunum, har hann vaks upp.

Terje var skipari, og fór sum ungur til skips, og var mong ár fiskimaður. Hann sigldi í mong ár við donskum farmaskipi í Miðjarahavinum og upp á Amerika. Eisini hevur hann siglt við ferðamannaskipi upp á Finnland.

Terje giftist í 1961 við Sunnvá, dóttir Edvard í Rættará og Biritu Lindenskov í Havn. Tey eiga fýra børn, Rosu-Bergittu, Kára, Sophus og Hans Áka.

Fyrstu árini búðu Sunnvá og Terje í Keypmannahavn, men tey fluttu heim fyri 30 árum síðani og bygdu á trøðni hjá Edvardi uppi í Tórfinsgøtu.

Nakað eftir at tey fluttu heim, legðist Terje uppi og fór at arbeiða í umsitingini á Baccalao í Havn, seinni Fiskavirking.

Tá hann fór frá fyri aldur, settist hann ikki hendur í favn, men fekk sær fenað saman við vinmanninum, Eigil Hansen, skipara, bæði seyð, gæs, dunnur og eplaveltu.

Terje var ein vinsælur og virkin maður. Hann hevði stóran áhuga fyri tí, ið rørdist í Havnini, og var ofta at síggja, tá HB leikti í Gundadali ella tá Kyndil spældi í høllini. Synirnir Sofus og Hans Áki eru millum frægastu hondbóltsleikarar, Kári gjørdist sjómaður burturav og er í løtuni við vaktarskipið. Rosa Bergitta er útbúgvin pedagogur, og hon býr saman við manninum, Jan og synunum í húsunum hjá abbanum í Tvørgøtu.

Trúgvur kirkjugangari, sum hann var, so var Terje at síggja í Vesturkirkjuni fyri trimum vikum síðani, hóast hann longu tá hevði fingið tungu boðini.

el