Tá eg hoyrdi, at mín góði vinur, Andreas Bent Arge Petersen var farin, bert 38 ára gamal, birtist ein kensla av góðum minnum í mær, serliga teir dagar har vit, Andreas, Luddi bróður, Haldin, Karl og lítli Hanus arbeiddu á Dúvugørðum í Saksun, teir dagar, eru líka til í dag av og á komnir fram fyri meg, og hava altíð vakt góðar kenslur og góð minnir. Har livdu vit so nær hvør øðrum, arbeiddu saman, gjørdu mat saman, ótu saman, skemtaðu saman, upplivdu náttúruna saman, og fóru til hvíldar saman. Har var ein slíkur vinskapur og friður okkara millum, og sum dagarnir fóru,upplivdi eg hetta sum man av og á í lívinum upplivir, meira og meira at læra at kenna tær góðu og vakru síður í einum menniskja. Hetta upplivilsi hevði eg saman við Andreas og hinum, har lærdi eg veruliga tær góðu og vakru síðurnar hjá Andreasi at kenna, og havi eg mangan við takksemi minst hesar løtur, og tað geri eg eisini nú eg siti og skrivi hesi orð við vátum eygum og einum góðum og kensluríkum minni, um ein góðan vin, sum er farin í Harrans hendur, Gud vælsigni minni yvir Andreas og Gud vælsigni teg góða Lena og Annly.
Snorri