markinum millum Ukraina og Russland. Umleið 30 bygninginar fingu skaða í álopinum. Umframt eitt hotel gekk tað millum annað út yvir eina kaffistovu og fleiri apotek. Umframt smábarni vórðu tríggir persónar [...] endurvann tamarhaldið við einum stórum parti av økiinum undir einum mótálopi móti russisku deildunum á heysti í 2022. Kríggið í Ukraina hevur skjótt verið í tvey ár. Russland gjørdi innrás í grannaland sítt
og tvey børn. Tá tey varnaðust roykin, fóru kona og børn á dyr. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at stutt eftir, at sløkkiliðið var komið á staðið nakrar minuttir eftir fráboðanina, var eldurin sløktur [...] eldurin sløktur. So, hetta gekk rættiliga skjótt fyri seg, legði vaktleiðarin aftrat. Fyrr í gjár fekk løgreglan eisini eina fráboðan um, at eldur var í einum lítlum lastbili á Viðareiði. Fráboðanin kom [...] kom klokkan 15.26. - Sløkkiliðið fór á staðið, men bilurin kolaðist upp. Hetta var ein gamal bilur, ein sonevndur Pick-Up, og her var eingin fólkaskaði. Hildið verður, at skammlop hevði verið í el-skipanini
Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á útivølli móti Alingsås á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini. Alingsås vann dystin rættiliga greitt 36-30. Tað gekk stak illa [...] illa í hond hjá Hallby í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Alingsås á odda 20-13. Hallby er nummar 12 og triðaftast í deildini við 12 stigum. Seks stig eru niður til aftasta liðið, Aranäs. Liðið sum endar [...] var væl frægari, og hann var vunnin við einum máli. Hóskvøldið 21. februar tekur Hallby móti Lugi á heimavølli.
(15-14) á Serbia, og tað kann gerast veruliga torført í returdystinum í Beograd. Grikkaland vann á heimavølli 31-27 (13-12) á Niðurlondum, og Rumenia vann á heimavølli tepran 31-30 (15-11) sigur á Kekkia [...] Føroyar 34-27 (18-14) á Norðurmakedonia. Okkara grannar, Ísland koma steinsikkurt til HM-endaspælið, tí teir vunnu í kvøld heili 50-25 á Estlandi á heimavølli. Í steðginum vóru íslendingar á odda 26-12. Ómar [...] Ingi Magnússon gekk undan við at skjóta 13 mál fyri Ísland. Björgvin Páll Gústavsson stórspældi í íslendska málinum. Hann bjargaði 43,75 prosent av málroyndunum hjá Estlandi. Spania vann á heimavølli 32-28
tíðir haldi eg, at tað sá út til, at bert eitt lið var á vøllinum, segði Jón Nielsen, tá vit fingu orðið á hann eftir dystin. Men tykkara spæl gekk nú eisini rættiliga væl, hóast Áland er nógv viknað? - [...] vit sláa alt ígjøgnum, sum vit skulu gera. - Í morgin (týsdagin, blðm.) eru so fjórðingsfinalurnar á skránni. Eg veit ikki heilt, hvørjum vit møta har, men eg meini, at tað verður Cayman Islands ella Rhodos
vóru tað eisini blómur til tey kongaligu. Í kirkjuni og á prestagarðinum Mary og Fríðrikur heilsaðu upp á bygdaráðið og teirra makar, og síðani gekk leiðin yvir í kirkjuna, har prestur greiddi teimum frá [...] Viðareiði: Børn og vaksin bíðaðu spent í túninum uttan fyri gamla skúlan á Viðareiði fyrrapartin mikudagin. Unga parið á kongaligu vitjanini í Føryum skuldi koma til bygdina, og tá ið bilafylgið við teimum [...] eitt lætt ábit í gomlu roykstovuni. Inni í roykstovuni greiddi Elsa Funding frá um, hvussu tey búðu á prestagarðinum í gomlum døgum, og Fríðrikur vildi eisini vita, um bygdafólk plagdu at savnast í roykstovuni
tóktist teir á heimaliðnum betri upplagdir til dystin leygardagin, men teir máttu bíða til dygst undan steðginum, áðrenn teir fingu nakað burtur úr greiðu yvirvágini. Í seinna hálvleiki gekk tó skjótari [...] Triðja dystin upp í slag fekk TB fult, og hevur aldorsforsetin nú lagt seg einsamallan á odda í næstbestu mansdeildini. Hesaferð var tað KÍ, sum vitjaði, og tað skerst ikki burtur, at tað kann kennast [...] skjótari at koma á rætta lagið. Dan Mortensen skoraði mest sum alt fyri eitt, og tá Kaj Roest stutt eftir økti til 3-0, var leyst og liðugt hjá heimaliðnum. Partarnir báðir fingu tó eitt mál afturat í part, men
1970-71. Meðan hann gekk á Danmarks Lærer Højskole frá 1971-73, var hann lærari á Ingrid Jespersen Skole í Keypmannahavn frá 1972-73. Síðan 1973 hevur Carl verið lærari á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har hann [...] búðu í Hoyvík. Hann tók studentspróv á VBV við Skansavegin í 1962, árið fyri at skúlin flutti niðan í Hoydalar, og læraraprógv á Ranum Seminarium í 1969. Hann var lærari á Sorø Borger-realskole frá 1969-70 [...] spæla bridge, og hann er limur í dansifelagnum "Tøkum Lætt". Eisini hevur hann bát, so hann kann fara á flot tá hann hevur hug til tess. Carl er giftur við Arnleyg, f. Eikholm, úr Hvalvík, tey búgva í Hoyvík
roknast kann við einum avgjaldspolitikki á hesum øki, sum samsvarar við samgonguskjalið. Henrik Old úr Javnaðarflokkinum hevur eitt uppskot um at lækka avgjaldið á bensini liggjandi í fíggjarnevndini. Hetta [...] Í samgonguskjalinum er avtalað, at brennievni, sum hava minst skaðilig árin á umhvørvið, fáa framíhjárætt við lægri avgjaldi. Tí spyr Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum í skrivligum fyrispurningi Eyðun [...] Eyðun Elltør, landsstýrismann í umhvørvismálum, nær hann fer at koma við uppskoti um at javna avgjaldið á brennievni við atliti til skaðiligu árinini, hesi hava. Hergeir Nielsen vil eisini hava at vita, um
Tróndur Mikkelsen, Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Ryger Stavanger vunnu á útivølli greiðan 34-27 sigur á Melhus. Ryger var á odda 17-14 í steðginum. Tróndur skoraði seks mál og legði upp til seks mál [...] liðfelagarnir í Follo iðra seg nú teir eru á veg aftur úr Bergen aftaná dyst í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. Follo leikti javnleik 29-29 móti Bergen á útivølli. Í steðginum var støðan javnleikur [...] Í allarseinastu sekundunum javnaði Jon Obrestad Salte fyri Bergen til endaliga úrslitið 29-29. Tað gekk annars væl hjá Teis í dag. Teis gjørdist toppskjútti hjá Follo við átta málum, og hann vann eisini