Carl er føddur 16. juni 1943 í Hoyvík, sonur Onnu Sofíu, f. Joensen úr Vestmanna og Arna Mikkelsen av Velbastað, ið búðu í Hoyvík. Hann tók studentspróv á VBV við Skansavegin í 1962, árið fyri at skúlin flutti niðan í Hoydalar, og læraraprógv á Ranum Seminarium í 1969. Hann var lærari á Sorø Borger-realskole frá 1969-70 og í Tórshavnar Kommunuskúla skúlaárið 1970-71. Meðan hann gekk á Danmarks Lærer Højskole frá 1971-73, var hann lærari á Ingrid Jespersen Skole í Keypmannahavn frá 1972-73. Síðan 1973 hevur Carl verið lærari á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har hann undirvísti í matematik og fysik/kemi.
Hann hevur ymisk frítíðaráhugamál, sum t.d. at spæla bridge, og hann er limur í dansifelagnum "Tøkum Lætt". Eisini hevur hann bát, so hann kann fara á flot tá hann hevur hug til tess.
Carl er giftur við Arnleyg, f. Eikholm, úr Hvalvík, tey búgva í Hoyvík og eiga børnini Arna og Onnu Sofíu.