Smílini vóru stór á Viðareiði

Krúnprinsaparið fekk ein hátíðarliga móttøku, tá ið tey vitjaðu á Viðareiði fyrrapartin mikudagin. Tey vitjaðu í kirkjuni og í prestagarðinum

Viðareiði: Børn og vaksin bíðaðu spent í túninum uttan fyri gamla skúlan á Viðareiði fyrrapartin mikudagin.
Unga parið á kongaligu vitjanini í Føryum skuldi koma til bygdina, og tá ið bilafylgið við teimum rullaði oman móti gamla skúlanum, vóru smílini stór. Børn og vaksin við smáum fløggum tóku ímóti, og sjálvandi vóru tað eisini blómur til tey kongaligu.

Í kirkjuni og á prestagarðinum
Mary og Fríðrikur heilsaðu upp á bygdaráðið og teirra makar, og síðani gekk leiðin yvir í kirkjuna, har prestur greiddi teimum frá. Síðani leiddi prestur tey kongaligu yvir í prestagarðinum, har tey hugdu seg um, áðrenn tey fingu eitt lætt ábit í gomlu roykstovuni.
Inni í roykstovuni greiddi Elsa Funding frá um, hvussu tey búðu á prestagarðinum í gomlum døgum, og Fríðrikur vildi eisini vita, um bygdafólk plagdu at savnast í roykstovuni.
Elsa Funding greiddi frá, at prestagarðurin í gomlum døgum eisini var ein bóndagarður, og tí var nógv húsfólk har.