Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á útivølli móti Alingsås á útivølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Alingsås vann dystin rættiliga greitt 36-30. Tað gekk stak illa í hond hjá Hallby í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Alingsås á odda 20-13.
Hallby er nummar 12 og triðaftast í deildini við 12 stigum. Seks stig eru niður til aftasta liðið, Aranäs. Liðið sum endar aftast flytur beinleiðis niður, meðan nummar 13, 12 og 11 spæla dystir um at sleppa undan niðurflyting.
Rói skoraði trý mál og legði upp til fýra mál í kvøld. Pætur spældi nógv í verjuni hjá Hallby í kvøld. Pætur sigur í stuttari viðmerking til in.fo, at Hallby tapti dystin í fyrra hálvleiki, har teir als ikki fingu verjuna at rigga. Seinni hálvleikur var væl frægari, og hann var vunnin við einum máli.
Hóskvøldið 21. februar tekur Hallby móti Lugi á heimavølli.











