Í samgonguskjalinum er avtalað, at brennievni, sum hava minst skaðilig árin á umhvørvið, fáa framíhjárætt við lægri avgjaldi.
Tí spyr Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum í skrivligum fyrispurningi Eyðun Elltør, landsstýrismann í umhvørvismálum, nær hann fer at koma við uppskoti um at javna avgjaldið á brennievni við atliti til skaðiligu árinini, hesi hava.
Hergeir Nielsen vil eisini hava at vita, um landsstýrismaðurin hevur gjørt nakrar kanningar í hesum sambandi, og um roknast kann við einum avgjaldspolitikki á hesum øki, sum samsvarar við samgonguskjalið.
Henrik Old úr Javnaðarflokkinum hevur eitt uppskot um at lækka avgjaldið á bensini liggjandi í fíggjarnevndini. Hetta uppskot varð beint aftur í nevnd eftir triðju viðgerð, tí tað var við at forkoma samgonguni. Fólkaflokkurin tók undir við tí, meðan Tjóðveldisflokkurin var ímóti. Tjóðveldisflokkurin metti ikki uppskoti hava nakað við umhvørvispolitikk at gera. Í staðin metti hann uppskotið sum útgjaring. Fyri at bjarga samgongustevinum, gekk Fólkaflokkurin við til at beina málið aftur í fíggjarnevndina, har tað í løtuni verður viðgjørt av nýggjum.