Danmark. Sjálvur hevur hann siglt í Danmark í 30 ár og hevur fingið gullur frá reiðarínum fyri trúgva tænastu. Men Jógvan og familja hansara hava altíð verið búsitandi í Føroyum, og hann hevur øll árini goldið [...] manning hevur sín egna sáttmála við reiðaríið. - Her er einki skil í, um vit hugsa um føroysk viðurskifti. Donsku reiðararnir gera, sum teir vilja. Onkur manning hevur fasta skipan um, nær tú ert úti, [...] telist ikki millum teir føroysku fiskimenninar í Danmark, sum hevur egna íbúð ella kamar, tá ið skipið liggur inni. Hann býr umborð og hevur tí ikki útreiðslur av einum bústaði í landi. Men tað merkir so
at hon nú hevur gjørt av at selja húsið. Vinir hjá Madonnu siga, at hon stutt sagt hatar Ongland. Tey siga, at henni dámar ikki veðrið, fólkið ella nakað, sum hevur við Ongland at gera. Tí hevur hon gjørt [...] vaksa upp í USA. Men tað er ikki gott at vita, hvat gemalurin, Guy Ritchie sigur til tað, tí hann er breti burturav. Honum dámar ikki at búgva í USA, og hann hevur fleiri ferðir funnist at tí. So um flytiætlaninar [...] ikki, so hevur Hugh stuðlað og hjálpt Hurley væl, síðani hon rýmdi frá Steven Bing, sum hon eigur sonin, Damien, við. Tey bæði hava eisini verið á skíferiu í St. Moritz, og har sóu tey út til at vera nógv
Lat meg til seinast siga, at tað var ikki "Gulag og glemsel" ella nakað, sum Bent Jensen hevur skrivað, sum fekk meg at taka til í løgtinginum, sum eg gjørdi, tí eg havi nevniliga ikki lisið bókina, men [...] frá 1917 til 1991, tá múrurin fall - í 74 ár - meðan nazisman hevði sína tíð frá 1933 til 1945, tá USA tók um endan, t.v.s. í 12 ár. ? Eingin kann siga, at eg kom við eini "óhepnari" lýsing, ella tað var [...] fyrivarni um, hvat vit kunnu vænta okkum, tá kanningin eystanfyri av Føroyum undir kalda krígnum sær dagsins ljós. Kanningini stendur danski søguprofessarin Bent Jensen fyri, og orsøkin til óhepnu lýsingina
Men eru vit nú so ósamd kortini, ella rættari, hvat hava vit at vera so ósamd um? Jú, vit kunnu vera ósamd um ognarviðurskiftini, um jørðin skal vera almenn ogn, ella privat ogn. Í dag stendur nærum á [...] støðan skal vera, sum hon er, ella um vit skulu selja leigutraðirnar burtur av, t.d. festini undir eina mørk, ella um øll landsjørðin skal seljast. Ikki er rætt at lata standa til, uttan samstundis at gera [...] Grundgevingarnar fyri og ímóti kunnu vera ymiskar. Alt frá mentan til sjálvbjargni, og av heilsubótarávum, hevur verið nevnt. Tá ið til stykkis kemur, er helst ein greiður meiriluti fyri føroyskt framleiddari
eygum, at einhvør í hvítum kitli spælir heilagur og sigur, at hann ikki torir at roykja? Hvat annað er hann ov ræddur til? At koyra bil í nógvum vindi? At leypa av ovastu vippu í svimjihylinum? Tá eg byrjaði [...] kulum húgvum og provokerandi eygnabrá. Tekstur: "Fá tær eina sigarett! - Og krabbamein, idiot!" Sær tú, har er okkurt, sum virkar. Tá tey kulu fólkini halda tað vera taparasligt at roykja. Kendi meg eitt [...] Fyribyrgingarráðið ikki tannáringar og hálvbarnsligar konur í tonkunum. Kanska var hetta ein lýsing til vaksin, skilagóð fólk, sum eru kedd av, at tey ikki klára at halda uppat. Men akkurát líka skeivt rakt
somu tíð. Føroyskur døgverðamatur, fløgur, bøkur og pløgg fáast til keyps. Vilt tú leiga ella skipa fyri tiltaki í húsinum, vendir tú tær til leiðaran. Føroyingafelagið Vesturskin, Bergen Vit skipa fyri tiltøkum [...] mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19.30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Javni Skrivstovan er opin týsdag til fríggjadag kl. 10.00-14.00 [...] árliga. Øll, einstaklingar frá 16 ár og feløg, kunnu gerast limir við at skriva til postadressuna niðanfyri, ella venda sær til ein í nevndini: Ingun Simonsen, forkvinna, 317782/ 211696, ingun@post.olivant
við níggju mánaðum, tá tú hevur sligið ein hamara fleiri ferðir í høvdið, so lív hevur verið í váða. ? Vit hava eisini fingið nógvar reaktiónir. Slíkt leggja vit sjálvandi merki til, og tað rínur sjálvandi [...] at alt talar fyri einum skerpaðum dómi. Tí hava vit gjørt av at fáa Landsrættin at taka støðu til, hvat skal vera rættarpraksis í einum slíkum dómi, sigur Linda Hesselberg ákæri. Í Sosialinum í gjár undraðist [...] okkum. Men okkara meting byggir einans á løgfrøðiligar metingar, sum vit hava gjørt eftir at hava lisið dómin, og vit halda, at dómurin er ov linur. Vápnið er ein metalhamari, sum er sligin beint ímóti
framvegis. Næmingarnir megnaðu uppgávurnar til fulnar. Næmingarnir eru sera ágrýtnir at greiða frá, tí sum tey hava gjørt og lært. Og tá spurt verður, um tey høvdu minst til alt, um tey nú komu fram á eina vanlukku [...] kunstigan andadrátt og hjartamýking, og tey hava eisini lært at leggja umbindingar. Tann eina dagin vórðu tey býtt í tvey, har tey skuldu skapa eina vanlukku ella eitt óhapp. Tann eini bólkurin hevði skipað fyri [...] smíli. Kreativur ungdómur Erik Andreasen sigur, at hesin árgangur hevur verið serliga kreativur og gjørt nógv ymiskt av teirra eintingum til tess at sleppa at royna uppgávurnar. ? Tað er sera hugaligt at
at eg leiti til Danmarkar ella kanska til Íslands. Kanska bæði til Danmarkar og Íslands, eg veit ikki, segði Guðrun, áðrenn hon sunnukvøldið trein á land á Tvøroyri, lítið vitandi, hvat fyri stórfingin [...] fríggjakvøldið hevur Guðrun tryggjað sær ferðaseðil til Malta. Vinnarar av undanumførunum fáa ferðaseðil fyri tvey til Malta í eina viku og annars alt goldið. Men hvør sleppur við Guðruni til Malta er enn [...] ógreitt, tí tað hevur hon enn ikki tikið støðu til. Bróðurin Eyðun, sum eisini vann eitt undanumfar herfyri, nevniliga Prix Føroyar við MC Hár, hevur góðan hug at sleppa við. Og Guðrun hevur góðan hug at
men decibelmørk mugu kortini vera fyri, hvat tú kanst útseta lurtaran fyri. Møguliga var tónleikurin ov fjølbroyttur leygarkvøldið, ella appelaraði hann bara ikki til tað ungu áhoyrarafjøldina, sum í stóran [...] samband við hetta kvøldið, er ljóðið, sum frammanundan hevur verið nevnt, sum ein orsøk fyri at miðsavna Prix Føroyar undanumførini í Fuglafirði. Til tíðir varð skrúvað eina tonn ov nógv upp fyri ljóðstyrkini [...] vera rættuliga drúgvir, og hetta merktist eisini í Mentunarhúsinum hetta kvøldið, líkað mikið hvønn tú tosaði við, hildu tey at kappingin fyrst og fremst fór at snúgva seg um, hvør fór at blíva nummar tvey