HARÐSKAPUR
Ákæruvaldið var ikki nøgt við dómin, sum ein 48 ára gamal maður fekk fyri at buka sín maka við einum hamara. Fýra sløg raktu høvdið, og kvinnan var deyðanum nær.
Maðurin fekk níggju mánaðir, hóast ákæruvaldið vildi hava hann dømdan fyri drápsroynd. Tað helt dómarin ikki verða prógvað, og tí fekk hann dóm eftir siðvenjuni um harðskap. Nú kærir ákæruvaldið dómin, men tað er ikki í eini roynd at fáa mannin dømdan fyri harðskap.
? Vit kæra revsilongdina, og hava slept málinum um drápsroynd. Vit halda, at skaðarnir eru so álvarsligir, og at vápnið, sum er brúkt, er so vandamikið, at alt talar fyri einum skerpaðum dómi. Tí hava vit gjørt av at fáa Landsrættin at taka støðu til, hvat skal vera rættarpraksis í einum slíkum dómi, sigur Linda Hesselberg ákæri.
Í Sosialinum í gjár undraðist leiðarin á Kvinnuhúsinum stórliga um dómin, sum hon helt vera alt ov linan. Hon helt rættin leggja størri dent á at verja harðskapsmannin enn offrið. Á sama hátt halda fólk á gøtuni, at tað er væl sloppið við níggju mánaðum, tá tú hevur sligið ein hamara fleiri ferðir í høvdið, so lív hevur verið í váða.
? Vit hava eisini fingið nógvar reaktiónir. Slíkt leggja vit sjálvandi merki til, og tað rínur sjálvandi við okkum. Men okkara meting byggir einans á løgfrøðiligar metingar, sum vit hava gjørt eftir at hava lisið dómin, og vit halda, at dómurin er ov linur. Vápnið er ein metalhamari, sum er sligin beint ímóti høvdinum, og tað er so mikið álvarsligt, at tað eigur at geva ein longri revsing, sigur Linda Hesselberg.