Annað innleiðandi umfarið í Prix Føroyar kappingini varð hildið leygarkvøldið. Á pappírinum sá hetta umfarið ikki mest spennandi út. Tað vóru ikki endiliga kendastu nøvnini í føroyskum tónleiki, sum skuldu kappast hetta kvøldið, um vit síggja burtur frá Deja-vu og Holgar & Villmonnum, sum eg havi hoyrt og hoyrt um frammanundan.
Tað lá tó líkasum í luftini at De-ja-vu fóru at vera rættuliga drúgvir, og hetta merktist eisini í Mentunarhúsinum hetta kvøldið, líkað mikið hvønn tú tosaði við, hildu tey at kappingin fyrst og fremst fór at snúgva seg um, hvør fór at blíva nummar tvey.
Fyrsti bólkurin á pallin var ein rættuliga ferskur bólkur úr Klaksvík. Mind?s Eye er navnið á bólkinum, sum við sínum tonsatunga ljóðið, blásti nærum alt um koll. Sannliga var hetta ein ógvuslig byrjan. Nu-metal norðan úr Klaksvík er ikki dagligur kostur. Hóast hesir ungu garparnir vóru til sveinaroynd hetta kvøldið, hetta var fyrsta ferðin teir spældu alment, so var tað eitt sannførandi avrik.
Síðani komu hinir bólkarnir kropp at kroppi. Fyrst Déjá Vu, síðani alktkanndiskuterast.onkikann, Speaker og til seinast Holgar og Vilmenn. Eftir at hava hoyrt allar bólkarnar mátti staðfestast, at tónleikurin í hesum umfarininum var rættuliga fjølbroyttur. Leggjast skal kortini afturat, at kanska ikki allur tónleikurin var líka væl eydnaður, og at onkur kanksa hevði havt gott av fingið nakrar tímar í venjingarhølunum afturat.
Tá dómararnir høvdu sagt sín dóm, var greitt at Déjá Vu vóru drúgvastir, og teimum næst komu Mind?s Eye. Aftaná at hava hoyrt allar bólkarnar kom hetta ikki serliga óvæntað á meg. Déjá Vu høvdu nenviliga meira uppá hjartað enn hini nøvnini hetta kvøldið. Teirra Muse/Coldplay/Starsailor/Radihoead inspireraði tónleikur var frálíkur, og spennandi verður at hoyra henda bólkin aftur í finaluni.
Eitt, sum eg havi at fílast á í samband við hetta kvøldið, er ljóðið, sum frammanundan hevur verið nevnt, sum ein orsøk fyri at miðsavna Prix Føroyar undanumførini í Fuglafirði. Til tíðir varð skrúvað eina tonn ov nógv upp fyri ljóðstyrkini, soleiðis at tað nærum kendist óbehagiligt. Serliga tá altkanndiskuterast.onkikann vóru á pallinum, var ljóðið alt ov hart frá, og sjálvt fólk við oyravernd gjørdu vart við hetta. Gamaní er sjeytiárakendi rokktónleikurin hjá Karl Anton og teimum ógvusligur, men decibelmørk mugu kortini vera fyri, hvat tú kanst útseta lurtaran fyri.
Møguliga var tónleikurin ov fjølbroyttur leygarkvøldið, ella appelaraði hann bara ikki til tað ungu áhoyrarafjøldina, sum í stóran mun helt seg aftur. Tað var ikki fyrr enn tónarnir frá DJ Ottar í Funningsstovu fyltu Mentunarhúsið, at rættuligt lív kom í á gólvinum, og tað er eitt sindur spell.