Fiskimenn uttanlands
Jógvan Fagraklett er maðurin, sum vegna Føroyskar Fiskimenn Uttanlands, umboðar føroyskar fiskimenn, sum sigla í Danmark. Sjálvur hevur hann siglt í Danmark í 30 ár og hevur fingið gullur frá reiðarínum fyri trúgva tænastu. Men Jógvan og familja hansara hava altíð verið búsitandi í Føroyum, og hann hevur øll árini goldið sín skatt her heima. Tey búgva í Kollafirði, og um várarnar plagar hann at vera heima og rógva út á Norðhavinum.
Óskiljandi
Sum umboðandi føroyskar fiskimenn í Danmark, er Jógvan sera harmur um, at frádrátturin er skerdur úr 300 kr. niður í 100 kr. um dagin.
Hann dugir ikki at skilja, hví fiskimenn uttanlands skulu starvast undir somu treytum sum handverkarar, tá ið ræður um frádráttin.
- Boðskapurin hjá okkum, sum sigla í Danmark, er, at vit verða skildir frá handverkarum í skipanini, og at frádrátturin fer uppaftur á 300 kr. um dagin fyri hvønn dag, vit eru burtur.
Jógvan sigur seg vóna, at onkur í løgtinginum er so frægur, at hetta málið verður lagt fram, soleiðis at teir fiskimenn, sum sigla uttanlands og vinna valuta heim til Føroya, ikki vera við skerdan lut.
- Vit hava fingið 300 kr. fyri hvønn dag, vit eru burtur, men hesin stuðul er nú skerdur, soleiðis at vit bert fáa 100 kr. um dagin, og hesin peningur røkkur ongan veg.
Nýggj skipan
Hann vísir á, at danskir fiskimenn hava fingið eina nýggja skipan sum sigur, at teir nú fáa 362 kr. fyri hvønn dag, teir eru burtur. Aftrat hesum fáa teir ferðafrádrátt. Men við í hesi skipan er eisini, at danir nú skulu rinda 100 kr. fyri mat um dagin, og hesar 100 kr. noyðast føroyskir fiskimenn í Danmark eisini at gjalda.
- Vit fáa sostatt einki úr hesi skipan, tí vit eru føroyingar, búsitandi í Føroyum, men noyðast at rinda hesar 100 kr. um dagin. Saman við skerda frádráttinum í Føroyum eru vit tí munandi verri fyri, enn vit hava verið.
Jógvan sigur, at ein føroyskur fiskimaður í Danmark er burtur einar 230 dagar um árið, og ferðaseðlarnir millum Føroyar og Danmark liggja um einar 23.000 kr. um árið.
- Av teimum 100 kr., frádrátturin nú er, fáa vit, sum búgva umborð, bara einar 80 kr. um dagin, tí vit hava ikki somu útreiðslur sum teir, ið hava íbúð í landi. Sostatt røkkur ferðadrádrátturin úr Føroyum ikki longur til ferðaseðlarnar. Tað merkir, at føroyskir fiskimenn í Danmark noyðast at gjalda fyri at vinna føroyska samfelagnum valuta.
Fluttu ikki
Nógvir føroyingar, sum sigla í Danmark, hava siglt við donskum skipum í 25 ár og meira.
- Fleiri hava fingið gullur og annað frá donsku reiðaríunum fyri trúgva tænastu, men líkt er ikki til, at politiski myndugleikin í Føroyum setir serliga stóran prís uppá okkara arbeiði, sigur Jógvan.
Hann vísir á, at tá ið kreppan í Føroyum var uppá tað ringasta fyrst í nítiárunum, vórðu føroyskir fiskimenn í Danmark ofta spurdir, hví teir ikki fluttu av landinum.
- Men her stóðu vit allir sum ein maður og vildu stríðast fyri okkara landi. Tí er tað ógvuliga hugstoytt, at myndugleikarnir nú skerja okkara frádrátt úr 300 kr. niður í 100 kr., samstundis sum vit nú noyðast at gjalda 100 kr. í kosti um dagin í eini danskari skipan, sum gevur donskum fiskimonnum - men ikki okkum - nakrar ágóðar.
Jógvan sigur, at teir, sum fluttu úr Føroyum til Danmarkar at búgva, fluttu áðrenn kreppan byrjaði.
- Tað var ikki lætt hesi árini, kreppan herjaði. Vit vórðu dýktir undir í høgum skatti og avgjøldum, men royndu at halda út.
Ymiskar skipanir
Hann vísir á, at í Danmark eru 10 nótabátar, og næstan hvør manning hevur sín egna sáttmála við reiðaríið.
- Her er einki skil í, um vit hugsa um føroysk viðurskifti. Donsku reiðararnir gera, sum teir vilja. Onkur manning hevur fasta skipan um, nær tú ert úti, og nær tú ert heima, og somuleiðis eru ymiskar skipanir sum siga, hvørjar sømdir manningarnar hava. Býtið er heldur ikki eins við øllum nótabátunum, sigur Jógvan.
Hann vísir á, at nú arbeiðsmegi vantar í Føroyum innan handverksvinnuna, velja myndugleikarnir at skerja frádráttin hjá handverkarum, men tað ólukkuliga er, at fiskimenninir fylgja við.
- Eg haldi, at okkara myndugleikar nýta handverkararnar sum skálkaskjól fyri eisini at kunnu skerja okkara frádrátt, og tað eru vit ógvuliga vónsviknir av, sigur Jógvan.
Ikki íbúð
Kollfirðingurin telist ikki millum teir føroysku fiskimenninar í Danmark, sum hevur egna íbúð ella kamar, tá ið skipið liggur inni. Hann býr umborð og hevur tí ikki útreiðslur av einum bústaði í landi. Men tað merkir so eisini, at hansara frádráttur er minni enn hjá einum, sum býr í landi. Tað er nevniliga soleiðis, at frádrátturin uppá 100 kr. minkar, tá ið útreiðslurnar eru minni.
- Við gomlu skipanini, har frádrátturin var 300 kr., dekkaði henda upphædd okkara útreiðslur. Nú dekkar frádrátturin ikki helvtina av hesum, sigur hann.
Jógvan sigur, at sjálvsagt skulu fiskimenn kunna skjalprógva sínar útreiðslur.
- Vit kunnu skjalprógva, hvat tað kostar okkum at tjena pengarnar í øðrum landi, og tí haldi eg eisini, at vit áttu at fingið hesar útreiðslur endurgoldnar. Tað hevði ikki verið annað enn rímiligt. Teir, sum ikki kunnu skjalprógva sínar útreiðslur, eiga ikki at fáa meira, enn prógv er fyri. Eg haldi, at hetta átti at verið so einfalt hjá okkara myndugleikum.
Ongastaðni limir
Hann sigur, at felagið hjá Føroyskum Fiskimonnum Uttanlands var á fundi við Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, í fjør, men her fekk felagið at vita, at einki verður broytt.
- Vit hava eisini tosað við Føroya Fiskimannafelag fyri at vita, um felagið vil hjálpa okkum við lógkønari hjálp.
Jógvan sigur, at fiskimenn uttanlands eru ongastaðni limir, og tí standa teir ikki serliga sterkir, heldur ikki mótvegis myndugleikunum, ið vilja skerja teirra rættindi.
- Felagið hjá okkum hevur havt einar 170 limir, men hetta tal er minkað niður í umleið 125. Undirtøkan er ikki nóg stór, og menn eru ov líkasælir. Tí standa vit eisini veikir, tá ið ágangur er.
Hann heldur, at samlaða talið av føroyskum fiskimonnum uttanlands liggur um 400, tá ið teir, sum sigla í Grønlandi, eru taldir við.
Boðskapurin
- Okkara boðskapur er, at vit verða loysir frá handverkarunum í skipanini um frádráttin, og at frádrátturin kemur uppaftur á tær 300 kr. fyri hvønn dag, vit eru burtur. Vit halda tað ikki vera rætt, at tað skal kosta okkum pening at tjena valuta til føroyska samfelagið. Vit fluttu ikki burtur undir kreppuni, hóast skatta-og avgjaldstrýstið var ógvuliga høgt. Vit vóru við til at hjálpa samfelagnum uppúr aftur kreppuni. Tí er tað ógvuliga hugstoytt at ásanna, at samfelagið hevur so lítlan áhuga fyri okkum, nú búskapurin aftur er komin á rættkjøl, sigur Jógvan Fagraklett.