váttan, sum sigur, at eg ikki eri ógegnigur. Er tað galdandi, at man ikki kann vera uppi í nøkrum og sita í býráðnum, so skuldi eg hildið meg burtur frá nærum øllum málum í kommununi. Eg eri virkin innan [...] sum skal viðgerast. At barnagarður skal vera í Sjónleikarhúsinum er als ikki aktuelt, tí eingir pengar eru settir av til tað, so tað meti eg sum avgreitt. ? Tað virkar heilt ørt, at spurningur verður reistur [...] Sjálvt býráðið samtykti at eg ikki var tað. Støðan er ikki øðrvísi hesaferð. ? Málið á fundinum í sosialu nevnd í dag hevur einki við barnaansingina í Sjónleikarhúsinum at gera. Tað er trupulleikin á barn
fuglarnir. Ta kensluna royni eg at geva víðari til áskoðararnar, sigur Tróndur Patursson í danska blaðnum Jyllands-Posten seinasta týsdag. Tað er ikki av tilvild, at fuglar er temað í teirri fyrstu stóru [...] Lokið í loftinum er formað sum eitt spegl og myndar kensluna av djúpari avgrund. Sum drongur var man avbyrgdur í smáu bygdunum til tú slapst í bjørgini at fleyga. So eg hugsaði: Bara eg kundi flogið . [...] Tróndur Patursson, sum mangan er við á listaframsýningum uttanlands, hevur eitt glasbúr við á sýningini í samstarvi við glasmeistaran Per Steen Hebsgaard. ? Í listini royni eg at geva upplivingar víðari frá
Fuglafirði, so tað er einki løgið í at stjórin er stúrin. ? Sildin er ein veðursjúkur fiskur, har bæði vindur og veður ávirka hana, og ætið hevur eisini sína ávirkan á, hvussu nógv er til og ikki, og tað sum vit [...] Menn eru farnir at óttast fyri, hvat vorðið er av sildini, sum tók seg upp fyri fáum árum síðani. Einki hevur verið at sæð, hon hevur staðið djúpt og bátarnir hava heldur einki fingið nú vit eru komin [...] svartkjaftinum enn sum so hevur gjørt, at Havsbrún higartil í ár hevur tikið móti meiri svartkjafti enn undanfarin ár. Stjórin í Havsbrún metir at virkið hevur tikið móti gott 50.000 tonsum í rávøru tilsamans
yvirhildin. 24. mars hevði eg framvegis einki frætt, og eg ringdi tí til Landsstýrið, til tess at fáa greiði á, um brøv míni vóru komin fram, og hví eg ikki fekk svara. Eg fekk at vita, at málið lá hjá einum fulltrúa [...] næstan tríggjar mánaðar at finna útav, at taka tey 4 ljósritini, sum eg loksins fekk sendandi. Her áttu at verið pengar at spart! Er Arbeiðsloysisskipanin privat? 28. februar 1998 sendi eg bræv til Arbeiðsl [...] , haldi eg vera so absurdar, at tað hevur avgjørdan týdning at føroyingar fáa kunnleika um viðurskiftini. Eftir stendur so spurningurin, hvussu leingi Føroya Løgting ætlar sær at liva við, at almenna
tó at eg ikki var aktivur limur. Eg ætlaði mær ikki at stilla upp hesaferð, hóast eg hevði innlimað meg í Fólkaflokkin. Tá eg varð biðin um at stilla upp, helt tað vera rættast kortini, av tí at eg [...] Finnbogi Arge: Eg helt at teir meintu tað í álvara Eg helt veruliga, at Sambandsflokkurin meinti tað í álvara, tá sagt varð at stór broyting skuld fara fram í flokkinum, sum gjørdi tað møguligt at gera munagott [...] broytt áskoðan og ásannaði, at eg hevði gjørt eitt mistak á tjóðskaparliga økinum. Varð eg ikki valdur, fór eg at gevast í føroyskum politikki med alla, sigur Finnbogi Arge. Um tað at broyta politiska áskoðan
møguleikar, men tað er ikki nakað sum nervar. ? Eg rokni við, at eg eri so konsentreraður til eina steypafinalu, at fái eg eitt gott tilboð, so skori eg, sigur hann. Og kann Todi verða við til at føra FCK fram [...] málið, verður tað ikki nøkur forðing fyri, at Todi byrjar stóra dystin í morgin. ? Eg eri byrjaður á vøllinum allar dystirnar í ár, tá eg havi verið tøkur, so eg meti tað verða upplagt, at eg eisini byrji [...] sunnudagin, men tað var ein hálv avtala, sum eg hevði við venjaran. Hevði segði undan dystinum, at hann roknaði við at taka meg í hálvleikinum fyri at spara meg, og tað gjørdi hann so. Tað var bara eitt
Fyrstu ferð Brøndby og FCK Hetta er fyrstu ferð at FCK og Brøndy hittast í steypafinaluni, og tað hevur eisini við sær, at áskoðaratalið fer at seta met í morgin. Øll tey gott 40.000 atgongumerkini til dystin [...] í seinasta partinum av dystinum eydnaðist tað FCK at gera tvey mál og harvið vinna dystin. Og í morgin er FCK aftur annað liðið í steypafinaluni, og hesaferð er mótstøðuliðið Brøndby, sum seinasta spældi [...] Brøndby er á veg móti sínum triðja meistaraheitið á rað, men í steypakappingini hava teir ikki havt nógv at siga. Tað hevur FC Keypmannahavn hinvegin, og teir eru í ár í steypafinaluni fyri triðju ferð
grunninum kemur at virka er sjálvandi ov tíðliga at siga nakað um enn, men eitt hugskot er, at grunnurin fer at seta partapening í fyritøkur, sum hava møguleikar at klára seg. Tað er ikki hugsandi, at grunnurin [...] Vestmanna og Kvívíkar kommunur. Tað hevur verið tosað og skrivað nógv um,. at tað er ov torført at útvega fígging til nýggj virkir. Fíggingarmynstrið í Føroyum hevur verið tað, at tað sum eigararnir ikki kunnu [...] pening í? ? Tað er ikki vist, sigur Jógvan Sigurd Poulsen. ? Sum tað sær út í løtuni, so er tað ikki eitt ófrávíkiligt krav. Í onkrum føri verður tað helst kravt, men hinvegin, so verður neyðugt, at fylgja
hvat hendir í Indonesia. Hann er ljóshærdur, hárið tynnist omaná og pannan er við at gerast høg. Hann er júst komin úr Jakarta til Singapore. Tað er leygardagur og hann er skakaður av hendingunum seinasta [...] hevur føðingardag í dag, fyllir 32 ár og hann er langt heiman. ? Eg havi ongantíð verið so tætt at stríðsvognum, ið hvørja løtu vóru tilbúnir at gera tað starv, teir eru bygdir til, sigur hann mest sum [...] Danski konsulin í Singapore hevur úr at gera at ráa fólki frá at fara til Indonesia. Skeltir eru hongd upp, har danir vanliga koma í Singapore og tey ráa øllum frá at vitja Java, oyggin har Jakarta, høv
Willy Nelson. Tað er ikki so ofta at føroyingar taka upp eftir so kendum sangarum, men Símun smæðist ikki burtur - gott tað sama! Tvey av løgunum eru við enskum teksti og í báðum førum er talan um gamlar [...] føroyskum og nú er so túrurin komin at danir skulu læra at murra við til hesar sangir. Ein annar sangur, sum nokk skal vinna fram er tann sum eitur »Til alle jer jeg før har kendt«. Hetta er ein donsk útgáva [...] Jóhannus á Rógvu Joensen og Jákup Zachariassen fyri at nevna nakrar. Hjá teimum, sum dáma slíkan tónleik er henda fløgan ein fongur - ongin ivi um tað. Vit ynskja Símuni góða eydnu við fløguni.