Fyri stuttum gav tann, í Føroyum, so navnframi, Símun úr Konoy út nýggja fløgu. Heitið á fløguni er »Hilsen til Sara« og eins og navnið eru flestu tekstirnir á donskum.
Og hesaferð eitur sangarin ikki Símun úr Konoy, men Simon von Konoy.
Talan er í høvuðsheitum um um gamlar slagarar, sum hava rungað í hvørjum útvarpslurti í Føroyum í mong harrans ár.
Sangir sum »Susan« og »Texas By« eru fyrr givnir út á føroyskum og nú er so túrurin komin at danir skulu læra at murra við til hesar sangir.
Ein annar sangur, sum nokk skal vinna fram er tann sum eitur »Til alle jer jeg før har kendt«. Hetta er ein donsk útgáva av kenda sanginum hjá Julio Iglesias og Willy Nelson.
Tað er ikki so ofta at føroyingar taka upp eftir so kendum sangarum, men Símun smæðist ikki burtur - gott tað sama!
Tvey av løgunum eru við enskum teksti og í báðum førum er talan um gamlar kendar slagarar. »Some broken hearts never mend« og »Jambalaya« eru løg sum øll kenna.
Við hesi fløgui roynir Símun at koma inn á marknaðin og við eitt sindur av hepni skal tað nokk eydnast.
Hann hevur góðar og royndar føroyskar tónleikarar afturat sær. Ólavur Øster, Jóhannus á Rógvu Joensen og Jákup Zachariassen fyri at nevna nakrar.
Hjá teimum, sum dáma slíkan tónleik er henda fløgan ein fongur - ongin ivi um tað.
Vit ynskja Símuni góða eydnu við fløguni.










