allar bent á, at demokratarnir fara at vinna. Republikanski flokkurin plagar at hava betri endaspurt í valstríðnum, enn demokratiski flokkurin plagar at megna. Soleiðis tykist tað eisini at hava verið [...] tað kemst av, at tað eru tvey ár síðani so at siga stóra valið var, og at tað eru tvey ár, inntil stóra valið verður aftur. Her verður hugsað um amerikanska forsetavalið, sum verður roknað at vera týdni [...] hugsast, at onkur teirra, sum í dag verður valdur til guvernør, kanska verður forsetavalevni um tvey ár. Men tað er ikki altíð soleiðis, at forsetarnir hava royndir sum guvernørar. Dømi um forsetar, sum ikki
hann við, at onki veruliga skeivt var gjørt. - Ferðsluforðingin var gjørt eftir forskriftunum, men tað gekk ikki heilt, sum tað skuldi. Tað er heldur ikki óvanligt, at broyta onkur ting, eftir at mann hevur [...] og nú hava vit fylgt tilmælinum. Men tað er rætt, at hon ikki ger sama mun, sum hon gjørdi, men tað ber heldur ikki til at gera forðingar soleiðis, at tú doyrt, um tú koyrir skjótari enn lógin loyvir tí [...] heldur ikki siga, at Landsverk hevur dummað seg við ferðsluforðingini, hóast hon hevur verið við í eini vanlukku og hevur kostað einar 500.000 krónur. - Eg veit ikki, um mann kann siga, at vit eru komin
endurtaka hetta. Onkur tók enntá til, at eg var maðurin, sum skotar óttast, men eg svaraði bara aftur, at teir skuldu óttast. Ikki bara meg, men øllum liðnum, tí vit ætlaðu at fáa okkurt við okkum, segði John [...] Og tað er einki at ivast í, at vónirnar eru góðar hjá John. - Skotarnir eru í øllum førum kroystir. Eg vil ikki siga, at teir ræðast okkum, men teir bera í øllum førum ótta fyri, at úrslitið ikki verður [...] bóli. Og at minnið um hetta framvegis er sjónligt, var sjón fyri søgn, tá føroyska liðið mikukvølidð lendi í Glasgow. - Jú, har vóru heilt nógv tíðindafólk, sum vildu hava at vita, hvørt eg ætlaði at endurtaka
títtum rørslum undir talvinum. Annars halda teir, at tað serliga eru hendurnar, sum telvararnir eru ófriðarligir við. Sum heild ber kanska til at siga, at rørslurnar endurspegla støðuna á borðinum ella í [...] hittu vit føroysku listamenninar í stuttum viðtal. Báðir lótu væl at og hildu, at tað var spennandi at royna. - Tað var næstan sum at tekna livandi modell, helt Olivur. Teir sita stillir í tímavís, so [...] fotografiskt, sigur Olivur. Men var okkurt, sum listamenninir serliga heftu seg við - kanska onkur felags eyðkenni? - Serliga hugtakandi er at eygleiða kropsburðin, siga báðir. - Allir hava sína heilt persónligu
í Washington er at enda komin, og eg má siga, at tað hevur verið eitt tað besta upplivilsið í lívinum. Øll hava verið so fitt og blíð, og eg vóni bara, at eg fái høvi at koma aftur at vitja. Í íbúðini [...] um ta náttina, tá eg vaknaði av at onkur var í ganginum uttan fyri mítt kamar. Ljósið var ikki tendrað, tað sá eg undir gáttini, men onkur var heilt greitt í ferð við at róta gjøgnum skuffuna í kommoduni [...] kommoduni. Eg hugsaði beinanvegin, at tað var ein innbrotstjóvur, og tordi ikki at anda, fyri at hann ikki skuldi hoyra meg. Eftir eina løtu steðgaði skrumlið, og eg bíðaði eftir at hoyra onkran ganga burtur.
Hann er átjan ára gamal, og hann hevur ikki hug at siga stórt meira um seg sjálvan, enn at hann spælir egin løg. Síðsti kjansur Meðan onkur av teimum, sum framføra leygarkvøldið, skulu koyra ein lítlan [...] ógvuliga væl at kappingini. Àhugin fyri kappingini hevur eisini gjørt, at í hesum triðja og seinasta undanumfarinum verði ikki færri enn fimm luttakarar við, og harav fara tveir víðari til finaluna, sum verður [...] David Gray. Og tað er eisini á leið hesin stílur, sum Kristleif leggur seg eftir. Kristleif er 22 ára gamal og úr Kollafirði. Til dagligt starvast hann sum timburmaður í Kollafirði. Leygarkvøldið hevur hann
Klaksvík, at tað heldur ikki kann síggjast burtur frá, at áhugin millum teirra, sum fylgja væl við í kappróðri, ikki var so stórur at koma til Klaksvíkar, sum hann onkuntíð hevur verið. Smyril plagar at føra [...] Róðrarfelagnum. At fara inn til privatfólk at krevja pengar, tí tey og gestirnir hyggja út ígjøgnum vindeygað hevði verið at gjørt seg inn á frælsið hjá tí einstaka! Onkur helt fyri at tað hevði kanska [...] vónað, at tað skuldi eydnast at vinna fyri fyrstu ferð í 32 ár, men vit vóru greiðir yvir, at tað fór at verða sera trupult. Hinar manningarnar tykjast vera sera væl fyri, og vit rokna við, at talan fer
r Føroya at siga, at seks línuskip eru undir Føroyum. Tvey eru undir Íslandi, og eitt er á Flemish Kap. - Fýra linuskip undan Føroyum - tvey av Rygginum og eitt undan Íslandi - koma at landa í dag [...] svartkalva og blálongu. Lagt verður aftrat, at í morgin kemur línuskipið, sum hevur verið á Flemish Kap, inn at landa. Sosialurin kann leggja aftrat, at hetta er línuskipið Váðasteinur, og veiðan [...] eitt línuskip undan Íslandi inn at landa. Veiðan er ein blandingur av toski, brosmu, longu, blálongu og svartkalva. Um útróður veit Fiskamarknaður Føroya at siga, at streymurin verður brúkiligur, men
brádliga at brenna. Hvussu eldurin er íkomin veit løgreglan enn ikki at siga frá, men eins og vanligt er varð bilurin - ella tað sum var eftir av honum - koyrdur niðan á Bileftirlitið, har menn fara at kanna [...] váttaður. Onkur var, sum helt, at bilin stóð betri á sjónum heldur enn á landið og tí var hann skumpaður í havið. Eldur í bili í Kongagøtu Tað var eisini eldur í einum bili um vikuskiftið. Ein bilur, sum stóð [...] løgreglan í Havn boð um at ein bilur var farin á sjógv við Kongabrúnna og teir fóru beina leið á staðið. Har gjørdist rættuliga skjótt greitt, at her var talan um herverk og so var farið at leita eftir eigaramanninum
ikki øll, sum halda, at talan veruliga er um tað vindeygað, sum Lee Harvey Oswald stóð í, tá hann myrdi Kennedy. Summi siga, at tað upprunaliga vindeygað varð skift út nøkur ár aftan á morðið, og at eingin [...] Chronicle. Pápi Caruth Byrd átti bygningin, sum Lee Harvey Oswald var í, tá hann skjeyt Kennedy, og nakrar vikur aftan á morðið gjørdi hann av at taka vindeygað úr, tí onkur hevði brotið eitt petti av tí. Í fleiri [...] hann vindeygað heima við hús, til hann í 1997 játtaði at lata eitt savn í Dallas sýna tað fram. Caruth Byrd sigur við Houston Chronicle, at pengarnir, sum hann fær fyri vindeygað, fara til okkurt vælgerandi