honum spurningar, so virkar demokratiið ikki. Sosialurin hevur m.a. roynt at fáa løgmann at úttala seg um flogvallarmálið tvs. ætlaðu útbyggingina av flogvøllinum í Vágum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa [...] bygdur aðrastaðni. Og í sama viðfangi kann verða spurt, um ikki parkeringin av undirsjóvartunnilin er partur av somu søk - nevniliga henni, at løgmaður ynskir hvørki at útbyggja flogvøllin í Vágum og eiheldur [...] Sámal Petur í Grund mundi verið útblakaður úr Tinganesi, tá hann dittaði sær at nema við hetta málið. Nú eigur løgmaður tað alt sum tað er, og spurningurin er, hvat verður gjørt fyri at fáa skil á í hesum málinum
TÁ Sosialurin hátíðarhelt sín 70 ára stovningardag í fjør varð sagt frá, at leiðslan á blaðnum umhugsaði at taka stig til ikki at loyva dulnevndum lesarabrøvum í blaðnum. Tíðin nú er búgvin til at taka [...] taka hetta stigið fult út. Frá í dag verða dulnevnd lesarabrøv ikki longur at síggja í Sosialinum. Fyri at fáa brøv ella viðmerkingar við í blaðið skal fult navn undir. ViÐ hesi avgerð bróta vit ein aldargamlan [...] vóna, at onnur fylgja í hesi slóð. VIT gera hetta fyrst og fremst fyri at hækka støðið í bløðunum. Hetta fer so eisini at gera tað almenna orðaskiftið meira sakligt. Nógv av tí, sum í dag verður skrivað undir
okkum alt fyri eitt í geyma, og saman við serkønari hjálp uttan fyri húsið hava vit á Internetinum bygt upp fyrstu føroysku internetávísina. Síðani 4. september í fjør hevur Sosialurin verið dagførdur á [...] dátabása, ið kann lesast, hvar í heiminum tú enn ert, og greinarnar eru um 5.000 í tali higartil. Tað eru sjálvsagt fleiri bløð undan okkum, sum hava fingist við internetútgávu. Í Danmark eru tey fleiri, men [...] Hesi orðini hjá ribbaldinum í SvF seinastu vikurnar, Kára Cool, kunnu vit ikki annað enn taka til okkara. Orðini eru ikki tikin úr leysari luft, men eitt sindur av innliti í telduheimin krevst til tess
ov langt úti at spyrja, um bretar í veruleikanum hava fatur á stórum og lovandi strukturum í tí Hvíta økinum og sum helst ganga víðari inn á føroyskt øki, og sum bretar í dag nettup gera krav uppá? Hetta [...] til endamál at skapa mest møguligan áhuga fyri økinum.í tann mun tað ber til og tað er rímuligt og rætt eigur danska vinnulív sjálvandi at vera við í menningini av eini føroyskari oljuvinnu, men her er talan [...] sum møguliga kemur upp at venda undir samráðingum ella í korridorunum aftaná er marknatrætan við bretar. Spurningurin er hvørji áhugamál danir hava í hesum máli. Eru teir líkasælir ella hava teir sínar tankar
her ligið í dvala í longri tíð. STEVNURNAR - frá norðoyarstevnu til ólavsøku - lýsa eisini Føroyar og føroyingin innanífrá. Tær lýsa tjóðina Føroyar, tá hon er mest lívsjáttandi. Børn sum vaksin í føroyskum [...] fylgja við. Eisini bløðini kunnu hava sín týdning. Sosialurin ynskir at kenna sína vitjunartíð og fara vit í ár at skipa fyri serstøkum stevnubløðum í sambandi við allar stevnurnar. Vit fara at umrøða tiltøk [...] um hetta at vera føroyingur og at búgva í Føroyum. STEVNURNAR líkasum loysa upp fyri øllum teimum virðum, tí styrki, tí samanhaldi og tí fjølbroytni, sum er í okkara lítla samfelag. Onkur heldur, at her
umboð í altjóða ítrótti ? okkara fótbóltslandslið ? skal í komandi viku aftur í eldin. Dysturin móti Estlandi í Talinn verður fyrsti týðandi dystur hjá landsliðnum síðani frálíka góða avrikið niðri í Spania [...] Spania 11. oktober í fjør, og møguleikarnir fyri einum góðum úrsliti skuldu so avgjørt verið til staðar. FØROYAR hava spælt móti Estlandi einaferð fyrr. Tað var í Tartu í fjørsummar, og tá vunnu okkara 2-0 [...] fótbóltsútisetar tykjast vera í í løtuni, skuldu fortreytirnar fyri einum líknandi úrsliti verið til staðar. HETTA summarið verður sum heild nógv merkt av fótbólti. HM-kappingin í Fraklandi byrjar fyrsta dagin
tað var í flestu førunum, tá landsstýrini fóru til Danmakar at samráðst fyrst í 90-unum. SJÁLVANDI hevur tað týdning fyri Føroyar at verða reinsaður í bankamálinum og at fáa uppiborið endurgjald. Í hesum [...] føroyingum á møti í sjálvstýrismálinum og er sinnað til at fáa loyst skuldarspurningin so ella so. Danmark hevur ongan áhuga í at hava leiklutin sum hjálandaveldi mótvegis Føroyum sigur Lykketoft í samrøðu við [...] føroyingar og danir semjast um nakað, sum gagnar í fyrsta lagi Føroyum, sum er vorðið snýtt í bankamálinum. Hinvegin eru tað danir, sum hava tikið um endan í skuldarspurninginum, og tí er tað greitt, at her
skemtisøga, tá Føroya løgmaður, bar í bøtuflaka fyri niðurgerandi skrivingini hjá partamanninum Óla Breckmann í Dagblaðnum mánamorgunin. Hann hevði verið so móður í drúgvu samgongusamráðingunum, at hann [...] politiskum mótstøðumonnum - og í hesum førum komandi samstarvsmonnum - er ikki eindømi. Hon er afturvendandi. Men gott tað sama - at ÓB fór so langt hesaferð, tí hetta hevur fingið ilt í hansara egnu. At løgmaður [...] løgmaður so eisini fer í útvarpið og sigur, at skrivingin hjá formanninum í hansara egna tingbólki i, líkist ongum og átti ikki at verið komin fyri, eru heilt nýggir tónar frá leiðslu fólkafloksins. TAÐ er
framvegis roynir at halda lív í gomlu sosialistisku ræðumyndunum, sleppa niðan í Norðurlandahúsið at umboða tykkum? Hvussu góða samvitsku hava tit móti teimum mongu hampafólkunum í bæði javnaðar- og tjóðve [...] flyta arbeiði frá flakavirkjunum í landi umborð á verksmiðjutrolarar. Sjálvandi klórar John Petersen sær í nakkan og fær kaldasveittan, tá hann sær slíka grein verða brúka í valstríðnum. Hann var bara so [...] veljarakanningina, sum Sosialurin hevur latið gera - har teir stóru flokkarnir liggja stavn um stavn - og har endaspurturin tí fer at vera avgerandi. SEINASTA útkallið til valið var fundurin í Norðurlandahúsinum
landsstýrið skal stýra landinum inn í eina nýggja øld. Annað og kanska mest umráðandi er, hvør skal fáa litið hesa uppgávuna í hendi. TAÐ er greitt, at tað verður í hvussu er ikki nakar flokkur einsamallur [...] Í morgin skulu føroyingar velja nýtt løgting. Hetta er fyrstu ferð, at tað verður roynt, síðani vit fingu nýggja stýrisskipanarlóg. Talan er um eitt vegamót í føroyskum politikki. Eitt er tað, at komandi [...] kunnu skipa landsstýri eftir valið, so er tað neyvan hugsandi. Í hvussu er skal sjálvstýrisflokkurin prostituera seg nógv, skal hann nú fara í eina samgongu saman við sambandinum. Sama kann sigast um fólkaflokkin