meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart. - Ein [...] tíverri ikki loyvi at siga, men at tað í løtuni ikki er serliga nógv. Hann leggur síðani afturat, at lønin fer upp jú eldri hann gerst. Lennie nýtir sjálvsagt sera nógva tíð til venjing, og hann venur ikki [...] fingið loyvi at sett sín fót á nakað stadion aftur. Tað er sera negativt fyri enska fótbóltin. Tað stutt sagt drepur fótbóltin, og tað skuldi verið beint av vegnum, er hann avgjørdur at siga. Hann leggur
kemst av, at hann er so ópoetiskur. Av teim gomlu er John Keats tann besti poeturin. Hann fær form og innihald at renna saman í eina hægri eind. - Nógvir yrkjarar siga, at bara innihaldið er gott, er yrkingin [...] óvanligar. Hann er eitt lot, hann er eitt spegl av øllum, sum er uttan um hann, og kanska er tað júst hetta, hann vil sum yrkjari: gávumildur at endurgeva alt tað skiftandi og marglitta, sum er eyðkent fyri [...] Lógvalestur út 1996, setti eg meg at týða og sat eina viku út í eitt og týddi einar 25-30 yrkingar. Týðing er enduryrking - At týða er fyri ein stóran part at enduryrkja, og tað er tað, eg geri. Taki eg eitt
við, at talan er um smakk og góðsku. Hóast tað kundi tykjast tilvildarligt, at bryggjaríið á Velbastað brádliga fór at gera um seg á Facebook, so var tað tilætlað. Bryggjaríið hevði fingið høvi at vera [...] Bjarne Olsen, knýttur at bryggjarínum, og báðir fáa teir ovmikið at gera. - Vit ætla at framleiða øll sløg av øli, pilsnara, gulløl og myrkt øl. Eisini fara vit at leggja dent á at framleiða ymisk sløg [...] heldur Wilhelm Petersen, at nýggja bryggjaríið skuldi verið í góðum hondum. Ikki minst er tað umráðandi, heldur hann, at bryggjaríið hevur fingið serkønt fólk uttaneftir at standa fyri framleiðsluni.
tekniski leiðarin í reiðarínum er einki undantak. Ein lorta dagur var, tá eg fekk at vita, at hann var blivin álvarsliga sjúkur. Ein annar lorta dagur var, tá eg fekk at vita, at THOR ikki hevði fingið men [...] hevur børn, er tað helst størsta ynski, at tey gerast góðir borgarar í okkara deiliga landi ella, har tey nú trívast. Hans Andrias Kelduberg sigur, at tá tað ræður um arbeiðið, er ynskið, at THOR skal koma [...] THOR-samtakinum. Keypir tú fýrverk? - Eg plagi at keypa eitt sindur saman við børnunum. Tey eru fimm í tali, og nú er tað bara Magnus, sum er 10 ár, sum hevur hug at keypa fýrverk saman við pápa sínum. Hini
meira at siga fyri meg. Løgtingið er okkara hægsti myndugleiki, og tað er her í Føroyum, avgerðirnar verða tiknar. So har er stórur munur á hesum báðum valunum, sigur hann. Umframt at fara á val at greiða [...] onkrar siðvenjur í sambandi við fólkatingsvalið. - Eg plagi at sita framman fyri sjónvarpið og fylgja við. Eg haldi altíð, at tað er spennandi at lurta eftir valúrslitinum. ##med2## Tvey onnur, sum akkurát [...] var heilt lítil, og júst hetta heldur Sólrun Hentze hava stóran týdning. - Tað er av alstórum týdningi hjá okkum vaksnu at taka børnini við okkum á val. Tey gera ikki tað, vit siga, tey skulu gera, men tey
Aktivur formaður Kári sigur, at hann fer at leggja dent á at vera ein aktivur floksformaður, og málið er at gera Sjálvstýrisflokkin meira sjónligan á politiska leikpallinum. - Tað er avmarkað, hvat ein einsamallur [...] vit at seta øll segl til tess at gera flokkin meira sjónligan, nú kanning eftir kanning vísir, at flokkurin liggur undir sperrumarkinum. Vit mugu fáa fólk at skilja, at Sjálvstýrisflokkurin, sum er tann [...] Kári. Hann heldur, at orsøkin til, at flokkurin er dottin burtur ímillum teir stóru flokkarnar, í fyrsta lagi er kjakið um loysing og samband og um høgra og vinstra. - Men líkt er til, at kjakið um loysing
línuskipi. Tað er so eisini orsøkin til, at eg fór á skipsføraraskúla, sigur Petur Johansen, sum er forlovaður við Sóley Poulsen úr Kollafirði, sum er kend úr flogbólti. Petur Johansen sigur, at øll eru ógvuliga [...] roydini at snara hjólinum vann tær 2,2 miljónir krónurnar. Hann sigur, at tað tók nøkur sekundi, áðrenn tað veruliga gekk upp fyri honum, at hjólið veruliga var steðgað á gula leypinum. - Eg helt, at hjólið [...] á einum øðrum leypi, men so byrjaðu tey at rópa í stovuni. Hetta tóktist so púrasta óveruligt. Petur Johansen sigur, at peningurin kemur sera væl við, og hann er ógvuliga glaður og eydnuríkur fyri sítt
fyri, men eg kann taka undir við, at munur ikki eigur at verða gjørdur á kvinnu og manni. Tá ið tað er sagt, haldi eg, at tað er ógvuliga spell, at hon er neyðug, men tað er hon vist soleingi landsins myndugleikar [...] sjálvt, at nóg mikið er at takast við. - Tað kann vera strævið, men eg vil siga, at eg eri spard fyri keðiligum uppringingum frá ónøgdum fólki. Eg hevði í grundini ikki roknað við, at tað fór at vera soleiðis [...] arbeiði eiga vit at virða. Tað er upp til hvønn einstakan at gera av, hvussu tey velja. Viðhvørt hevur ein varhugan av, at konufólk kenna seg trýst at fara út at arbeiða, men eisini her er vend komin í, sigur
arbeiðsboð. Tað er sjálvandi ikki av lættastu arbeiðum at bøta trol. Dagny varð tí í fyrsta umfari sett at arbeiða við teimum heldur lættari nótunum - teimum, ið verða nýttar í alingini. - Hetta var eitt sindur [...] tað ikki eydnaðist Dagny at liggja væl omanfyri niðast og omanfyri royndan skipara. - Eg skal tó viðganga, at eg arbeiddi eina viku á Vónini áðrenn Sjómannadagin, - líkasum fyri at trena meg uppaftur áðrenn [...] Vónin í heimbygdini. - Eg var eitt sindur skúlatroytt tá, og royndi at finna mær okkurt arbeiði. Tá segði mamma við meg, at eg kundi royna at finna eitt arbeiði á trolvirkinum, greiðir Dagny frá. - Eg hevði
avgjørt, at tað hevur sín týdning at hava eitt gott og trygt arbeiðpláss fyri føroyingar og við føroyskari adressu, leggur hann áherðslu á. Stuttar samráðingar Vága Floghavn er í løtuni farin undir at gjøgnumganga [...] sær at gera ein 1799 metrar langan flogvøll fyri 131,7 mió ella ein 1600 metrar flogvøll fyri 117,3 mió krónur. Kanna tilboðini Metingin av arbeiðstøkuni var, at tað fór at kosta 208 mió kr. fyri at gera [...] hevur tað stóran týdning at hava størri arbeiðir, soleiðis at felagið kann hava støðug arbeiðsviðurskifti, vísir Steinolvur á. Og hann leggur aftrat: - Vit hava enn einaferð víst, at føroysk feløg kunnu saktans