kvalifisera meg sum ummælara. Nær byrjaði tú at ummæla? Eg havi akkurát havt 20 ára jubileum. Fyrsta ummælið, eg skrivaði, var í Oyggjaskeggja. Tað var í 1993, og ummælið var av útgávuni »Set teg við al [...] steðg í eitt hálvt ár. So eg fari at ummæla so leingi, sum eg tími. Mangla ummælarar í Føroyum? Ja, tað ger tað. Tað mangla ummælarar á øllum frontum í Føroyum. Vit hava havt nakrar programmleiðarar í Kr [...] eg eri í sama orkestri sum tveir av limunum í tí bólkinum. Tá føldi eg, at tað bleiv ov nær. Men annars haldi eg, at tað nokk so upplagt, tí tá tú fæst við tónleik, so fært tú eitt gott innlit í, hvussu
og sást enntá í einum trimum førum fara fram at hótta mótstøðumálið, umframt at hann í seinna hálvleiki var krumtappurin í eini væl virkandi verju. 3. Jens Kristian Hansen, B36 Hevði í fyrra hálvleiki [...] toppskjúttin var ikki so nær við málið hesaferð, men hann tók lut í nógvum øðrum av tí, sum fyrifórst á vøllinum. Arbeiddi sera nógv, tá týska uppspælið skuldi órógvast, og var eisini millumstøð í teimum báðum [...] royndina. Her var tað tann góði gamli Julian, sum fekk fatur í einum ótali av bóltum, og hartil slapp hann sær í mongum førum sera skilagott av við aftur kúluna, soleiðis at vit varðveittu spælið í egnari røð
-Veðrið var løgi. Tað regnaði, kavaði, var nógvur vindur, var nógv sól og so brádliga var stilli, tá ið vit koyrdu frá flogvøllinum. Orðini eigur Howard Bellamy, ið er ein av tiltiknu Bellamy Brothers [...] fyrstu ferð í Føroyum. Og serliga minnist hann aftur á okkara rættiliga tiltikna veður. Hóast hann frammanundan ferðini til Føroya hevði fingið at vita, at tað kundu verða allar árstíðirnar í einum degi [...] Brothers hava verið til í nógv ár eftirhondini. Teir byrjaðu seint í 60unum, og teir eru enn so aktivir, at teir júst eru farnir undir enn eina konsertferð kring heimin. Tað er í hesum sambandi, at teir
undir Varða ein býarmynd. Tey fullu sera væl til í Føroyum, men valdu kortini at flyta aftur til Danmarkar í 1973. Í mong ár høvdu hjúnini privatklinikk í Roskilde, og eftir at Bendt Jensen fór frá við eftirløn [...] Bendt Jensen gloymdi ongantíð tíðina í Føroyum og var føroyavinur um ein háls (hetta skal skiljast positivt). Hann var sera góður við Føroyar, og íbúðin á Frederiksberg var sum eitt gallarí við føroyskari list [...] sjúkrahúsum í Danmark og Norðursvøríki. Bendt Jensen var fyrsti yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, ið varð settur aftrat Paula Dahl, og hann átti eisini sín part í, at tað nýggja Landssjúkrahúsið stóð liðugt í 1967
nýtast í hesum førinum. Eisini er oljunýstlan munandi lægri enn í Føroyum. Í 2014 var samlaða oljunýtslan á Isle of Man 76.300 tons, meðan føroyska nýtslan var 140.000 tons. Føroyska nýtslan var nær um tvær [...] hægri enn í Føroyum, men orsøkin er at almennu avgjøldini eru væl hægri í Stóra Bretlandi. Verða avgjøldini drigin frá, so eru prísirnir á bensini og diesel á Isle of Man munandi lægri enn í Føroyum. Munurin [...] við prísirnar í Norðurlondum, tí har er marknaðurin nógv størri. Kappingareftirlitið hevur tikið hesar atfinningarnar í álvara, og er tí farið undir at samanbera kostnaðarstøðið í Føroyum við onnur smá
arbeiðir niðri í Danmark, og dóttrina, Alma á Lava, sum er lesandi her heima í Føroyum. Bent hevur ein abbason, sum bleiv føddur í 2006. Hann eitur Villiam. Tá ið børnini vóru smá, var Bent nógv við [...] og ferðaðist. Tað var bæði sommerland, húsvognar og smáttur, sum settu dám á summarið í útlondum. Bent gekk altíð undan, soleiðis at tað var trygt hjá børnunum at kasta seg út í avbjóðingarnar. Bent [...] Í gjár, hósdagin 14.07.12, fylti Bent á Lava 60 ár. Bent vaks upp í Jónas Broncksgøtu í Havn. Foreldrini vóru Jákup Tauser á Lava og Elisabeth á Lava. Bent misti bæði foreldrini, fyrst mammuna og síðani
og til- og fráflyting frá 1985 til í dag. Hesi árini frá 1985 fram til í dag hava verið stór sveiggj í fólkatalinum og -samansetingini. Hetta sæst aftur í óvissuni í framrokningini. Sum framrokningin sær [...] tí tað serliga eru fráflytingar, sum eru seinkaðar. Sum dømi kann nevnast, at í uppgerðini fyri einum mánaði síðani var fyribilstalið 50.006 fyri 1. mars. Nú ein mánað seinni er tað talið 49.994. Men [...] so líka til at finna útav. Fólkatalið verður funnið við at telja tey, sum eru skrásett at búgva í Føroyum. Tað gongur nakað av tíð, áðrenn allar skrásetingarnar eru komnar upp á pláss. Hetta ger, at uppgjørda
Kjartan D. Joensen, yvirtollari. Í trimum pørtum Í stuttum kunnu vit taka saman um og siga, at uppgávurnar hjá Tolli-og Skatti í sambandi vi: fiskakeyp og útflutning eru í trimum pørtum: 1) Hagtalsskráseting [...] tá i: avrokna: er millum seljara og keypara í útlandinum, sigur Kjartan. Hann heldur, at ein proformafaktura sum so er í lagi, har ta: er ney:ugt, tí keyparin í ávísum førum fyrst vil síggja, hvussu fiskurin [...] at fiskurin ver:ur handla:ur í fríari kapping og goldin, tá i: hann ver:ur keyptur. - Eg haldi, at ta: serliga var her, at vit høvdu ein trupulleika. Um hetta er ø:rvísi í dag, havi eg ikki grundarlag
flennir. - Men hetta var í 63, so eitt sindur av pengum hevur hetta verið. Men bassurin var í ringum standi, vísti tað seg. Í dag er bert kroppurin upprunaligur og bassurin stendur mær í dag í eini 200.000 krónum [...] flottasta slag. - Nei, tað er í grundini løgið. Í ?63 fór eg inn í ein handil í Studiestræde (Keypmannahavn, blðm) og har høvdu tey júst fingið nakrar bassar úr Týsklandi, har ein var frá 1830. Eg hevði tá ein [...] róptur NHØP, leggur ikki í at vera stjørna, hóast hann er millum kendastu bassleikarar í heiminum. - Eg eri bert sonur Pedersen í heimbygdini, sigur hann og flennir. Hann er føddur í 1946. - Pápi og mamma
er komin í gongd og í Hirtsals var prísurin á toskalivur 13 krónur fyri kilo í miðal. Granskarin roknar skeivt Enn meiri bersøgin var Mortan Johannesen, kendur fiskimaður og útróðrarmaður. Í fyrstu atløgu [...] framleiðsla fer fram í londunum rundan um okkum. - Men í Føroyum blaka vit heldur rávøruna í havið aftur heldur enn at gagnnýta hana, hóast virkið stendur tilbúgvið at taka ímóti henni. - Tað var hetta skilaloysið [...] Fimm krónur og 2000 krónur Hetta fekk fleiri fólk í fremstu røð í føroyska samfelagnum at loysa frá posabandinum. Ein av teimum var Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sum undrast á, hví livurin