Best hevði verið at nógvir fiskimenn fóru í land

- Jógvan við Keldu, Jan Højgaard og Mortan Johannesen hava týðiliga víst, hví skilaloysið hevur so fríar teymar í pseudo-paradísinum, Føroyum, sigur Hóraldur Joensen, granskari

- Tað er ikki so løgið, at støðan í Føroyum er so skilaleys. Tað hava Jógvan við Keldu, fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður, Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum og Mortan Johannesen, fiski-og útróðrarmaður so týðiliga víst okkum.

Tað heldur Hóraldur Joensen, granskingarleiðari á granskingarkjarnanum í evnafrøði og lívtøkni og Lektari á náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Hann sigur, at teir tríggir hava so týðiliga víst hugburðin hjá einum parti av føroyingum til alt, sum eitur gransking, menning og upplýsing.

- Hetta er ein hugburður, sum sjónliga sæst aftur í smáum tølum á okkara fíggjarlóg og við hesum hugburðinum, er tað ikki so løgið, at undirvísingarverkið, universitetið, og alt granskingarvirksemið er fíggjarliga niðurpínt, og at skilaloysið hevur so fríar teymar í stríð- og split-skadda pseudo-paradísinum, Føroyum.

Tað, sum Hóraldur Joensen sipar til, eru tær viðmerkingar frá ymsum føroyingum í fremstu røð, eftir at hann alment hevði harmast um, at føroyskir fiskimenn og útróðrarmenn ikki taka livrina við sær til lands, men heldur tveita hana beint í havið aftur.

Í hesum sambandið vísti Hóraldur Joensen á, at eini 8000 tons av livur verða blakað aftur í havið á hvørjum ári. Hevði hetta tilfeingið verið gagnnýtt, kundu vit økt okkara útflutningsvirðið einar tvær milliardir.

Umframt livur frá fiski, ber eisini til at gagnnýta livrina frá hávi, men avleiðingin av vánaligari fyriskipan á ovastu politisku rók, er, at hávafiskiskapurin er ikki nær í námind av tí, hann átti at verið.

- Varð rætt atborið, kundu vit fingið upp ímóti 500 tons av hávalivur til lands um árið, sigur Hóraldur Joensen.


Fimm krónur og 2000 krónur

Hetta fekk fleiri fólk í fremstu røð í føroyska samfelagnum at loysa frá posabandinum.

Ein av teimum var Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sum undrast á, hví livurin skal avreiðast fyri fimm krónur kilo, tá ið hávirkaðir úrdráttir úr livur verða keyptir aftur í handlunum fyri einar tvær krónur fyri grammið, ella einar 2000 krónur fyri kilo.

Hann heldur, at so leingi sum tøknifrøðin til livratøku vantar, loysir tað seg ikki hjá manningini at taka livur.

Í hesum sambandi staðfestir Hóraldur Joensen, at ein týðandi orsøk til, at tað er so stórur prísmunur á avreiðingarprísinum og søluprísinum, er at framleiðslukostnaðurin er ógvuliga høgur, samstundis sum tað krevur ovurstórar íløgur at hávirka livur.

- Men helst fer livraprísurin at hækka, tá ið framleiðslan veruliga er komin í gongd og í Hirtsals var prísurin á toskalivur 13 krónur fyri kilo í miðal.


Granskarin roknar skeivt

Enn meiri bersøgin var Mortan Johannesen, kendur fiskimaður og útróðrarmaður.

Í fyrstu atløgu helt hann, at roknistykkið hjá granskaranum var heilt burturvið.

Mortan Johannesen segði, at talan er ikki um 8000 tons av livur, sum kunnu fáast upp á land, men heldur 2000 tons, tí granskararnir hava roknað heilt skeivt, tá ið teir meta um, hvussu stórur partur av einum fiski, er livur. Og í pengum fáast í mesta lagi 35 milliónir burturúr livrini.

Mortan Johannesen helt eisini, at granskarar, sum hava sagt sína hugsan um at taka livur, vita onki um, hvat veruliga gongur fyri seg umborð á skipi og hvørjir vansarnir eru og at teir sleingja um seg við tølum sum eingin logikkur er í.

Hann heldur, at avreiðingarprísurin á livur má vera einar 20-30 krónur fyri kilo.

- At Mortan Johannesem vil hava 20-30 krónur fyri kilo og heldur at lúsa 35 milliónir er einki at tosa um kundi bent á, at hann er ikki heilt sørur og onkur sálarfrøðingur hevði kanska tulkað hetta sum ónøktaða og ótálmaða gyllinsgreði, heldur Hóraldur Joensen.

Hinvegin vísir hann á, at fiski- og útróðrarmonnum í Hirtsals fáa 13 krónur fyri kilo av livur og tað forðar teimum so ikki í at taka hana og føra hana til lands.

- Annars vísa allar kanningar, at Mortan Johannesen undirmetir livramongdina grovliga, tá ið hann sigur, at vit fáa bara 2000 tons av livur úr botnfiskinum undir Føroyum, tí rætta talið liggur um 8000 tons.

- Mortan Johannesen er helst sannførdur um síni tøl og óivað er tað samsvar millum tað, hann sigur og tað, hann hevur upplivað sum útróðrarmaður.

Útróðrarmenn fiska fyri tað mesta við línu, snellu og møguliga snøri inni á grunnum vatni, har fiskurin vanliga er minni á vøkstri og hevur minni livur enn fiskurin á djúpum vatni.

Hinvegin vísa drúgvar kanningar av toski á landgrunninum púra greitt, at toskur út á dýpinum er betri fyri enn toskur longur inni á landgrunninum, tí hann fær føðsluríkari føði.

Toskur á grunnum vatni er aloftast verri fyri, tí føðin er fyri tað mesta krabbadjór, skeljadjór og krossfisk, sum ikki er ikki so kostgóð og tí hevur hann minni livur enn toskurin á djúpum vatni.

Onnur fiskasløg við lutfalsliga stórari livur, eitt nú stórur upsi, longa, blálonga, brosma, havtaska fáast eina mest úti á djúpum vatni.

Hóraldur Joensen staðfestir hinvegin, at vit ongar umfatandi mátingar av livurinnihaldinum í føroysku botnfiskasløgunum, tað vil siga mátingar, sum eru gjørdar regluliga yvir eitt ávíst áramál, kanska annan hvønn mánað í tíggju ár, fyri at fáa lýst um munur er á árstíðunum.

- Orsøkin er einfalt tann, at fiskiveiðutjóðin Føroyar setir ikki pening av á fíggjarlógini til neyðugar rannsóknir og granskingar. Og føroysk fiskivinna bjóðar ikki heldur til at fremja slíka skipaða langtíðar gransking.


Skilaloysið var boðskapurin

Ein annar, sum hevði viðmerkingar til tað at taka livrina til lands, er Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður.

Hann staðfestir, at Hóraldur Joensen hevur ongi prógv og onga útgreining fyri, hvussu vit kunnu fáa tvær milliardir fyri livrina við at hávirka hana til lýsi

Hetta gevur Hóraldur Joensen honum rætt í.

- Tað bar ikki til at koma við nøkrum prógvum, tí har er einki at prógva. Men møguliga hevur Jógvan við Keldu eina serliga uppfatan av hugtakinum prógv.

- Í eini stuttari samrøðu í sjónvarpinum bar ikki til at leggja eina drúgva útgreining fram. Eg vísti bert á nakrar keldur við upplýsingum um rávørunøgd og prísir á lidnum úrdráttum.

Men granskarin leggur afturat, at hetta er heldur onki nýtt, tí slík framleiðsla fer fram í londunum rundan um okkum.

- Men í Føroyum blaka vit heldur rávøruna í havið aftur heldur enn at gagnnýta hana, hóast virkið stendur tilbúgvið at taka ímóti henni.

- Tað var hetta skilaloysið var høvuðsboðskapurin, sigur Hóraldur Joensen.


Granskarar bara snúlta

Hann heldur, at tað er rættuliga undranarvert, at ein av fyrrverandi leiðandi monnum landsins kallar øll tey, sum ikki beinleiðis økja um vinnu og útflutning okkara, fyri uppáhang hjá almenna sektorinum.

- Hesi fólk, sum ikki arbeiða í høvuðs- og framleiðsluvinnuni, eitt nú fólk í heilsuverkinum og undirvísingarverkinum, eru altso sníkar samfelagsins.

Hann staðfestir, at hesar útsagnir eru ikki heilt fremmandar í Føroyum.

Eitt dømi er, at ein løgtingsmaður og floksfelagi hjá Jógvani við Keldu, hevur áður í bløðunum vanærandi kalla øll ið hava longri útbúgving enn sjey ár í fólkaskúlanum, fyri køstaflugur sevilinum í landskassanum (Kjartan Joensen, blaðm).


Halda seg burtur

Hórhaldur Joensen sigur, at okkara ungu framfýsnu útbýnu fólk uttanlands hava við vissu lítlan hug til at oyðileggja sína yrkisleið ella karrieru við at koma heim til eitt menningarliga stirvnað vinnulív, vánaligan fólkaskúla, klandur- og stríð-plágað heilsuverk, fíggjarliga niðurpínt universitet og mestsum gelt granskingarumhvørvið fyri at gerast uppáhang hjá almenna sektorinum.

- Tey halda seg heldur burtur og verða verandi uttanlands í vælskipaðum samfeløgum og stygd heimanífrá av neiligum hugburði og eitrandi orðavali.

Hann staðfestir enn einaferð, at væl grundaðar metingar vísa, at vit kunnu fáa eini 8000 tons av fiskalivur um árið.

Men høvdu vit lurtað eftir tilmælum frá Fiskirannsóknarstovuni, kundu vit fingið uppaftur meiri av fiski og livur.

- Eftir upplýsingum frá Fiskirannsóknarstovuni, hevur veiðutrýstið eftir upsa og toski seinastu fimm árini verið tvær, tríggjar ferðir so høgt sum tað veiðutrýstið, ið hevði givið størstu lívfrøðiligu og fíggjarliga úrtøkuna. Serliga hevur veiðitrýstið eftir toski seinastu verið púra burtur úr vón og viti hesi seinastu fimm árini.

- Hetta hevur kostað føroyska samfelagnum heilt stórar peningaligar upphæddir og skal raksturin hjá føroyska fiskiflotanum betrast, er alneyðugt, at veiðitrýstið verður munandi skert.


Best at fara í land

Hóraldur Joensen sigur rætt og slætt, at tað besta fyri fiskastovnarnar, fiskiflotan, fiskimenn og allan okkara búskap, hevði verið, at ein munandi partur av øllum útróðrarmonnum og sjómonnum góvust við feskfiskaveiðu og fóru í land.

- Tá høvdu høvdu teir, sum eftir vóru, fingið væl betri fiskiskap, meiri og størri fisk, meiri livur, og stórri inntøku.

- Teir høvdu sostatt ikki havt fyri neyðini at verið so nógv á sjónum, og kundu tessvegna verið meiri heima og harvið høvdu teir í størri mun fingið høvi til at hvílt seg. Ringasta møðin og øðin inn á talsmenn móti ovveiðu hevði horvið sum døgg fyri sól og familjan hevði verið glaðari og lívsdygdin hevði hækkað.

Hann sigur, at teir, sum høvdu farið í land, kundu verið umskúlaðir innanlands ella uttanlands til annað yrki.

- Eitt nú kundi onkur fari at skriva søgur og bøkur. Hetta er ein táttur í undirvísingar- og granskingarhøpi her á landi, sum vit ikki hava troytt í sama mun sum onnur lond. Við dugnasemi og hepni kann nógvur peningur vinnast og inntøkan av slíkum bókum hevði styrkt privatbúskapin og kundi harafturat verið eitt rímiligt ískoyti til tjóðarbúskapin.

- Fleiri sólskinssøgur eru uttanlands og kendastu dømini í nýggjari tíð um slíkar bøkur eru víðagitnu ævintýr-bøkurnar hjá J. K. Rowling um Harry Potter og bøkurnar hjá Dan Brown. Harafturat eru fleiri av hesum bókum eisini gjørdar til film og hava vunnið milliardir av krónum.


Hugsa ikki um slíkt

Hóraldur Joensen staðfestir, at reiðararnir hava fingið veiðuloyvini ókeypis, og tí áttu teir eisini at havt eina ávísa samfelagsskyldu at fingið sum mest burturúr øllum tilfeinginum.

Hann vísir eisini á, at tað er bannað at tveita veið, sum er fólksins ogn, aftur í havið. Tí áttu teir eisini fyri langari tíð síðani at havt sett menningarætlanir í verk fyri at lætt um arbeiðsgongdina umborð, so at tað bar til at gagnnýta alt tilfeingið á skilabesta hátt.

- Men tað verður als ikki hugsa um slíkt. Tvørturímóti eru dømi um spildurnýggj før í føroyska feskfiskaflotanum, sum eru so vánaliga og fantasileyst innrættað, at arbeiðslagið á dekkinum er einki øðrvísi enn á teimum gomlu skipunum, tungt og strævið.

Hóraldur Joensen sigur, at annars er hugskotið hjá Mortani Johannesen gott um at føra fiskin til lands, ókruvdan.

- Hetta átti at verðið roynt við at sett kanningar í verk fyri at vita, hvussu góð livurin og restin av innvølunum er.

Ein vansi kann vera, at verður fiskurin blóðgaður, kann vatn ella sjógvur koma at livrini og tá verður hon ikki fyrstafloks.

Ein annar máti kann vera at føra fisk livandi til lands, tí tað hevur nógv fleiri fyrimunir enn flestu gera sær far um, men tíverri fekst eingin fígging til eina verkætlan um at føra livandi trolarafisk til lands.

Hóraldur Joensen sigur, at herumframt áttu vit at farið undir eina umfatandi og miðvísa process-tøkniliga gransking um at menna umfatandi ergonomiskar arbeiðsstøður, mekanisering og automatisering av livratøkutilgongdini.

- Óivað er tørvur á ymsum tekniskum loysnum til teir ymsu veiðihættirnar, men skal nakað munagott spyrjast burtur úr, má fyrst og fremst peningur setast av til menning og gransking, sigur Hóraldur Joensen.

Á www.setur.fo. hevur Hóraldur Joensen eina grein um sama evni, har hann útgreinar síni sjónarmið meiri.