Bendt Jensen var yvirlækni á Medisinskari deild á Landssjúkrahúsinum frá 1960 til 1973. Bendt varð føddur og uppvaksin í Odense og kom til Føroya at virka sum lækni á fyrsta sinni í 1959. Frammanundan hevði hann arbeitt á ymsum sjúkrahúsum í Danmark og Norðursvøríki.
Bendt Jensen var fyrsti yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, ið varð settur aftrat Paula Dahl, og hann átti eisini sín part í, at tað nýggja Landssjúkrahúsið stóð liðugt í 1967. Bendt Jensen bar orð fyri at vera ein sera dugnaligur og nærlagdur lækni og var væl kendur í læknaverðini fyri sínar medisinsku ritgerðir. Kundi fyri tað verið blivin doktari fleiri ferðir, men tað hevði slettis ikki hansara áhuga.
Bendt Jensen mundi eisini vera ein tann fyrsti danskari, ið gjørdist limur í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, nakað sum kanska ikki var so vanligt tá á døgum.
Í teirri lítlu Havnini, sum tá varð, gjørdust læknahjúnini Uppi undir Varða ein býarmynd. Tey fullu sera væl til í Føroyum, men valdu kortini at flyta aftur til Danmarkar í 1973. Í mong ár høvdu hjúnini privatklinikk í Roskilde, og eftir at Bendt Jensen fór frá við eftirløn, hava tey búð á Frederiksberg.
Bendt Jensen gloymdi ongantíð tíðina í Føroyum og var føroyavinur um ein háls (hetta skal skiljast positivt). Hann var sera góður við Føroyar, og íbúðin á Frederiksberg var sum eitt gallarí við føroyskari list. Bendt Jensen fylgdi væl við í føroyskum viðurskiftum og hevði framvegis, eftir so mong ár, nógvar góðar vinir bæði í Føroyum og ímillum føroyskar útisetar. Tað var so mangan at gamlar sjúkrasystrar og onnur lótu heilsa, og mangir føroyingar, útisetar eins væl og fólk í danmarkarørindum, hava sitið væl inni hjá læknahjúnunum. Heimføðingar høvdu kallað hetta føroyskt gestablídni, tá ið tað er best.
Harumframt eru vit nøkur, ið stóðu honum sera nær, og sum hava læknahjúnunum ómetaliga nógv fyri at takka.
Hesi seinastu árini var Bendt Jensen merktur av sjúku, men hansara tiltikna treiskni, ið bókstaviliga bjargaði honum á barnaárum, og sum førdi hann so langt á leið, helt eisini lívið í honum nú í seinastuni, tá ið likamið orkaði alt minni.
Bendt Jensen fer til gravar úr Godthåbskirken, Nylandsvej 51 á Frederiksberg, Leygardagin 16. Desembur klokkan 14.
Heri Eysturlíð










