Bensinið í Føroyum er eina krónu ov dýrt

Samanberingarnar við Isle of Man og Ytru Hebridur vísa, at prísurin á brennievni í Føroyum er um eina krónu hægri enn í hesum oyggjasamfeløgum

Hóast prísurin á brennievni er lækkaður nógv seinastu tíðina, sum eisini sæst í brúkaraprístalinum frá Hagstovuni, so metir Kappingareftirlitið, at prísirnir eru ov høgir í mun til hvat teir burdu verið.

 

Kappingareftirlitið hartaði herfyri føroysku oljufeløgini fyri, at teirra prísir vóru ov høgir. Effo og Magn svaraðu aftur við at siga, at tað er órættvíst at samanbera føroysku prísirnar við prísirnar í Norðurlondum, tí har er marknaðurin nógv størri.

 

Kappingareftirlitið hevur tikið hesar atfinningarnar í álvara, og er tí farið undir at samanbera kostnaðarstøðið í Føroyum við onnur smá oyggjasamfeløg. Í seinastu viku kom ein samanbering við prísin á Ytru Hebridunum og nú er so ein samanbering klár við prísin á Isle of Man.

 

Í báðum førum kemur kappingareftirlitið til somu niðurstøðu. Prísurin á brennievni í Føroyum er umleið eina krónu ov høgur fyri liturin.

 

Kappingareftirlitið skrivar, at tó at Isle of Man er nakað størri enn Føroyar í íbúgvatalið, so eru tangaskipini, sum sigla upp á Isle of Man, væl minni enn tey, sum koma til Føroya. Tí kann verjan hjá føroysku feløgunum, um at tangaskipini eru ov smá til at lækka prísin, ikki nýtast í hesum førinum.

 

Eisini er oljunýstlan munandi lægri enn í Føroyum. Í 2014 var samlaða oljunýtslan á Isle of Man 76.300 tons, meðan føroyska nýtslan var 140.000 tons. Føroyska nýtslan var nær um tvær ferðir so stór sum á Isle of Man.

 

- Sum tað framgongur av samanberingunum, so er søluprísurin á bensini og diesel á Isle of Man hægri enn í Føroyum, men orsøkin er at almennu avgjøldini eru væl hægri í Stóra Bretlandi. Verða avgjøldini drigin frá, so eru prísirnir á bensini og diesel á Isle of Man munandi lægri enn í Føroyum. Munurin er ávikavist 90 oyru fyri bensin og 85 oyri fyri diesel, skrivar Kappingareftirlitið.

 

- Samanberingarnar við Isle of Man og Ytru Hebridur vísa, at prísurin á bensin og diesel í Føroyum er áleið 1 krónu hægri enn í hesum oyggjasamfeløgum. Tað áhugaverda við hesi staðfesting er, at árliga nýtslan av brennievnum á Isle of Man og á Ytru Hebridum er væl lægri enn í Føroyum, er niðurstøðan hjá Kappingareftirlitinum.