stuttligt at vera fótbóltsleikari. Tað eigur skopuningurin Símin Hansen í øllum førum at sanna. Hann átti ein sera óhepnan leiklut, tá B71 vitjaði í Gøtu við vón um kærkomin stig. Útlini fyri einum óvæntaðum sigri [...] gestirnar á odda, tá bólturin tók í verjuspælara og fór í bleytum boga upp um Geza Turi. Men við eitt broytist alt. Símin Hansen er óheppin og fær ikki gjørt nógv annað, tá hann sendir bóltin í egi net. Fríspark [...] yvir, at nú var galið, og hann slapp sær alt fyri eitt av vøllinum, uttan so frægt at mótmæla. - Eg havi onga viðmerking til hendingina, slær hann fast. Heimaliðið omaná Anton Skoradal mátti vera fleiri
heildarfatan av gróðrinum á Landgrunninum , t.d. hvussu gróðurin broytist gjøgnum árstíðirnar í ymsum økjum og hvussu broytingar í havi og atmosferu ávirka gróðurin. Harafturat er nýggja vitanin eisini [...] variations with links to hydrography", og skal ritgerðin verjast 24. august á Vinnuháskúlanum har ein dómsnevnd við Bárðuri A. Niclasen, Náttúruvísindadeildin, Corinna Schrum, Geofysisk Institutt á Bergen
at henda við restina av bókini. - Hvør fer at tíma at geva eina stóra orðabók út, tá ein lítil er tøk? Um bara ein lítil orðabók kemur út, hevur minst helvtin av arbeiðinum verið til onga nyttu, sigur [...] bókaútgávur, tí ein grunnur sum Orðabókagrunnurin kann gera hetta nógv smidligari. Tørva effektiva leiðslu Kári Davidsen hevur heldur onki álit á Mentamálaráðnum. Hóast hann eftirlýsir ein meira ábyrgdarfullan [...] at føroyingar fara uttanlands at lesa. Í øllum hesum spæla orðabøkur ein stóran leiklut. Orðabøkur eru portrini inn til onnur mál. Ein útlendingur, sum í mong ár hevur arbeitt í Føroyum, er týski barnalæknin
stóran mun eru eftirbátar, so eru teldur og fartelefonir nú vorðin ogn teirra flestu. Ein telda nú á døgum er í grundini ein miðil, har tú bæði kanst móttaka skrivligt tilfar, ljóðtilfar og sjóntilfar – umframt [...] hava vit bøkur í hópatali. Vit hava bókasøvn, ið eru full av bókum, ið tey fægstu lána. Sjálvur havi eg ein heilan vegg í stovuni við hundraðtals bókum standandi. Summar verða nýttar nógv, men tær flestu [...] helst líka nógv eitt symbol sum ein distributiónsháttur. Bøkur eru vakrar (tær flestu), og tær rigga væl pakkaðar inn undir jólatrænum. Tað er helst meiri gleði í at lata upp ein pakka við eini nýprentaðari
misskilt. Endamálið við brævið mínum er at skapa karmar, so at vit fáa ein so góðan fólkaskúla sum til ber. Ein fólkaskúli sum rúmar øllum. Ein fólkaskúla, sum hevur rúm og orku (eisini teir smáu skúlarnir) til [...] spurningarnir, sum stinga seg upp. Eg havi kjakast við nógvar lærarar og skúlaleiðslur at leita mær svar. Eitt gongur aftur í øllum kjakinum við skúlafólk. Um vit skuldu skipað ein skúla í dag – til dagsins samfelag [...] landstýrisfólkum, sum vilja seta sítt fingramerki á skúlan. Eg síggi í dag ein skúla, sum fær alt fleiri uppgávur álagdar. Eg síggi ein skúla, har børnini stríðast, og har tørvurin á serligum átøkum veksur
Sjálvt um góðskan er á høgum støði, er ein ávísur vandi fyri endurtøkum til staðar, tá tey somu listafólkini sýna fram ár undan ári í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Ein ávís endurnýggjan er neyðug, skal listin [...] “Rakka okkum bara niður” skjeyt ein av listamonnunum upp og hóast tað mundi vera í spølni føldi ummælarin seg eitt sindur rakta av avbjóðingini, nú hon var á veg heim fyri á triðja sinni at skriva ummæli [...] samstundis sum verkini hava nakað kvirt og grundandi yvir sær. Málningarnir hjá Hjördis Haack mynda ein silvurtallerk, sum allir spegla hvør sína spegilsmynd. Hjördis hevur áður arbeitt við speglingum og
Tey fluttu ongantíð heim aftur. Hevur ein havt tað gott í Føroyum, so vil ein altíð heim aftur, uttan mun til hvat ein hevur gjørt. Einsamallir í Føroyum ? Ein onnur tungtvigandi orsøk til at føroyskir [...] kunna adoptera børn eins og onnur. Eg og Sørin hava tað gott kensluliga og materielt, at vit kundu saktans átikið okkum av verið foreldur fyri børn, men tað ber heldur ikki til. Eg havi ein vinmann í Noreg [...] ikki vera við til hetta møsnið hjá tykkum meira« Hóttan móti hjúnalagnum Ein vanlig fatan í Føroyum er, at skrásett parlag er ein hóttan móti hjúnalagnum. Hjúnalagið sum institutión hvørvur, um fólk av
sum eg havi gjørt, og eg renni hvørki undan mínum stíli ella mínari fortíð í Frændum. Á nýggju fløguni havi eg ikki roynt at flyta meg frá nøkrum, sum eg havi gjørt ella til nakað nýtt. Eg havi gjørt tað [...] tað rættiliga natúrligt, sum eg altíð havi gjørt, og tí er tað kanska ikki so løgið, at fólk kenna meg aftur. ? Eg havi ein stíl, sum fólk ivaleyst kenna, og hann vil eg fegin halda fast um. Tað kemur [...] til eina fløgu sjálvur, er tað lættari at fáa ein reyðan tráð at ganga ígjøgnum. ? Hendan fløgan er ein solofløga sammett við Frændur, men tað er framvegis ein bólkur, sum gevur hana út, tí allir limirnir
gott hugskot. Fleiri førdu fram, at ein slíkur dagur fór at virka sum salt í sárið hjá teimum avvarandi, ið hava mist ein kæran í ferðsluni. At teimum ikki tørvaði ein dag, har alt landið minti tey á teirra [...] miðja vit ímóti at hann verður. Ferðslan er jú ein ógvuliga týðandi faktorur í gerandisdegnum hjá okkum øllum, og óansæð um vit vilja tað ella ei, so eru vit ein partur av ferðsluni hvørjaferð vit fara út [...] tikin í so stórum álvara. ? Okkara mál er null-hugsjónin, og vit halda avgjørt, at hesin dagurin er ein góð áminning til fólk um, hvussu vandamikil ferðslan kann vera. Hann minnir fólk á, hvussu lítið í
uppaftur, áðrenn alt aftur verður, sum tað var, heldur Almfinn Jacobsen. maskinstjóri á Brimli, sum er ein av maskinmonnunu hjá Vaktar- og Bjargingarrtænastuni, sum søgdu størvini frá sær orsakað av, at st [...] Tjaldrinum, beint sum tað var komið í 1976, og er nú maskinstjóri á Brimli. Fram til 1. juni, um einki broytist í teirri trætuni, sum nú er. Hann sigur við Sosialin, at hann í skrivandi stund ikki kennir annað [...] søgdu seg úr teimum, fóru at fáa størvini aftur. Men soleiðis varð so ikki. ?Nú er so støðan tann, havi eg frætt, at teir menninir, sum hava søkt størvini og fingið tey, eru farnir at siga tey frá sær aftur