Kári Davidsen, studentaskúlalærari og orðabókarithøvundur, situr á einum dýrgripi, einari týsk-føroyskari orðabók við 120.000 leitiorðum. Ein háttur at meta arbeiðið til orðabókagerð er, at 20.000 leitiorð eru eitt ársverk, tað vil siga at týska orðabókin er verd seks ársverk. Men Kári Davidsen hevur ongan sáttmála fingið við Mentamálaráðið, og hóast bókin er klár at fara til prentingar, verður tað kanska ongantíð veruleiki.
- Mentamálaráðið hevur verið ótrúliga tungt at samráðast við. Leiðslan hevur ongan áhuga í at fáa orðabøkur út, og eg havi langt síðani mist vónina, um at bókin kemur út, sigur Kári Davidsen, sum ikki ætlar sær at geva bókina ókeypis frá sær.
Fyrstu ferð hann tosaði við Mentamálaráðið var, tá Signar á Brúnni júst var vorðin landsstýrismaður, og Jóannes Dalsgaard var nýggjur stjóri á Mentamálaráðnum. Nógvir mentamálaráðharrar hava sitið síðani, men Kári Davidsen hevur onga avtalu fingið.
- Torbjørn Jacobsen gjørdi eitt sprell og lovaði mær 470.000 krónur. Men hann setti sum krav, at bókin skuldi verða liðug innan nakrar mánaðir. Tað kláraði eg ikki, og so kom nýggjur landsstýrismaður, og stuðulin varð aftur jarðlagdur, greiðir Kári Davidsen frá.
Tvey tey seinastu árini hevur hann verið í útgávusamráðingum við Orðabókagrunnin, sum er ein sjálvsognarstovnur undir Mentamálaráðnum.
Men samráðingarnar við Orðabókagrunnin hava, sambært Kára Davidsen, gingið striltið. Grunnurin heldur seg ikki hava ráð at keypa alla bókina og hevur ynskt eina minni skúlaútgávu.
Kári Davidsen sigur, at tingingarnar gjørdist so fløktar, at hann fyri trimum mánaðum síðani bað ein sakførara koma inn í málið. Seinasti fundur var fyri góðari viku síðani, men Kári Davidsen hevur lítlar vónir um nakran sáttmála.
Ynskja minni bók
Kári á Rógvi, formaður í Orðabókagrunninum, sigur, at grunnurin hevur verið í samráðingum við Kára Davidsen, og hann væntar, at ein sáttmáli skjótt kemur undir land.
- Grunnurin hevur avmarkaðar miðlar, og vit settu okkum ikki førar fyri at fíggja eina stóra bókaútgávu, men vit hava bjóðað Kára Davidsen at geva eina minni skúlaútgávu út, sigur formaðurin í Orðabókagrunninum.
Kári Davidsen sigur, at hann er opin fyri møguleikanum at geva eina minni útgávu út.
- Men tað liggur eisini eitt arbeiðið í at minka bókina. Eg kann ikki bara klippa helvtina úr, tað má ein raðfesting og meting gerast, hvørji orð hava størst týdning til eina skúlaútgávu, greiðir Kári Davidsen frá. Og so stúrir hann eisini fyri, hvat fer at henda við restina av bókini.
- Hvør fer at tíma at geva eina stóra orðabók út, tá ein lítil er tøk? Um bara ein lítil orðabók kemur út, hevur minst helvtin av arbeiðinum verið til onga nyttu, sigur hann.
Tann vanligi hátturin at fíggja orðabókagerð í Føroyum, er at Mentamálaráðið játtar starvslønir til rithøvundar ella forløg, men Kári Davidsen hevur ikki fingið ein slíkan sáttmála í lag. Hann hevur gjørt bókina ólønt, og einasti almenni stuðul, sum hann hevur fingið, er stuðul til telduútgerð.
- Kanska helt Mentamálaráðið, at eg var so idealistiskur, at eg fór at geva teimum bókina fyri lítið og lætt. Men eg eri treiskur. Ein starvsfelagið segði við meg, at bókin fór at liggja á bringuni á mær, tá eg fór í grøvina, sigur Kári Davidsen smílandi, men leggur afturat, at hann sjálvandi helst hevði sæð, at bókin kom út til gagns fyri lærarar, næmingar, vinnulívsfólk, og onnur, sum hava brúk fyri at samskifta millum føroyskt og týskt.
Orðabøkur drukna í Mentamálaráðnum
Føroyar hava ongan orðabókapolitik, og orðabókaútgávur eru tí bundnar at ósjálvsøknum einstaklingum. Samstundis druknar almennur stuðul til orðabókagerð í embætisverkinum í Mentamálaráðnum. Hetta halda bæði Kári á Rógvi, formaður í Orðabókagrunninum og Kári Davidsen, orðabókarithøvundur.
ORÐABØKUR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Løgtingið játtar á hvørjum ári á leið eina millión til orðabókagerð. Mentamálaráðið umsitur hesa játtan, og fer hon til stuðul til ymiska orðabókagerð. Sosialurin hevur søkt um innlit í, hvussu játtanin verður býtt út, men hevur enn ikki fingið svar. Kári á Rógvi, formaður í Orðabókagrunninum, sigur, at fyrr fekk Orðabókagrunnurin allan henda pening, men tey seinastu mongu árini hevur grunnurin ongan stuðul fingið frá Mentamálaráðnum.
- Vit hava umhugsa at søkja oljufeløg og privatar fyritøkur um stuðul, tí í hesum alheims tíðum eigur vinnan eisini at hava áhuga í, at starvsfólk hava lætt við at flyta úr føroyskum í onnur mál.
Men Kári Davidsen, orðabókarithøvundur, heldur tað vera biddaragongd at søkja um privatan stuðul.
- Málpolitikkur og orðabókargerð er ein landsuppgáva. Hetta eigur landið at taka sær av. Alt annað er óvirðiligt, heldur hann.
- Eingin orðabókapolitikkur er orðaður, ongar visjónir eru settar upp, og tí er arbeiðið so bundið at løgnum einstaklingum, sum mær sjálvum, sum tíma at sita í einsemi og stríðast við einkult orð og vendingar.
Kári Davidsen hevur gjørt eina týsk-føroyska orðabók, meðan ein annar fyrrverandi starvsfelagið er í holt við at gera eina føroysk-týska orðabók, men onki samstarv hevur verið teirra millum.
- Aðrastaðni verður orðabókgerð stýrd úr erva og toymi verða sett at skriva orðabøkur, men hjá okkum er eingin stýring og onki samstarv, og tí liggja so nógvar orðabókaverkætlanir í hálvum gekki, heldur Kári Davidsen.
Føroyski marknaðurin er so lítil, at orðabókagerð ikki loysir seg ikki kommersielt. Tí hevur tað stóran týdning, hvat landið ger. Kári á Rógvi, sigur, at sum nú er, eru tað idealistiskir einstaklingar, sum dríva verkið, men ynskiligt hevði verið at hetta alt varð samskipað. Hann heldur ikki, at Mentamálaráðið eigur at umsita bókaútgávur, tí ein grunnur sum Orðabókagrunnurin kann gera hetta nógv smidligari.
Tørva effektiva leiðslu
Kári Davidsen hevur heldur onki álit á Mentamálaráðnum. Hóast hann eftirlýsir ein meira ábyrgdarfullan og yvirskipaðan orðabókarpolitik, so heldur hann ikki, at umsitingin av orðabókaútgávum skulu liggja hjá tí almenna.
- Løgtingið skuldi viðtikið, at Sprotin umsat alt orðabókaarbeiðið. Teir hava royndirnar og málsliga innlitið og áhugan. Sprotin hevur tey bestu fólkini og nógv tað bestu tøknina Og so hava teir eisini víst, at teir duga at fáa bøkur út, staðfestir Kári Davidsen.
Núverandi skipan við einari orðabókaumsiting í Mentamálaráðnum, einari í Orðabókagrunninum og einari triðju í privatum orðabókaforlagi er sambært Kára Davidsen spill av orku í einum lítlum samfelag sum Føroyum. Um føroysk orðabókagerð varð samlað undir einari effektivari leiðslu, so slapst undan tí tunga embætisveldinum, sum súltar allar góðar intentiónir í dag, heldur hann
Orðbøkurnar hjá Sprotanum eru teldutøkar, og geva møguleika fyri beinleiðis sambandið við brúkaran. Um onkur hevur eina viðmerking ella rætting, kann hon skrivast á heimasíðuna, og ritstjórarnir eru skjótir at dagføra orðabøkurnar, sigur Kári Davidsen.
Ein yvirskipaður orðabókapolitikkur skuldi eisini havt reglur, sum søgdu, at orðabøkur skulu dagførast fimta hvørt ár, og at tað í øllum førum ongantíð gingu meira enn tíggju ár millum dagføringarnar.
- Um bøkurnar ikki verða dagførdar alla tíðina, verða tær beinanvegin avoldaðar. Málið broytist jú alla tíðina, og í dag síggja vit hvønn dag nýggj ting, hugtøk og orðingar, sigur Kári Davidsen, sum heldur, at um orðabókagerð ikki verður hægri raðfest av føroyskum politikarum, kunnu vit líka so væl bara góðtaka, at vit ikki eru før fyri at røkja okkara mál.
Kári á Rógvi er samdur við Kára Davidsen í hesum.
- Skal málið vera lív lagað skulu meira pengar til, so einfalt er tað, sigur hann.
Orðabókagrunnurin kundi hugsa sær at umsitið allar føroyskar orðabøkur, ikki minst fyri at tryggja at tær verða dagførdar. Men hetta krevur pening, og hesin manglar, sigur Kári á Rógvi.
Alheimsgerð og málrøkt uttan orðabøkur
Í hesum PISA og alheimsdøgum kann tað kanska undra, at at týdningarmikið arbeiðsamboð sum orðabøkur ikki vera raðfestar hægri í føroyskum mentanarpolitikki. Hetta heldur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Skúlabókagrunni Føroya.
ORÐABØKUR
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Fyritreytin fyri allari samfelagsligari menning er opinleiki og útsýn. Føroysk vinna hevur tætt samstarv við útlandið. Føroysk mentan og føroyska almannaverkið hava eisini
tætt samstarv við onnur lond, og alt útbúgvingarverkið er treytað av, at føroyingar fara uttanlands at lesa. Í øllum hesum spæla orðabøkur ein stóran leiklut. Orðabøkur eru portrini inn til onnur mál.
Ein útlendingur, sum í mong ár hevur arbeitt í Føroyum, er týski barnalæknin, Ulrike Steuerwald. Hon hevur arbeitt nógv í Føroyum og eigur stóran part av æruni fyri at fleiri ílegusjúkur í Føroyum eru diagnostiseraðar.
Ulrike Steuerwald skilir og tosar føroyskt. Hesin kunnleiki er komin í dagliga arbeiðinum á Landsjúkrahúsinum og frá privat. Men orðabók hevur hon onga havt, og hetta hevur verið ein stórur saknur.
- Ein týsk-føroysk orðabók hevði gjørt tað nógv lættari fyri meg at læra føroyska málið, sigur hon og leggur afturat, at eisini fyri til dømis føroysk foreldur, sum mugu til Týsklands at geva børnum sínum røttu viðgerðina, ger ein týsk-føroysk orðabók nógvan mun.
Helena Dam á Neystabø, stjóri á Skúlabókagrunninum, sigur at í skúlaverkinum er eisini stórur tørvur á fleiri orðabókum. Skúlabókagrunnurin gevur út mállærutilfar, men málundirvísingin verður ikki optimal uttan orðabøkur.
- Tað hevur stóran týdning, at undirvísingin í fremmandamáli fer fram á móðurmálinum. Bæði tí tað er lættari, og tí tað styrkir kunnleikan um okkara egna mál, sigur Helena Dam á Neystabø.
Serliga í týskum heldur hon, at tað er upplagt at arbeiða beinleiðis millum málini, tí tey líkjast so nógv
Kári Davidsen brúkar onkuntíð teldutøku orðabókina í undirvísingartímunum, og royndirnar vísa, at tað fellur næmingunum nógv lættari at arbeiða beinleiðis millum føroyskt og týskt.
- Sum nú er, mugu næmingar fyrst brúka týsk-donsku orðabókina, og síðani eina dansk-føroyska. Tá næmingar hava funnið tað danska orðið, rennur føroyska orðið teimum ikki altíð til hugs. So velja teir antin eitt danskt orð ella hyggja teir í donsk-føroysku orðabókina.
Í báðum førum verður arbeiðið við føroyska málinum tungt og næstan fremmandagerðandi. Royndirnar hjá Kára Davidsen vísa eisini, at næmingar, sum arbeiða beinleiðis úr týskum til føroyskt hava eisini nógv penari mál.