“Rakka okkum bara niður” skjeyt ein av listamonnunum upp og hóast tað mundi vera í spølni føldi ummælarin seg eitt sindur rakta av avbjóðingini, nú hon var á veg heim fyri á triðja sinni at skriva ummæli av Heystframsýningini, sum allarhelst eisini hesa ferð fór at hella tann positiva vegin. Tann triðja Heystframsýningin bjóðar í løtuni uppá tríggjar sera ymiskar, men altso góðar listaupplivingar í høvuðstaðnum fram til 14.oktober. Sjálvt um góðskan er á høgum støði, er ein ávísur vandi fyri endurtøkum til staðar, tá tey somu listafólkini sýna fram ár undan ári í Listahøllini á Skipasmiðjuni. Ein ávís endurnýggjan er neyðug, skal listin framhaldandi kennast livandi og viðkomandi og tí er tað gott fyri ikki at siga neyðugt, at heystframsýningarbólkurin hevur tikið stig til at víðka um framsýningina og bjóða gestaframsýnarum við at sýna fram á teirra framsýning.
Norðurlandahúsið
Uppsetingin av listaverkunum í Norðurlandahúsinum er fyrimyndarliga góð. Framsýningin er ljós og vøkur og vísir hvussu framúr væl egnað Norðurlandahúsið er til glaslist. Hjördis Haack málar á lørift, men hennara átta stóru oljumálningar eru sum gjørdir til tann risastóra veggin í Klingruni og so hóska teir eisini ómetaliga væl saman við glasverkunum í sama rúmi. Samanumtikið er árinið av myndlistini í Klingruni ógvuliga estetiskt, samstundis sum verkini hava nakað kvirt og grundandi yvir sær. Málningarnir hjá Hjördis Haack mynda ein silvurtallerk, sum allir spegla hvør sína spegilsmynd. Hjördis hevur áður arbeitt við speglingum og við endurtøku av einum ávísum myndevni, sum verður málað í fleiri variantum við smáum avvikum. Stílurin er eftir øllum at døma realistiskur, hóast myndatilgongdin tykist abstrakt og grundað á hugskot. Monumentalu myndirnar eru sansaligar, bæði tá talan er um støddina, sum loyvir áskoðaranum so at siga at fara likamliga inn í myndina og tá talan er um ta eyðsýndu gleðina fyri tí tilfarsliga, sum gevur áminningar um málarí í barokktíðini.
Stólurin hjá Madonnu
Hjá amerikanska listamanninum Danny Lane, sum býr og arbeiðir í London, er eisini okkurt barokk-kent yvir hansara vakurleikadyrkan og serliga ansi fyri dekorativum detaljum. Split Wall eitur eitt framúrskarandi verk hjá listamanninum, sum í løtuni sær út sum um tað hoyrir til har tað stendur út í móti glasvegginum í Klingruni. Stóra glasstandmyndin er lagað upp av glasflísum, sum tilsamans tykjast mynda ein kompaktan blokk, ið er klovnaður. Men tað sæst skjótt, at rivan niður í gjøgnum standmyndina er gjølla umhugsað; hvør einstøk glasflís er fílað soleiðis, at hon passar inn í eina heild, sum broytist alt eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til standmyndina. Verkini hjá Danny Lane tykjast ógvuliga estetiskt tilvitað og tað vísir seg eisini, at hann sniðgevur innbúgv, tó at tað, sum verður framsýnt á Heystframsýningini neyvan er hugsað til praktiska nýtslu. Eg hevði so ikki torað at sett meg í tann lættbeinta, etruskiska glasstólin, men tað liggur ivaleyst betri fyri hjá Madonnu. Í øllum førum sigst hon eiga seks stykkir av hesum etruskiska stólinum, sum hon hevur fingið til gávus frá listamanninum.
Blátt
Ultramarinblái liturin hjá Tróndi Paturssyni er eyðkendur og hann er eisini høvuðslitur í ekspressivu, dekorativu glaslistaverkunum á hesum sinni. Tróndur sýnir m.a. fram eina 2,8 metrar høga glassúlu við ljósi innaní, sum ber heitið “Stakkur” og sum snýr seg um náttúruupplivingina av klettum og havi sum støði fyri eini kosmiskari fatan. Tróndur Patursson hevur fyrr sýnt fram glaslist saman við Danny Lane, so tað mann vera honum fyri at takka, at vit hava fingið eitt tílíkt heimsnavn við á ársins Heystframsýning.
Skipasmiðjan
Myndirnar hjá Anker Mortensen snúgva seg javnan um tað andaliga, men hesa ferð sýnir hann eisini fram standmyndir úr træi, sum sanniliga hava ein rituellan dám og sum hóska væl saman við teimum smáu ikonunum, sum hann hevur við á framsýningini. Hansara standmyndir stinga seg eitt sindur burturúr heildini og tað sama ger tað eina verki við teksti hjá Bjarna Werner Sørensen eisini. “Hetta er tann ordiliga Heystframsýningin” hoyrdi eg onkran greiða frá á ferniseringini. Á Skipasmiðjuni er tað samlaða úttrykkið eitt sindur meira lívligt enn í hinum báðum framsýningunum og tað kemst sjálvandi av, at vit her uppliva heili tíggju listafólk framsýna saman. Her verður sýnt fram nakað av tí besta av sonevndu føroyalistini (Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Torbjørn Olsen), sum bjóðar uppá føgur, meir og minni abstrakt landsløg, umframt eina fína lítla lýsing av Torbjørn Olsen, sum Andrias Andriasen hevur evnað til. Yngra ættarliðið av listafólkum er eisini umboðað við tveimum dynamiskum kompositiónum hjá Hansinu Iversen og onkrum øðrvísi, speiskum myndum hjá Hanna Bjartalíð.
Óhugni
Gestaframsýnarin Tummas Jákup Thomsen hevur kanska tað sermerktasta listarliga úttrykkið, ið er surrealistiskt eins og tað plagar, men óhugnaligari enn áður. Hann sýnir fram trý stór verk, har tað eina er sett saman av 9 løriftum. Hetta verkið er eisini tað, sum er mest eyðkent fyri stílin hjá Tummas Jákup, sum bæði er surreellur, psykodeliskur, naturalistiskur og naivur – alt í senn. Tummas Jákup teknar við blýanti á lørift og brúkar harumframt máling í heilt fáum litum; hvítt, blátt og svart. Tað samlaða árinið í hansara bási er virkuliga kalt. Á gólvinum standa smáar rammur við tekningum, sum tykjast barnsliga hugaðar. Á endavegginum sæst sjálvsmynd av listamanninum sum smádrongur. Hann er sunnudagsklæddur í troyggju og slipsi, væl greiddur við hondunum pent liggjandi framm á knøini. Sum hesin smádrongurin situr á kantinum á einum svørtum kassa og hyggur eftir onkrum uttanfyri myndarúmið, tykist hann fullkomiliga einsamallur, umgirdur av kulda. Marius Olsen hevur bert tríggjar myndir við á framsýningini í ár, men tær eru ótrúliga sterkar. Tann reyða sjálvsmyndin “Eg sá deyðan” gevur hugasamband við “Rød Villvin” hjá Edvardi Munch og er tó alt annað enn patetisk og patetisk gamaldags.
Pakkhúsið
At stíga inn í Müllers pakkhús er næstan sum at koma inn í eina kirkju, ella okkurt annað heilagt øki. Skýmliga hølið er upplýst av smalum ljósrípum, sum geva hølinum ein dramatiskan dám, sum hóskar væl til myndirnar hjá John Olsen. Summir áskoðarar eru forsyndaðir inn á glasrammurnar, sum spegla áskoðarar og rúmið, men eg haldi, at spegilsárinið er við til at undirstrika heildarkensluna av rúminum og listini. Við fyrsta eygnakast, tykjast myndirnar í litavali og detaljuríkdømi minna um gamlar raderingar og tusjtekningum hjá Leonardo da Vinci ella Albrecht Dürer, men hyggur tú nærri, sært tú, at tað í veruleikanum snýr seg um lutfalsliga nonfigurativ verk, sum eru skapað av og í náttúruni. John Olsen hevur ein rættiliga sermerktan arbeiðshátt, sum gongur fyri seg í fleiri umførum uttanfyri, helst tá tað er kalt í veðrinum. Hann letur seg inspirera av sláturi, sum hann brúkar beinleiðis í myndagerðini t.d. kann hann brúka skinnið, tálgina ella vombina til tess at sletta ella seta avtrykk á pappírið. Úrslitið er nakrar áhugaverdar myndir við lívrunnum formum, sum líkjast onkrum ímyndandi og so allíkavæl ikki og sum allar tilsamans hava okkurt ævigt, rituelt yvir sær. Framsýningin er virkuliga vøkur og hóskar sum so saman við restini av Heystframsýningin 2007; ein góð og fjølbroytt listaframsýning við einum greiðum forkærleika fyri tí vakra og dekorativa.










