Tað er ikki altíð stuttligt at vera fótbóltsleikari. Tað eigur skopuningurin Símin Hansen í øllum førum at sanna. Hann átti ein sera óhepnan leiklut, tá B71 vitjaði í Gøtu við vón um kærkomin stig. Útlini fyri einum óvæntaðum sigri vóru góð miðskeiðis í seinna hálvleiki. Mikkjal Hentze hevði lagt gestirnar á odda, tá bólturin tók í verjuspælara og fór í bleytum boga upp um Geza Turi. Men við eitt broytist alt. Símin Hansen er óheppin og fær ikki gjørt nógv annað, tá hann sendir bóltin í egi net. Fríspark kom úr høgru, tá Hjartvard Hansen skallaði í skinnabeini á verjuleikanum, áðrenn bólturin fór um málstrikuna. 2-2, sum eisini varð endiliga úrslitið. Løtu seinni var hann útvístur, tá hann – eftir hvat skilst – hevði klípt framherjan hjá Víkingi, Zoltan Bukszegi. Símin Hansen var full greiður yvir, at nú var galið, og hann slapp sær alt fyri eitt av vøllinum, uttan so frægt at mótmæla.
- Eg havi onga viðmerking til hendingina, slær hann fast.
Heimaliðið omaná
Anton Skoradal mátti vera fleiri av sínum stuðulsleikarum fyri uttan í gjár. Hans Jørgen Djurhuus, Andreas Lava Olsen, Niclas Niclasen og Atli Gregersen vóru leikbannaðir, meðan Magnus Skoralíð er burturstaddur. Og tað eigur at merkjast. Í sær sjálvum er tað ikki nøktandi at fáa tvey mál ímóti sær á heimavølli, men í gjár bóru áskoðararnir yvir heimaliðnum.
Tað byrjaði nú rættiliga væl. Víkingur var leikliga omaná, og í løtum trýstu teir gestirnar. Hjartvard Hansen, sum røkti uppgávuna sum vongverji í høgru, var fullkomiliga óansaður, tá hann stýrdi bóltinum upp um málið eftir fáum minuttum. Løtu seinni skuldi Zoltán Bukszegi lagt heimaliðið á odda, men av fimm-metra markinum sendi hann beint á Símun Rógva Hansen í málinum. Fyrsta málið kom, tá dysturin var 25 minuttir gamalur. Áslakkur Petersen sendi fríspark inn úr høgru, og hægstur var leigusveinurin úr FC Amager, Erling Jacobsen, sum stýrdi bóltinum í netið.
Men sekundvísarin var ikki komin meira enn tvær ferðir runt, tá bólturin var í hinum málinum. Nigerianin Patrick Sunday skjeyt sítt fyrsta mál fyri B71, tá hann sendi framvið Geza Turi.
Høvdu onga ætlan
Víkingur stríðist í løtuni við at verða føroysk umboðan í altjóða fótbólti í komandi kappingarári. Tað burdi tí verið krav at fáa fult í Sarpugerði móti B71. Men veruleikin er, at heimaliðið ongantíð setti sandoyingar undir trýst eftir hvíldina. Framrættaða spælið var lítið skipað, og tóktist tað sum, at Víkingur dúvaði upp á at fáa mál eftir onkra tilvildarliga støðu. Teir høvdu onga ætlan í framrættaða spælinum. Heimaliðið var, sum vanligt, sera vandamikið eftir deyðbóltstøður, og tað var eftir hesar, at bæði málini komu.
Sam Jacobsen, sum var liðformaður hjá Víkingi í gjár, var um reppið at skjóta sigursmálið í seinasta minuttinum, men við rygginum móti málinum sendi hann í stólpan.
Eyðkenni fyri bæði Víking og B71 er fyrimyndarligi stríðsviljin. Hóast leikararnir góvu seg fult út í gjár, so sóust ongar vandamiklar, glíðandi takklingar, sum vit ikki ynskja í fótbólti.
B71 hevði fleiri frálík uppspøl – millum annað tá Wellington rakti í stongina. Sandoyingar dugdi betri at undirhalda, men tað sigur seg sjálvt, at tað fekk stóra ávirkan, tá Símin Hansen var útvístur. Tá hugsaðu teir meira um verjupartin.
Rós til Páll
Páll Augustinusen dømdi dystin í Sarpugerði í gjár. Tað er ikki altíð lættasta uppgávan at vera dómari í hesum døgum, men hann skal eiga rós fyri sítt avrik her frá. Tað slepst ikki undan, at tað í hvørjum dysti eru ivasamar støður, men sum heild leiddi Páll Augustinusen sera væl.
- Dómarar hava sanniliga eisini uppiborið herðaklapp. Páll Augustinusen dømdi sera væl í gjár, eg kann ikki seta fingurin á nakra avgerð. Suverent, sigur Anton Skoradal, venjari hjá Víkingi.