borgum? Hentleikaflagg er ikki loysnin hjá rækjuvinnuni. Tað er løgið, at eingin hevur tosað um at økt eginpeningin í hesum skipum, talan er um. Hava eigarnir ikki sjálvir ráð, so eru møguleikar aðrastaðni [...] aðrastaðni. Gongur hetta ikki, traðka konkurslógirnar til, hóast hetta sjálvsagt er harmiligt fyri allar partar. Ein húsagangur ger ikki so stóran mun fyri føroyska samfelagið, um alternativið er útflagging [...] bonus umborð á grønlendskum trolarum. Har sigla nógvir føroyingar, og trívast teir væl har. Hví ber ikki til at tosa um eina slíka skipan í Føroyum? Ein slík skipan hevði hjálpt fiskimannin í sløkum tíðum
viga ráðini neyvt og ikki taka ta lættastu avgerðina, ið oftani er at ganga teimum á møti, ið rópa harðast. Tað er greitt, at tað ber ikki til at skerja alla veiðuna frá degi til annan. Men tað kann gerast [...] fiskivinnu søkja sær ráð hjá útlendskum fiskifrøðingi. Heldur er tað positivt. Men tá ráðini eru í so stórari andsøgn til bæði tað, sum ICES og okkara egnu fiskifrøðingar koma til, er rætt at rópa varskó [...] at gera sítt fótarbeiði og forarbeiði til lítar. Hellur hann seg bara til tað, ið ein íslendskur fiskifrøðingur sigur, setir hann okkara egnu fakligu ráðgeving til viks. Tá talan er um ráðgeving, ið eisini
karmum. Nú verður so tosað um at niðurleggja tað og leggja uppgávurnar undir onnur ráð. Vit eiga ikki at gloyma, at hetta ráð í dag eisini fevnir um týðandi øki sum umhvørvi og náttúru, øki, ið fleiri politikarar [...] spjødd til onnur ráð. Tá hugsað verður um tilverutilfeingið í havinum, um okkara støðu í Atlantshavi tvs. tær mongu hóttanir, ið lúra móti náttúru og umhvørvi, er greitt, at tíðin er komin til, at vit [...] viðurskifti skuldu kannast og at greið lóggávu fyriliggja, áðrenn farið varð til verka við leiting. Hetta varð best frágingið í serstakum ráð. Víst varð á vandar og óvissur, ið leiting og framleiðsla bera í sær
Hetta fer ikki minst at krevja øktar játtanir og at tilfeingi verður sett av til at framleiða gott tíðahóskandi lærutilfar, at bøta um skúlabygningar, til eftirútbúgving og ikki minst til ein endurnýggjaðan [...] taka í egnan barm og ásanna, at tey ikki fylgja nóg væl við, at tey ikki samstarva nóg væl við skúlan, og at tey lata børnini yvir til teldu, video og sjónvarp. Heldur ikki lærarin gongur fríur, sum formaður [...] almenning, so mugu allar góðar kreftir savnast til tess at fáa broytt støðuna til tað betra. Tað eru tíggju ár, til vit skulu verða millum heimsins fremstu tjóðir ikki minst á útbúgvingarøkinum. Hetta krevur
inniber, at vera eitt lítið land. Tað gera vit ikki í dag. Almenn eykagjøld útyvir skattin, er ein óskikkur, sum eisini er ósolidariskur, tí øll frá pensionistinum til rokskiparan gjalda vanliga somu upphædd [...] føroyingum hava fíggjarligar trupulleikar um eitt ár ella tvey, um tey ikki longu hava tað. Eitt skatta og avgjaldstrýst sum tað føroyska er ikki rættvísgjørt í teimum almennu tænastunum, sum føroyski borgarin [...] Harafturat hava vit sjúkrakassagjald, kringvarpsgjald, ALS gjald, bummpengar og onnur almenn gjøld, sum ikki fara yvir skattin. Útyvir hetta, so eru flestu dagligdagsvørur, undantikið kjøt og einstakar land
tænir løgtingi, landsstýri og øllum Føroya fólki til æru, um henda upphædd skjótast møguligt verður játtað til altjóða hjálpararbeiðið. Ein millión er ikki nógvur peningur, men í tí neyðstøðu, sum ræður [...] um okkara ábyrgd. Føroyingar eru altíð til reiðar at hjálpa tá stórar náttúruvanlukkur raka í útheiminum ? tað verið seg nær ella fjar. Fólk taka vanliga rívan til, tá soleiðis er og tað stendur sum kunnugt [...] humaniterum arbeiði á altjóða støði. Vit hava mangan á hesum staði mælt til, at tær almennu Føroyar skuldu tikið størri altjóða ábyrgd ikki bert, tá vanlukkur sum kríggj, hungursneyð og náttúrukatastrofur raka
trælahaldstíðini við høgg og slag vórðu riknir til trælamarknaðin og seldir á uppboði skamt frá grundøkinum, har Capitol varð bygt. Man hugur hans leita til tær trælalógir, sum her á Capitol vórðu samtyktar [...] orðini, sum fluttu, um ikki fjøllini, so tó meirilutan av kongresslimunum í senati og í umboðsmannatingi? Hvør verður Obama so sum forseti? Hvønn politikk fer hann at reka? Tað er ikki so einfalt at meta um [...] íløgur í undirstøðukervið. Hann fer at menna vitanarvinnur og ikki er óhugsandi, at hann fer at steðga flytingini av arbeiðsplássum til láglønarlond. Víðari ætlar hann at fremja tann heilsupolitiska reformin
sløttum lendi, at slík projekt taka ár. Tað verður ikki skjótari at gera ein nýggjan flogvøll í Føroyum, ikki minst tí, at tað finst so at siga ikki slætt lendi her. Ein nýggjur altjóða flogvøllur í Føroyum [...] um, til vit fáa ein nýggjan altjóða flogvøll. At steðga við øllum ábøtum nú er at skjóta okkum sjálvi í fótin við framhaldandi at hava fløskuhálsin óneyðuga trongan í eini 5 til 10 ár afturat, til skaða [...] flogferðslan fer at standa í stað tey næstu árini, og tí ber ikki til at sita hendur í favn og bíða eftir tí nýggja flogvøllinum. Okkara ráð skulu tí vera at gera neyðugu ábøturnar á verandi flogvøll í
inntøkuna upp til Toll og Skatt, so tey sleppa lættari. Skattalættin hjá hesi samgonguni er serliga komin teimum høgu meðalinntøkunum og teimum hægru inntøkunum væl við. Tær lægru inntøkurnar hava ikki fingið [...] fingið ikki sama lættan. M.a. hevur grundgevingin verið, at tær rinda so lítið í landsskatti. Arbeiðarafeløgini vístu kortini á aðra leið, sum ikki varð gingin. Nú skýtur so Fólkaflokkurin upp ein nýggjan s [...] hevur givið ein skattalætta til tey høgløntu, sum nú aftur kunnu fáa sær ein skattalætta fyri at keypa partabrøv í teimum einskildu fyritøkunum. Fólkaflokkurin kann ikki lastast fyri at koma við slíkum
inntøkuna upp til Toll og Skatt, so tey sleppa lættari. Skattalættin hjá hesi samgonguni er serliga komin teimum høgu meðalinntøkunum og teimum hægru inntøkunum væl við. Tær lægru inntøkurnar hava ikki fingið [...] fingið ikki sama lættan. M.a. hevur grundgevingin verið, at tær rinda so lítið í landsskatti. Arbeiðarafeløgini vístu kortini á aðra leið, sum ikki varð gingin. Nú skýtur so Fólkaflokkurin upp ein nýggjan s [...] hevur givið ein skattalætta til tey høgløntu, sum nú aftur kunnu fáa sær ein skattalætta fyri at keypa partabrøv í teimum einskildu fyritøkunum. Fólkaflokkurin kann ikki lastast fyri at koma við slíkum