Kofi Annan vísti á, at atgongd til kunningartøkni og internet nú eru fortreytir fyri búskaparligum og mentanarligum framburði og vælferð. Hann minti á, at sum støðan er, hava fátøku londini als ongan møguleika at koma við á KT-økinum. Hesi londini eru tí so at siga dømd at vera verandi eftirbátar í mun til ríka og framkomna heimin. ST-aðalskrivarin hevði tó eitt boð uppá eina loysn á hesum álvarsama trupulleika. Hann mælti til, at ríku ídnaðarlondini alt fyri eitt stovna ein stóran altjóða grunn undir ST til tess at menna KT-førleikar og kunningartøkni í Triðja Heiminum. Við at seta henda grunn á stovn kundi ójavnin javnast út og fólkið í fátæka partinum av heiminum kundi innan ávíst áramál koma uppá sama støði, sum ríki parturin av verðini.
Uppskotið hjá Kofi Annan er sera gott og vónandi fara ríku londini at taka undir við tí. Hendan gongdin, har tey fátøku londini dragna afturúr á øllum økjum, kann ikki halda fram. Sum longu nevnt gevur hetta rák ein ójavna, ið kann hótta heimsfriðin. Hetta er í sjálvum sær álvarsamt nokk. Ríki heimurin hevur eisini eina moralska skyldu at hjálpa fátæka heiminum fram. Ein gongd leið er at menna KT, men hetta hevur sum fortreyt, at skúla- og útbúgvingarskipanir í triðja heiminum verða mentar.
100 tals milliónir av børnum hava hvørki bústað, mat, reint vatn ella møguleikarbørn fyri skúlagongd. Milliónur eru faðir- og móðirleys orsakað av eyðkvæmi og øðrum herjandi sjúkum. Teimum trýtur sostatt at siga øll grundleggjandi mannarættindi. Øll støðan í Trijða Heiminum gerst bert verri at kalla á øllum økjum. Tað er bert Ríki Heimurin, sum kann hjálpa, og tað eigur hann (vit) at gera. Hjálpin eigur at vera veitt umvegis ST, um hon skal virka eftir ætlan. Føroyingar hava bæði fakligar førleikar eins væl og fíggjarligar møguleikar at vera við í royndunum hjá ST at menna KT-tøkni og KT førleikar í Triðja Heiminum. Vit hava Bitland verkætlanina og KT fyritøkur okkara eru millum tær fremstu í heiminum. Hetta átti at verðið ein avbjóðing hjá einum komandi landsstýri at tikið upp, so eisini vit føroyingar taka ábyrgd av okkara medmenniskjum í fátæka partinum av heiminum.
Sosialurin










