deyðir. Men óheftir vesturlendskir greinarar og fregnartænastur meta, at tíggjutúsundtals av russiskum hermonnum eru falnir í Ukraina. Putin legði fyrr á degnum fram eitt uppskot um eina friðarætlan. Afturfyri [...] Samstundis má Ukraina ongantíð gerast limur í Nato. Tað varð alt fyri alt sópað av borðinum av bæði Ukraina og vesturlendsku sameindu. /ritzau/
Zaporizjzja, Kherson, Donestk og Luhansk, og um Ukraina hevði uppgiið at gerast limur í Nato. – Um Ukraina gongur við til hesar treytir, so vil Russland steðga øllum stríði og farið undir samráðingar. Russiski [...] forsetin leggur afturat: – Um Ukraina og Vesturheimurin havnar okkar seinasta friðaruppskoti, so fer framtíðar staðan á vígvøllinum ikki at vera til fyrimuns fyri Kyiv, og treytirnar fyri nýggjum friðaruppskoti [...] propagandaátak. Men seindifólk og stjórnin í Sveis halda, at fundurin møgulig kann slóða fyri møguligum samráðingum við Russland. Umleið 40 heimsleiðarar – altso ríkis- og stjórnarleiðarar – væntast at
Bólkurin er væl samanspældur og dugir framúr væl at leggja tónleik til rættis og framføra hann. Hamradun var stovnað í 2015, og hesi árini síðani hava teir javnan spælt á stórum og smáum tiltøkum kring landið [...] Við mergjaðum rocki hava teir tikið land og fólk. Hamradun blandar fólkatónleik og kvæði við tungan rocktónleik og serføroyskt stev. Tað ger teir til heilt serstakan tónleikabólk – ikki bara í Føroyum [...] Pól Arni Holm, og rødd hansara er eitt serligt eyðkenni hjá Hamradun. Eingin dugir sum Pól Arni at syngja hetta slagið av tónleiki, sum hann fram um mong hevur verið við til at skapa og menna. Bólkurin
mjólk. Mjólkin fór fyri tað mesta til húsið og til familjuna, og so kundi onkur fáa burturav. - Mjólk kanst tú brúka til alt, og eg plagdi eisini at geva hundinum og kettuni av mjólkini. Eg fati ikki, at fólk [...] Tá eg var sterk og betri fyri, enn eg eri í dag, gróv eg nógvar veitir og gjørdi nógv tungt arbeiði. Nú er kroppurin slitin, og serliga merki eg hetta í lendunum høgru megin, eins og ryggurin heldur ikki [...] harmonikuni, setti seg á ein stól í stovuni og hegnisliga spældi eini tvey løg fyri okkum. - Viðhvørt er tað eitt sindur lagt ímillum, at eg taki harmonikuna fram, og so aðrar tíðir siti eg oftari við henni
dóttirin býr í Oyndarfirði, og hin eldra býr á Hellunum. Børnini hjá Símun Hans og Sonju gingu í skúla bæði á Hellunum og í Oyndarfirði, og tá tey vóru 14, fóru tey út á Strendur. - Tá vegurin kom, koyrdu [...] gamal, tá eg kom til Hellurnar og Sonja, sum gjørdist kona mín, er uppvaksin á Hellunum. Vit eiga tveir dreingir og tvær gentur. Hann sigur, at yngri sonurin býr á Skála, og hin eldri býr í Havn. Yngra dóttirin [...] lívbjargandi fyrstuhjálp, og yngri sonur okkara hjálpti til við fyrstuhjálpini. Tað eydnaðist teimum at fáa lív í aftur Símun Hans, og tá hann raknaði við, kom sjúkrabilur eftir honum og koyrdi hann á Lands
Breiðking og asfalt Dávur Juul vísir á, at Fuglafjarðar kommuna hevur verið í samskifti við Landsverk um vegin oman til Hellurnar, og her hevur kommunan ynskt, at vegurin verður breiðkaður og asfalteraður [...] renna oman fram við vegnum, og eisini hevur verið frammi at gera onkrar snøggar laðingar, sigur borgarstjórin. Dávur Juul sigur, at kommunan hevur brúkt nakað av peningi upp á vatið á Hellunum, og hetta er [...] Borgarstjóri er Dávur Juul, og hann veit at siga, at arbeitt hevur verið við einari sonevndari Hellu-verkætlan í nøkur ár. - Vit hava sett nakrar krónur av til hesa verkætlan, og her er eitt nú talan um ymiskar
Skúvoy er opin tríggjar dagar um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag. - Týsdag og hósdag havi eg opið tveir tímar fyrrapart og tveir tímar seinnapart, og leygardag havi eg opið til miðdags. Men, ein handil [...] lestur í kirkjuni, sum hann hevur gjørt í mong ár, og hann ber framvegis postin út, eins og pápin gjørdi í nógv ár. Í 44 ár hevur Meinhard havt postin, og í eini 15 ár hevði hann IRF, men tað hevur hann ikki [...] heldur hann fyri, at um lív og heilsa verður, er málið hjá honum í fyrstu syfti at hava handilin opnan fram til apríl næsta ár. - Vit lótu handil upp í Skúvoy í apríl í 1975, og soleiðis verða tað 50 ár síðan
Liverpool, Peter Gulacsi. Hann er í dag fyrstaval hjá RB Leipzig. Liðfelagin og miðverjin, Willi Orban, er ein spælari á veg fram. Upptakt: Skotland hevur nakað at prógva Stóra stjørnan er 23 ára gamli Dominik [...] Marco Rossi hevur hildið fast í ein 3-4-2-1 uppstilling og lítið bendir á, at hon verður broytt til EM-endaspælið. Ungarn hevur víst styrki og framdrift til seinastu endaspølini. Tað er ein góður møguleiki [...] er triðju ferð upp í slag, at Ungarn vinnur seg til EM-endaspælið. Liðið hevur fleiri góðar spælarar og tað er ikki óhugsandi, at Ungarn verður eitt av londunum, sum tú skal halda eyga við til endaspælið
skeltum og vegleiðingum um at virða privatlívið hjá fólki og virksemið á staðnum. Í Sunda kommunu halda tey ikki, at kunning og leiðreglur um eitt nú Saksun koma nóg týðiliga fram á bygdaskeltunum, og tí eru [...] virkar trongligt eftir vegnum og í bygdini, tá her eru so nógvir bilar og fólk, sum spyrja um ymiskt, og nógvar myndir verða tiknar. Slíkt kann vera troyttandi í longdini, og bøndur fýlast eisini á, at bøurin [...] hava tey eina rættiliga nýggja og dagførda ferðavinnuætlan fyri bygdirnar og økini í kommununi. Eingi neyv hagtøl eru fyri, hvussu nógv ferðafólk vitja í Sunda kommunu og soleiðis heldur ikki í Saksun
Stakkinum, og okkurt árið hava einir 12 seyðir verið at tikið – einir tveir veðrar, nakrar ær og nøkur lomb. Tá komið verður heim í bygdina við seyðinum, bjóðar Staksnevndin fjallfólkinum súpan, og síðan verða [...] seinnu hálvu av september, og hetta er samstundis byrjanin til heystfjøllini. Á Staksdegnum verður farið út í Stakkin eftir seyði. Ein serligur dámur er yvir hesum degi í bygdini, og tá kvøldið kemur verður [...] serstøk Staksnevnd, sum hagapartarnir í Tjørnuvík velja, og formaður í nevndini er Jógvan Magnussen. Nevndin hevur serstakan roknskap, sum verður lagdur fram á árligum hagafundi til góðkenningar. Fjallfólk fáa