Allar hurðar standa á gloppi í Tjørnuvík

Stakstiltakið er ein sera hugnaligur dagur, og hetta er nærmast sum ólavsøka í Tjørnuvík. Um kvøldið verður gingið húsagongd, og tá eru allar hurðar í bygdini opnar

Tjørnuvíkingar hava ein heilt serligan dag á hvørjum ári. Hetta er Staksdagurin, tá seyður og stykkir av seyði, sum hevur gingið í Stakkinum, verður selt á uppboði í bygdini.

 

Síðan Sunda kommuna fór at skipa fyri mentanardøgum, hevur Stakksdagurin ligið í endanum av hesum stóra tiltaki, sum verður fyriskipað um hálvan september.

 

Ein serligur dámur

 

Dagurin verður fyriskipaður ein leygardag í seinnu hálvu av september, og hetta er samstundis byrjanin til heystfjøllini.

 

Á Staksdegnum verður farið út í Stakkin eftir seyði.

 

Ein serligur dámur er yvir hesum degi í bygdini, og tá kvøldið kemur verður skipað fyri stórari veitslu í bygdahúsinum.

 

Í Tjørnuvík er ein serstøk Staksnevnd, sum hagapartarnir í Tjørnuvík velja, og formaður í nevndini er Jógvan Magnussen.

 

Nevndin hevur serstakan roknskap, sum verður lagdur fram á árligum hagafundi til góðkenningar.

 

 

 

Fjallfólk fáa suppu

 

Ymiskt er, hvussu nógvir seyðir ganga í Stakkinum, og okkurt árið hava einir 12 seyðir verið at tikið – einir tveir veðrar, nakrar ær og nøkur lomb.

 

Tá komið verður heim í bygdina við seyðinum, bjóðar Staksnevndin fjallfólkinum súpan, og síðan verða nakrir seyðir flettir og sundurlimaðir, og stykkini seld á uppboði.

 

Restin verður selt sum livandi seyður.

 

Tey, sum keypa heilan seyð úr Stakkinum, plaga - um tey ynskja tað - at fáa seyðin flettan, eftir at sjálv uppboðssølan er liðug.

 

 

 

Allar hurðar opnar

 

Á Staksdegnum skipar bygdahúsið eisini fyri ymiskum, og her plagar eitt nú at vera tombola. Um kvøldið er almennur dansur í bygdahúsinum.

 

Stakstiltakið er ein sera hugnaligur dagur, og hetta er nærmast sum ólavsøka í Tjørnuvík.

 

Um kvøldið verður gingið húsagongd, og tá er allar hurðar í bygdini opnar.

 

...