Hellurnar er minsta bygd í Fuglafjarðar kommunu, sum umframt Fuglafjørð eisini fevnir um Kambsdal.
Borgarstjóri er Dávur Juul, og hann veit at siga, at arbeitt hevur verið við einari sonevndari Hellu-verkætlan í nøkur ár.
- Vit hava sett nakrar krónur av til hesa verkætlan, og her er eitt nú talan um ymiskar fríðkingar í bygdini og umhvørvinum kring bygdina.
Dávur Juul vísir á, at tað eru trý umboð í Hellu-nevndini, har tvey eru av Hellunum, og so er borgarstjórin hin triði limurin.
Á Hellunum siga tey, at eitt, sum ætlanin er at broyta í bygdini, er eitt nú gomlu gøtulyktirnar, ið eru so himmalhøgar, sum onkur tekur til.
Borgarstjórin sigur, at nýggjar gøtulyktir eru keyptar til Hellurnar.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
Ymiskt á skrá
Í bygdini kundu tey eisini hugsað sær, at ruskplássið varð betur skipað.
Borgarstjórin vísir á, at eitt annað, sum eisini er upp á tal á Hellunum, er eitt alment wc og parkeringspláss.
- Tað er soleiðis, at seinasta pettið av vegnum oman til Hellurnar er rættiliga smalt, og tá umstøðurnar til parkering í bygdini eisini eru so vánaligar, er sjáldan, at størri bussar koyra oman í bygdina, sigur hann.
Breiðking og asfalt
Dávur Juul vísir á, at Fuglafjarðar kommuna hevur verið í samskifti við Landsverk um vegin oman til Hellurnar, og her hevur kommunan ynskt, at vegurin verður breiðkaður og asfalteraður av nýggjum.
- Í Hellu-ætlanini hevur eisini verið upp á tal at gera okkurt við smáu áirnar, sum renna oman fram við vegnum, og eisini hevur verið frammi at gera onkrar snøggar laðingar, sigur borgarstjórin.
Dávur Juul sigur, at kommunan hevur brúkt nakað av peningi upp á vatið á Hellunum, og hetta er ein verkætlan, sum byrjaði fyri hansara tíð.
- Her er sóttreinsað vatn, men nýggja vatnleiðingin er ikki liðug enn, leggur hann aftrat.
Ikki so ótolin
Á Hellunum eru tey eftir øllum at døma ikki so ótolin, og her hava tey eisini merkt sær, at Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt stórar íløgur í eitt nú skúla og ítróttarhús í Fuglafirði.
- Vit troka ikki á, men bíða, til tað kemur, segði onkur, sum vit hittu á Hellunum mánadagin í vikuni.
Fuglafjarðar Sløkkilið er rættiliga virkið, og eisini á Hellunum hava tey pumpur og roykkavaraútgerð, sum kundi verið fyrsta stigið, skuldi eldur komið í.
Nógv byggilendi
Kommunan eigur eingi grundstykki, sum kunnu seljast til møguliga sethúsabygging á Hellunum.
- Men, her er slætt, og her er nógv lendi, sum er egnað til bygging.
Dávur Juul sigur, at skuldi tað verið soleiðis, at onkur hevur hug at byggja sær sethús á Hellunum, fer hann ikki at liggja á boðunum.
- Eg trúgvi, at her kundi saktans funnist ein loysn, um so var, heldur borgarstjórin.