ólagi. – Hetta er ein ónd ringrás. Verjan hevur trupult við at loysa grundleggjandi uppgávur við teimum tólum, sum tey ráða yvir, sigur Torben Ørting Jørgensen, formaður í trygdarpolitiska felagsskapinum [...] uppgávur í Norðuratlantshavi, og at verjuskipið, sum var við Føroyar, fór til Grønlands at røkja uppgávur fyri løgdu skipini. – Tað er eitt óheppið signal at senda. Bæði til okkara sameindu grannalond – Norra
Tað skrivar Hagstovan. Við ársbyrjan vóru góð 19.300 húski í Føroyum. Tað eru 2.500 fleiri enn fyri tíggju árum síðani. Í sama tíðarskeiði er fólkatalið vaksið við yvir 6.000 fólkum. Tað Hagstovan tosar [...] persónar 18 ár og eldri. Í fjórða hvørjum húski býr bara eitt fólk. Hetta er størsti húskisbólkur. Av teimum 2.500 húskjunum, sum eru komin aftrat seinastu tíggju árini, er lítil helvt støk húski. Næststørsti
Trump Organization, fyri kunstiga at hava blást upp virða á felagnum. Tað skuldi vera gjørt fyri at fáa frægari lánitreytir. ##med2## Umframt Trump var málið reist ímóti tveimum teimum elstu synum hansara
termodraktir fyri at halda hitanum. Kuldin ger, at tú sært roykin frá andadráttinum hjá áskoðarunum. Aukustikkurin er elendigur. At hátalararnar eisini peika beint móti hvørjum øðrum ger, at oddsini fyri eini [...] konsertini. Tað var sum, at El Service var eitt slag av paralel universi, sum onki hevði Føroyar at gera. Fyri at geva tær eina mynd av pallinum, so stóðu Jens og Francine yvirav hvørjum øðrum, og tey vóru plaseraði [...] bein og merg. Og tað er fullkomuliga óskiljandi, hvussu mann kann fáa tað besta ljóðið nakrantíð í teimum ringastu umstøðunum nakrantíð. ##med8## You are the weakest link - goodbye Eitt, sum hendan konsertin
Í 2008 var valdur á ting fyri seinastu ferð fyri Fólkaflokkin, tí í 2011 stillaði hann upp fyri nýggja flokkin Framsókn, sum hann sjálvur stovnaði. Hann varð valdur á ting fyri Framsókn aftur á valunum [...] tá hann varð valdur í Tórshavnar býráð í 1980 fyri Fólkaflokkin. Hann var borgastjóri í 12 ár frá 1981 til og við 1992. Í 1984 varð hann valdur á ting fyri Fólkflokkin og aftur í 1990. Hann gavst fyribils [...] soleiðis sum teir liggja og bidda penga og hækka stuðulin úr Danmark til Føroyar. Eg fái gásarhold av teimum, sigur Poul Michelsen. Og um tað so skuldi gjørt, at vit fáa undirskot á fíggjarlógin, so sær Poul
Føroyar takkar øllum teimum, sum gjørdi hetta kvøldið gjørligt. Tey, sum ríkaðu okkum kvøldið við tónleiki og sangi. Tey, sum lótu fyrstafloks mat og drykkivørur. Hotel Føroyar fyri frálík høli og dugnalig [...] hesum sjúkum í Føroyum. 2024 er einki undantak, og eitt av størri tiltøkunum, sum Team Rynkeby skipar fyri, hevur verið hildið hetta vikuskiftið - nevniliga árliga gallaveitslan á Hotel Føroyum. Eins og siður [...] at 239.705 krónur eru komnar inn hetta kvøldið. Hvørt oyra fer til børnini. Eitt nú til at geva teimum og familjum teirra eitt fíggjarligt ískoyti, sum kann lætta um eina løtu, tá ið lívið gerst trupult
gransking Átøkini í politikkinum skulu bæði styrkja og menna verandi framleiðsluna og loysa fleiri av teimum stóru avbjóðingunum, sum bøndur hava gjørt vart við í mong ár, eins og politikkurin skal geva amboð [...] millum Veltuna, Búnaðarstovuna og Grøna Háskúlan. Gartnarin skal ráðgeva eldsálunum, sum stríðast fyri at velta grønmeti, og eisini taka lut í undirvísingini á Grøna Háskúlanum á Sandi. Harumframt skal [...] alt landið, bæði bóndum, sum vilja gera grønmeti til ein part av virkseminum á garðinum, og øllum teimum, sum velta til egna nýtslu, sum ítriv og sum íkast til húsarhaldið. Hetta samstarvið er eitt týðandi
ymiskum høpi. Møti nærum ikki nøkrum, sum er fyri at staðseta eina kirkju við Sandá. Havi ikki møtt einum tí einasta javnaðarfólki - ikki einum - sum er fyri at gera eitt so ógvusligt inntriv í náttúruna [...] hóast tær kosta? Tølini í kanningin eru sjáldsama greið. Fólk taka so dyggiliga undir við teimum, sum stríðast fyri at varðveita náttúrna, eisini við áir okkara. Hav í huga, at yvir 2000 fólk skrivaðu undir [...] hjá spyr.fo er sera greið: einans 20 prosent av íbúgvunum taka undir við staðsetingini í einum av teimum heilt fáu almennu fríøkjunum í høvuðssstaðnum. Afturímóti eru heili 60 prosent av íbúgvunum ímóti
Í kvøld verður Dansk Melodi Grand Prix hildið. Átta sangir eru við í kappingini, og ein av teimum skal kjósast at umboða Danmark í europeisku kappingini, sum í ár verður í Malmø. Ein av luttakarunum er [...] Dione, sum hevur nakað av føroyskum ættarbondum, luttekur eisini. Erik Struve Hansen, sum er leiðari fyri Grand Prixið í Danmark, heldur, at støðið í kappingini er sera høgt í ár, og hann hevur gott mót um
gongd í haga. Tað er bakgrundin fyri lógaruppskotinum um burðardygga ferðavinnu. Málið má vera at skapa nøktandi karmar fyri báðar vinnurnar umframt at vera nøktandi fyri borgararnar í landinum. Hetta er [...] Ferðavinnan eftirlýsir greiðari karmar fyri gongd í haga fyri at kunna gagnnýta hesar vakstrarmøguleikar, tá føroyska náttúran er eitt týðandi sølumið. Umboð fyri landbúnaðin hava alment eisini víst á, [...] Hagstovuni, ársroknskapinum hjá MBM og fíggjarlógini fyri 2022. ##med3## Í tjóðarroknskapinum ger Hagstova Føroya árligu bruttovirðisøkingina upp fyri allar geirar í Føroyum. BTÚ er sostatt framleiðsluvirðið