##med2##
Ferðavinnan og landbúnaðurin umskarast, tá umræður málið um gongd í haga. Tað er bakgrundin fyri lógaruppskotinum um burðardygga ferðavinnu. Málið má vera at skapa nøktandi karmar fyri báðar vinnurnar umframt at vera nøktandi fyri borgararnar í landinum.
Hetta er eitt kensluliga eymt evnið, tá tað eisini snýr seg um kensluna av rættvísi. Á tí einu síðuni, at landbúnaðurin hevur ein lógarfestan ræðisrætt at gagnnýta hagan til seyðahald. Og hinvegin, at føroyingar hava siðvenju at ganga í haganum og njóta føroysku náttúruna.
Tá metast skal um tørvin á at skapa nøktandi vinnukarmar, kann tað vera viðkomandi at leggja fram búskaparlig fakta um landbúnaðin og ferðavinnuna. Í talvuni niðanfyri eru slíkar upplýsingar frá uppgerðum hjá Hagstovuni, ársroknskapinum hjá MBM og fíggjarlógini fyri 2022.
##med3##
Í tjóðarroknskapinum ger Hagstova Føroya árligu bruttovirðisøkingina upp fyri allar geirar í Føroyum. BTÚ er sostatt framleiðsluvirðið frátrekt tilfarsnýtsluna, sum samstundis eisini svarar til samsýningina til arbeiðsmegi og kapitalin. Hagstovan ger hesi íkast upp fyri hvørja vinnugrein.
Ferðavinnan sum hugtak fevnir tó her um virðisskapanina í fleiri vinnum, so sum flutningur, gistingar, matstovur og upplivingar. Tó fevna tær 350 milliónir krónurnar í 2022 bert um innkomandi ferðavinnuna, tað vil siga ikki innlendis ferðavirksemi hjá okkum sjálvum. Sambært Hagstovuni er ætlanin at fáa gjørt hetta upp seinni í ár.
Landbúnaðurin er í tjóðarroknskapinum bólkaður fyri seg, tó er mjólkarframleiðslan hjá MBM tald upp í framleiðsluvinnuna. Sostatt vísir grafurin omanfyri gongdina í íkastinum til BTÚ frá landbúnaðinum, meðan í talvuni havi eg við støði í ársroknskapinum hjá MBM eisini lagt virðisøkingina í mjólkarframleiðsluni aftrat tí í landbúnaðinum. Mjólkarframleiðslan í MBM stendur fyri áleið helvtini av íkastinum til árligu búskaparligu virðisskapanina á 85 mió. kr. í 2022.
Onkur hevur víst á, at framleiðslan í landbúnaðinum til egna nýtslu og samsýning til eitt nú fjallgongufólk átti at verið talt við í BTÚ. Tað er púra rætt. Eg havi spurt meg fyri á Hagstovuni, sum eisini staðfestir hetta sama, men at í løtuni er tað bert tann handilsliga framleiðlsan, ið verður tald við. Júst hvussu nógvar milliónir krónur talan er um, kann vera ilt at meta um. Virðið á fjallgongutúrum hjá okkum borgarum er heldur ikki talt við í tjóðarroknskapin uttan so, at talan er um skipaðan túr, har ferðaleiðari fær samsýning.
Stuðulin til landbúnaðin á 20 mió.kr er íroknað 7 mió.kr til mjólkarframleiðslu og 6 mió.kr til stráfóður. Stuðulin til ferðavinnuna á 20 mió. kr. er játtanin til Visit Faroe Islands. Meðan almenna játtanin til VFI einamest fer til útlendis marknaðarføring og innlendis menning av ferðavinnuni, so fer landbúnaðarstuðulin til at fíggja munandi part av rakstrarútreiðslunum.
Verandi ferðafólkaavgjald eisini viðførir inntøkur til Landskassan á 13-14 mió.kr. Sambært nýggja lógaruppskotinum skulu hesar inntøkur økjast næstu árini við 20 mió. kr. við nýggja náttúruverndargjaldinum á 150 krónur fyri hvønn ferðandi. Hetta byggir á, at ferðafólkatalið veksur úr áleið 110.000 í 2022 til 145.000 árliga í 2026.
Víst hevur verið á, at gistingar og leigubilar hjá innkomandi ferðafólkum eru frítikin fyri MVG, sum kann tulkast sum óbeinleiðis vinnustudningur. Slík MVG frítøka er vanlig í flestu evropeisku londunum, tó ikki í Danmark. Skattabúskaparliga er hugsanin við MVG at vera ein nýtsluskattur á borgararnar í landinum til at fíggja almennu tænasturnar til hesar borgarar.
Í løntakatalinum fyri ferðavinnuna í talvuni eru bert tey áleið 900 í matstovu- og gistingarhúsvinnuni, meðan tað helst eru onnur 500 av teimum í flutningsvinnuni, hvørs livibreyð eisini er treyta av ferðavinnuni. Hinvegin eru øll størvini í matstovu- og gistingarhúsvinnuni ikki knýtt beinleiðis at ferðavinnuni. Rætta talið í ferðavinnuni er sostatt helst áleið 1200 løntakarar í miðal við rættiliga stórum muni millum summar og vetur. Í landbúnaðinum starvast í miðal hálvannaðhundrað íroknað starvsfólkini í MBM.
Samanumtikið kann staðfestast, at ferðavinnan í dag vigar fleiri ferðir so nógv sum landbúnaðurin í samfelagsbúskapinum. Harvið er onki sagt um, at nýggja uppskotið til burðardygga ferðavinnu gevur røttu karmarnar til vinnurnar báðar.
Seinnu árini eru stórar útbyggingar gjørdar í ferðavinnuni við íløgum í nýggj gistingarhús, sum gevur møguleika at vaksa munandi um virksemi. Ferðavinnan eftirlýsir greiðari karmar fyri gongd í haga fyri at kunna gagnnýta hesar vakstrarmøguleikar, tá føroyska náttúran er eitt týðandi sølumið.
Umboð fyri landbúnaðin hava alment eisini víst á, at tað eru stórir vakstrarmøguleikar í landbúnaðarferðavinnu, har tey í løtuni gera útgreiningar av hesum. Tí er eisini neyðugt, at nýggju vinnukarmarnir ikki taka burtur áhugan hjá festarum og jarðeigarum at gagnnýta hesar møguleikar. Her fáa kommunurnar ein avgerandi leiklut at gera ferðavinnuætlanir og skipanir, soleiðis at tey lokalu fáa nøktandi burtur úr, umframt at vegir og gøtur verða gjørdar og hildnar viðlíka.
Búskaparlig fakta frá tjóðarroknskapinum vísir tørvin á nøktandi karmum fyri bæði ferðavinnu og landbúnaðin at virka undir.
Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur














