Trump í øðini inn á dómara á veljaratiltaki í Michigan

Avgerðin í rættarmálinum um svik ímóti Trump fríggjadagin er eitt álop á allar amerikanarar, sigur fyrrverandi forsetin

 

Á veljaratiltaki í Waterford Township í Michigan endurtók fyrrverandi forsetin, Donald Trump, ódokumenteraða pástandin um, at hann tapti forsetavalið ímóti Biden í 2020 tí at valsvik varð framt. - Foto: Rebecca Cook/Reuters

Á einum veljaratiltaki í statinum Michigan í gjar var Donald Trump í øðini inn á tann dómaran, sum hevur dømt í einum máli um svik ímóti fyrrverandi forsetanum.

Í málinum hevur Arthur Engoron dómari fríggjadagin gjørt av, at Donald Trump fær forboð ímóti at reka virki í amerikanska statinum New York í trý ár, eins og at hann skal gjalda næstan 355 milliónir dollarar.

Upphæddin svarar til 2,5 milliardir krónur.

Á veljaratiltakinum í Waterford Township í Michigan segði Trump, at »hesar endurtøkurnar av valdsmisnýtslu ikki bara eru álop á meg, tað eru álop á allar amerikanarar«, skrivar tíðindastovan Reuters.

Á veljaratiltakinum endurtók Trump eisini tann ódokumentaraða pástandin um, at tapið móti sitandi forsetanum, Joe Biden, í 2020 var grundað á valsvik.

Trump-viðhaldsfólk høvdu skeltið við áskriftini »koyr Biden frá«.

Trump er í løtuni favorittur til at vinna republikanska uppstillingarvalið til forsetavalið í november í ár. Demokratiski Joe Biden fer eftir at vinna fýra ár afturat í starvinum.

Málið um svik ímóti Trump, sum varð avgjørt fríggjadagin, reisti løgmálaráðfrúan í New York, Letitia James, sum ákærdi fyrrverandi amerikanska forsetan og familjuvirki hansara, Trump Organization, fyri kunstiga at hava blást upp virða á felagnum.

Tað skuldi vera gjørt fyri at fáa frægari lánitreytir.

 

##med2##

Umframt Trump var málið reist ímóti tveimum teimum elstu synum hansara, Donald Trump Jr. og Eric Trump.

Í avgerðini skrivar dómarin, at Trump og hinir skuldsettu ikki duga at viðurkenna sínar feilir.

/ritzau/

 


 

 

Á veljaratiltaki í Waterford Township í Michigan endurtók fyrrverandi forsetin, Donald Trump, ódokumenteraða pástandin um, at hann tapti forsetavalið ímóti Biden í 2020 tí at valsvik varð framt. - Foto: Rebecca Cook/Reuters

Viðhaldsfólk hjá Donald Trump møttu við skeltum við áskriftini »fire Biden«. - Foto: Rebecca Cook/Reuters