Í kvøld verður Dansk Melodi Grand Prix hildið. Átta sangir eru við í kappingini, og ein av teimum skal kjósast at umboða Danmark í europeisku kappingini, sum í ár verður í Malmø.
Ein av luttakarunum er føroyski poppsangarin Janus Wiberg Mortensen, sum fer at syngja sangin "I Need Your Love". Aura Dione, sum hevur nakað av føroyskum ættarbondum, luttekur eisini.
Erik Struve Hansen, sum er leiðari fyri Grand Prixið í Danmark, heldur, at støðið í kappingini er sera høgt í ár, og hann hevur gott mót um, at Danmark fer at standa seg væl í Eurovision í mai.
– Eg kann ikki minnast, at tað áður hava verið so nógvir viðurkendir tónleikarar við í kappingini, sum tað eru í ár, sigur hann sambært Ritzau.
Hann vísir á, at kendir poppsangarar sum Aura Dione og Basim luttaka, og at tónleikarar úr eitt nú Carpark North og Alphabeat hava verið við til at skriva sangir.
Málið hjá Danmark er at koma í finaluna í Eurovision. Tað hevur Danmark ikki megnað seinastu trý árini.
– Allir sangirnir hava danskar sangskrivarar ella sangarar. Harvið hevur kappingin eitt greitt danskt eyðkenni, men samstundis peika sangirnir málrættað inn í Eurovision, sigur Erik Struve Hansen.
Danska Grand Prixið verður í kvøld kl. 19.











