kl. 13 giftast í Vestmanna Kirkju, Jeannet J. Mouritsen, Sørvágur og Klæmint Joensen, Vestmanna. Veitslan verður fyri innbodnum á Hotel Føroyum kl. 18. Brúðarhús verður á Traðarvegi 19 í Sørvági sunnudagin [...] giftast Malan Ludvig, Tórshavn og Dávur Brøðraberg, Tórshavn. Vígslan verður í Vesturkirkjuni kl. 11, og nátturði verður í Sjóndeplinum í Tórshavn frá kl. 19. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum [...] Linklett úr Klaksvík prógv sum bygningsstruktør frá Århus Tech. Hann hevur staðið í læru hjá Enkon a/s í Hadsten. Úrslitið varð 12 í karakteri, og fekk hann eisini bronsu fyri avrikið, ið varð serstakliga væl
Sílið hava bart um oddasessin í 5-mannaførum við dreingjum, og undan Varmakelduni í Fuglafirði leygardagin hevði Havfrúgvin vunnið tveir róðrar, meðan Sílið hevði vunnið ein. Í FM-stríðnum vóru eisini bert [...] sum hoyrir heima í Kvívík. Hetta vísti seg at vera ein góð avgerð, tí dreingirnir úr Vestmanna fingu eitt annað pláss, samstundis sum teir syrgdu fyri, at Havfrúgvin økti um munin í samlaða FM-stríðnum [...] róðrinum leygardagin. Hjálp frá bygdarmonnum Men manningarnar úr Vestmanna vildu tað tó soleiðis, at tær settu seg á bæði fyrsta og annað plássi í kappingini á Varmakeldu. Havfrúgvin vann fyri triðju ferð á
Dagurin nærkast, tá VÍF skal spæla Europa-Cup hondbólt, og í Vestmanna er spenningurin við at koma í hæddina nú. Nógv verður prátað um dystirnar, sum verða leygardagin og sunnudagin, og væntast kannat [...] ikki so nógv av í venjingini hesa vikuna. Teir hava vant í langa tíð, og eru væl fyri. Hesa vikuna hevur løtt og taktisk venjing verið á skránni, og seinasta venjingin undan dystunum verður í kvøld. Tá dystirnir [...] aftur. VÍF hevur fingið fleiri fyrispurningar um at spæla annan dystin í Havn, men teir hava tikið avgerð um at spæla í Vestmanna bæði leygardagin og sunnudagi, og tann avgerðin stendur við. Báðir dystirnir
Aðrar slíkar boringar eru áður gjørdar í Vestmanna og oman fyri Kvívík, og hetta eru arbeiði, sum Landsverk og Jarðfeingi taka sær av, leggur hann aftrat. ##med2## Í samrøðu við In.fo sigur verkfrøðingurin [...] bygdur. Boriarbeiðið í Leynum er ein liður í arbeiðnum at lata fleiri møguleikar um linjuføringina standa opnar. - Boriarbeiðið hevur verið boðið út, og tað var Brunnboring, sum er fyritøka í Eysturoy, ið fekk [...] Ein millión krónur eru settar av á løgtingsfíggjarlógini fyri 2024 í samband við ein møguligan tunnil til Vestmanna. Talan hevur serliga verið um tvær linjuføringar, harav hin norðara er norðan fyri Kvívík
Tað eru bara tvær av teimum 27 kommununum í Føroyum, sum eru størri enn næststørsta búpláss í Tórshavnar kommunu. Tá Hoyvík kom upp í Tórshavnar kommunu í 1980 var talan um ein lítla bygd. Men nú er Hoyvík [...] Hoyvík er triðstørsti býur í Føroyum og vaks í fjør 3,5 ferðir skjótari enn Klaksvík. Tað vil siga, at um gongdin heldur fram, so kann Hoyvík skjótt yvirhála Klaksvík í fólkatali. Í Hoyvík búgva eftir seinastu [...] 10 størstu býir og bygdir í Føroyum: 1 Tórshavn 14.001 fólk 2 Klaksvík 5.046 fólk 3 Hoyvík 4.574 fólk 4 Argir 2.507 fólk 5 Fuglafjørður 1.613 fólk 6 Vágur 1.371 fólk 7 Vestmanna 1.268 fólk 8 Sørvágur 1.145
heldur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna. Hann er rættiliga misnøgdur við ætlanina hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, um at skipa landið í fimm deplar, tí hann stúrir fyri, at [...] Borgarstjórin í Vestmanna staðfestir, at, sum støðan er nú, er heilsverkið í hvussu so er ikki verða fyri brúkaran. - Heldur skal heilsuverkið verða fyri at tvíhalda um nøkur arbeiðspláss, í teim økjum, [...] tá ið landsstýrismaðurin sjálvur býr í Klaksvík, umframt eini fýra-fimm onnur, ið ráða fyri borgum, sigur hann. - Tey fara nokk at tvíhalda um tey arbeiðsplássini í sínum øki, heldur enn at lata vit og
##med2## VÍF vann seg uppá oddasessin í SMS-deildini við einum 26-22 sigri á Kyndli í Vestmanna í kvøld. Í steðginum var støðan 13-11 til VÍF, so VÍF vann báðar hálvleikirnar 13-11. Toppskjútti hjá VÍF [...] Samrøðan snúði seg eisini um manslandsliðið sum spælir móti einum Okkaradeildar-úrvalsliðið í Vestmanna í kvøld. Støðan (hsf.fo) Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig VÍF 6 173 132 41 10 H71 5 152 119 [...] H. Hoydal gjørdi við toppskjúttan hjá VÍF, Duritu C. Jojic sum hamraði níggju bóltar í málið hjá Kyndli. Tó lá tað í óvissuni um Durita fekk ein so stóran leiklut, tí hon var óttafull um, at ein skaði fór
á Kollafjørð, sum framvegis er á odda í 1. deild. Eisini í botninum er spenningurin stórur, tí Klaksvík 2 nú er farið fram um Vestmanna við einum hálvum stigi. Í dystinum millum Klaksvík 1 og Havnina vann [...] afturat við at vinna á Símun P. Anthoniussen. Vestmanna tapti 1-3 móti Streymi og datt niður á aftasta pláss í deildini. Kollfirðingar vunnu oddadystin Í 2. deild telvaðu oddaliðini Toftir og Kollafjørður [...] Nú bert tvey umfør eru eftir í liðkappingini í talvi, eru bert tvey stig á muni millum Kollafjørð og Havnina. Seinasta vikuskiftið vann Havnin 3-1 á Klaksvík 1, og fyri klaksvíkingar merkti ósigurin, at
ímillum Vestmanna og Kollafjørð, so at seyður ikki sleppur á vegin. Hendrik Old sigur, at í hasum økinum er stik sett upp framvið nøkrum vegastrekkjum, eitt nú framvið landsvegnum fram við vatninum í Vágum [...] fremst at stika framvið vegnum ímillum Effostøðina í Kollafirði og Leynatunnilin. Leysliga mett kostar tað 2,5 milliónir at fáa vegin frá rundkoyringini í Kollafirði til rundkoyringina við Vágatunnilin s [...] verið til at stika framvið landsvegi í ár. Hinvegin var ætlanin at brúka ein part av játtanini til trygdartiltøk til at stika ímillum Kollafjørð og Leynatunnilin í ár, men tað miseydnaðist. Afturfyri er
at vera nú fríggjakvøldið klokkan 18 í Skákinum. Í fjør vunnu sandavágsmenn bæði FM og steypakappingina, og Sandavágur legði sannførandi fyri í nýggju kappingini. Í grannauppgerðini ímóti vestmenningum [...] Í vikuskiftinum varð farið undir nýggju FM kappingina í talvi fyri lið. Seks lið eru í bestu deildini, og tveir av teimum trimum ásettu dystunum vórðu telvaðir. Innanhýsis uppgerðin millum Klaksvík 1 og [...] Nielsen og Høgna Egilstoft Nielsen og við Carl Eli Nolsøe Samuelsen á triðja borði vunnu 4-0 á Vestmanna Talvfelag, sum var mannað við Jákupi á Rógvu Andreasen, John Jacobsen, Einari Olsen og Alfredi Olsen