Dagurin nærkast, tá VÍF skal spæla Europa-Cup hondbólt, og í Vestmanna er spenningurin við at koma í hæddina nú.
Nógv verður prátað um dystirnar, sum verða leygardagin og sunnudagin, og væntast kannat høllin fer at kóka undir dystunum, sum báðir verða spældir klokkan 17.00.
Mótstøðuliðið hjá VÍF er rumenska Dynamo Bukarest, sum telist millum tey heilt sterku feløgini í Europa.
Vestmenningar kenna nakað til liðið, og teir vita ið hvussu so er, at talan verður um typiskar hondbóltsspælarar, tá hugsað verður um elituna í Europa. Teir eru stórir og sterkir og spæla skjótan og góðan hondbólt.
Bert tveir av spælarunum hjá Dynamo Bukarest eru undir 190 sentimetrar, og fleiri av onkrir rísa upp um teir tveir metrarnar.
Í so máta fer Bukarest at hava ein fyrimun, men tað er vanligt tá føroyingar royna seg móti útlendskum feløgum.
Eftir væl eydnaðu ferðina til Danmarkar seinasta vikuskiftið, gera vestmenningar ikki so nógv av í venjingini hesa vikuna.
Teir hava vant í langa tíð, og eru væl fyri. Hesa vikuna hevur løtt og taktisk venjing verið á skránni, og seinasta venjingin undan dystunum verður í kvøld.
Tá dystirnir so koma fyri leygardagin og sunnudagin skulu VÍF-spælararnir verið so væl fyri, sum tað letur seg gera av amatørspælarum.
Vit hava fyrireikað okkum væl, og nú fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur einum krútsterkum útlendskum liði, sigur Ingi Olsen hjá VÍF.
Dynamo Bukarest kemur til Føroya fríggjadagin, teir spæla sínar tveir dystir, og fara so avstað aftur.
VÍF hevur fingið fleiri fyrispurningar um at spæla annan dystin í Havn, men teir hava tikið avgerð um at spæla í Vestmanna bæði leygardagin og sunnudagi, og tann avgerðin stendur við. Báðir dystirnir verða klokkan 17.00.