Toftir lá á Havnini

Sandavágur vann 4-0 á Vestmanna í fyrsta umfari í FM liðkappingini í talvi

Í vikuskiftinum varð farið undir nýggju FM kappingina í talvi fyri lið. Seks lið eru í bestu deildini, og tveir av teimum trimum ásettu dystunum vórðu telvaðir. Innanhýsis uppgerðin millum Klaksvík 1 og Klaksvík 2 varð útsett, veit heimasíðan hjá Talvsambandinum, faroechess.com, at siga.

Ásetingarnar siga, at útsettur dystur skal avgreiðast, áðrenn næsta umfar er á skránni. Úr Klaksvík frættist, at innanhýsis uppgerðin millum fyrsta og annað lið hjá KTF er sett at vera nú fríggjakvøldið klokkan 18 í Skákinum.

 

Í fjør vunnu sandavágsmenn bæði FM og steypakappingina, og Sandavágur legði sannførandi fyri í nýggju kappingini. Í grannauppgerðini ímóti vestmenningum ruddaðu sandavágsmenn borðið. Torkil Nielsen á fjórða borði saman við synunum Rógva Egilstoft Nielsen og Høgna Egilstoft Nielsen og við Carl Eli Nolsøe Samuelsen á triðja borði vunnu 4-0 á Vestmanna Talvfelag, sum var mannað við Jákupi á Rógvu Andreasen, John Jacobsen, Einari Olsen og Alfredi Olsen.

 

Havnar Telvingarfelag vitjaði á Toftum, og gestirnir noyddust suður aftur við tapi. Veteranurin Jens Christian Hansen sat á fyrsta borði hjá Tofta Talvfelag. Uppgerðin millum hann og Martin Poulsen  endaði remis. Umframt Martin Poulsen vóru Hans Kristian Simonsen, Herluf Hansen og Arnbjørn Dalsgarð á liðnum hjá havnarmonnum. Styrkistalið hjá teimum øllum var hægri enn hjá toftamonnum, sum umframt Jens Christian høvdu mannað seg við Andriasi Danielsen, Rógva Olsen og Wensili Højgaard. Út frá styrkistølunum var tað eitt sindur óvæntað, at toftamenn vunnu 2 ½ -1½.

 

Annað umfar verður nú sunnudagin 3. november klokkan 14.00. Tá sær skráin soleiðis út: Klaksvík 2-Havnin 1, Vestmanna 1 – Toftir 1 og Klaksvík 1 – Sandavágur 1.

Kappingin fevnir um tíggju umfør, og seinasta umfarið er sett at vera leygardagin 15. mars.

Mynd: faroechess.com