Havfrúgvin og Sílið hava bart um oddasessin í 5-mannaførum við dreingjum, og undan Varmakelduni í Fuglafirði leygardagin hevði Havfrúgvin vunnið tveir róðrar, meðan Sílið hevði vunnið ein. Í FM-stríðnum vóru eisini bert tvey stig, sum skiltu Havfrúnna og Sílið undan róðrinum leygardagin.
Hjálp frá bygdarmonnum
Men manningarnar úr Vestmanna vildu tað tó soleiðis, at tær settu seg á bæði fyrsta og annað plássi í kappingini á Varmakeldu. Havfrúgvin vann fyri triðju ferð á rað róðurin hjá 5-mannaførum við dreingjum, men hesaferð vóru dreingirnir á Junkarinum nummar tvey. Fyrstu tríggjar róðrarnar hava hesir róð við Jómfrúnni, sum er gamla Havfrúgvin, men á Varmakeldu høvdu teir valt at royna Junkaran, sum hoyrir heima í Kvívík.
Hetta vísti seg at vera ein góð avgerð, tí dreingirnir úr Vestmanna fingu eitt annað pláss, samstundis sum teir syrgdu fyri, at Havfrúgvin økti um munin í samlaða FM-stríðnum, soleiðis at tað nú eru seks stig á muni millum Havfrúnna og Sílið.
Sera gott
John Johannesen er bátsformaður umborð á Havfrúnni, og hann segði, at tað føldist sera gott at vinna í Fuglafirði leygardagin.
- Tað er altíð fantastiskt at vinna, men tað hjálptu nógv upp á tað, at Junkarin bleiv nummar tvey og Sílið nummar trý, tí hetta ger, at vit styrktu um okkara støðu í FM-stríðnum, sigur John.
- Tað er eisini sera gott at fáa eina hjálpandi hond frá bygdarmonnunum umborð á Junkarnum, leggur John afturat.
Hann sigur annars, at starturin var ikki tann besti á Varmakeldu, og at tað serliga var í miðróðrinum, at teir fóru frá m.a. Sílinum.
- Ja, eg haldi ikki, at starturin var so góður, men sum eg skilji á lagnum, so tóku vit á leið eina bátslongd frá Sílinum í miðróðrinum, so hetta gjørdist helst avgerandi, helt John.