væl umtóktar. Tær ganga faktiskt sum heit breyð, sigur Sunrid við einum brosi. Hon arbeiðir annars mest sum reinskerari, men tá eingin fiskur er til tað, plagar hon at luttaka í øðrum arbeiðum á virkinum [...] lagdur á, at fiskurin kemur skjótt til høldar, verður blóðgaður beinanvegin, kemur í ísvatn og verður frystur innan næstu 24 tímarnar. Tað er sum, tey beinleiðis siga tað á flakavirkinum í Norðdepli, at fiskurin [...] virkinum NORÐFRA binda arbeiðsfólkini als ikki frið: Tey hava í øllum førum úr at gera við at framleiða allar tær vørurnar, sum virkið hevur í útboði sínum til tann føroyska marknaðin. Í einum rúmi standa
fræg i Kringvarpinum, at tey duga at síggja at hetta er ein so óheppin blanding fyri óheftan tíðindaflutning, at tey siga nei og ikki lata seg keypa av eini hægri tímaløn. At eitt privat felag við einum [...] Kringvarpinum. Í bloggu sigur hann m. a., at hann vónar, at starvsfólk í Kringvarpinum fara at mótmæla, at teirra tilfar, navn og trúvirði verður nýtt til, at privatar fyritøkur og ríkar kommunur kunnu [...] um, sum gera púra greitt, at tilfar, sum tey hava framleitt til Kringvarpið í ár, ikki undir nøkrum umstøðum má brúkast sum søluagn fyri ríkum kommunum og privatum fyritøkum. Og vónandi eru onkur so fræg
Marni metir, at støðið er ymiskt. ? Tað ber væl til at siga, at nógv vánalig eru við. Fleiri eru við bara fyri at royna tað, og so verður støðið eisini har eftir. Har havi eg tann fyrimunin, at eg havi verið [...] pallin í senn at syngja fyri dómaranum. ? Fýra konufólk og eg skuldu upp at syngja, og har var tað bara eg, sum slapp víðari, sigur Jens Marni. Verri nú Nógv verður tosað um, at tað er verri at sleppa ígjøgnum [...] Jens Marni sigur, at hann hugsar ikki so nógv um at gerast tann eini, ið verður valdur út. Hann sigur, at um hugsað verður soleiðis, so ger dreymurin bara nervarnar verri. ? Ringt er at siga, hvørjar vónir
tó, sum gjaldast má fyri. Sum til dømis tað arbeiðið, sum neyðugt hevur verið at gjørt við maskinu. Men úr Nesvík verður sagt, at har hava fólk trúliga vitjað í summar og arbeitt upp á hylin. Onkur er, [...] Eitt av ítrivunum, sum legubørnini vanliga hava havt, er at fara á flot. Tvey fýramannafør standa í Nesvík, sum brúkt hava verið til at flota við legubørnunum. Men ikki øllum dámar at fara á Sundalagið [...] í Nesvík rokna tey við, at komandi summar, tá legurnar byrja aftur, verður okkurt fittligt far at flota í hylinum. Hylurin, sum nú verður gjørdur, verður at kalla bara gjørdur við sjálvbodnari arbeiðsmegi
feløg, sum hava bjóðað upp á arbeiðstøkuna. Regin Jacobsen sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvør ella hvørjir arbeiðstakarar fara at byggja lívfiskastøðina, og hann væntar ikki, at sjálvt [...] stammuni. Regin Jacobsen sigur, at granskararnir hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast at fáa ein føroyskan lívfisk, sum er mótstøðuførur móti eitt nú sjúku og lús, og sum samstundis hevur góðar eginleikar [...] n, sum sambært Bakkafrosti ætlandi skal standa liðug tíðliga í 2026. Mett hevur verið, at samlaða verkætlanin fer at kosta einar 400 miljónir krónur. Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at fýra
vísir á, at ein máti at loysa trupulleikan er at viðurkenna, at tørvurin er ómetaliga stórur á ófaklærdari arbeiðsmegi í Føroyum, og tískil er neyðugt við nýtulking av paragraffunum og ikki minst at gera tað [...] allatíðina skal brúka orku upp á at koma ígjøgnum dagin. Vit royna at gera tað hugaligari at vitja og liva í Føroyum, men sum gongdin er nú, er tað ógvuliga torført at røkka hesum máli, sigur hon. [...] tað í síðsta enda hava ta avleiðing, at vit kanska mugu steingja onkur støð permanent og siga nei til enn fleiri tiltøk. Vit brúka øll okkara netverk nógv fyri at finna starvsfólk. Vit hava havt lýsingar
í verk heima. - Tað sigst, at føroyingar kunnu vera heldur erkvisnir, og útisetar, sum loyva sær at siga sína hugsan, kunnu rokna við onkrum glepsinum fyri teirra støðu sum útisetar, tá teir leggja seg [...] Serliga um teir siga onkran sannleikan, segði Herálvur, men minti á, at summi evni høvdu helst verið tagd burtur, um ikki onkur framfýsin útiseti hevði tikið tey upp. Herálvur ivaðist tó ikki í, at stóra talið [...] aftur í onkrum, sum hon umboðar. Kjakið brúk fyri útisetum Men felags upplivingin røkkur longur enn til ólavsøkuna. Herálvur vísti á, at Føroyar eru fáment tjóð, og tí er ikki nóg mikið, at føroyingar í Føroyum
saman um málið, og ósemjan er so mikið stór, at tað ljóðar, at kanska verður nýval útskrivað. Og nýval er nakað, sum menn ræðast sum nakað av tí versta, sum hendir halda meginparturin av tingmonnum. Við [...] ferð afturat, og so er liðugt. Hetta fær meg at hugsa um støðuna í teim londum, sum hava deyðarevsing. Til dømis onkur av statunum í USA. Tað hendir seg, at rætturin avsigur deyðadóm, men hesin verður ikki [...] lagt uppskot fram um at avtaka fólksins fyrndargomlu umboðan á fyrndargamla Løgtingi okkara. Ein samtykt av hesum vil vera tað sama sum ein deyðadómur yvir nøkur demokratisk rættindi, sum allir partar av landinum
frá vágafólki. Sagt eigur at verða beinanveg, at tann, sum hevur fylgt eitt sindur við, fyrr hevði hoyrt alt, sum løgmaður hevði at siga. Har var satt at siga einki nýtt at frætta. Tað var við eitt sindur [...] einstakur tjóðveldismaður var eiisni at síggja, men teir vóru fyri tað mesta kúrrir. Bara heilt móti endanum var ein, sum fanst at, at løgmaður hevði gloymt at siga frá, hvør hevði sitið á kassanum í Albert Hall [...] flestu, sum inni vóru, keddu seg. Eitt einsamalt sambandsvalevni við eitt sindur av viðhaldsfólki, var eisini møtt á fundinum og royndi at halda seg til í vón um at vinna nakrar atkvøður. Onkur einstakur
Leitingin eftir teimum, sum yvirlivdu, heldur fram eftir stóru vatnflóðina, sum hendi fríggjadagin í nógvum regni í amerikanska statinum Texas. Millum tey saknaðu eru 11 gentur, sum vóru á summarleguni Camp [...] hóvliga ávaring um vandan fyri vatnflóð í Texas. Men veðurtænastan megnaði ikki at siga frammanundan, hvussu stór flóðaldan var, sum rakti mikukvøldið, viðgekk innanríkisráðharrin, Kristi Noem, sambært Reuters [...] samveldisdeildini, sum veðurstovan er partur av. Sambært Reuters hevur flóðaldan í Texas fingið fleiri serfrøðingar at reisa spurningin um, hvørt undirmanning var ein stuðlandi faktorur í, at veðurstovan ikki