Eitt av ítrivunum, sum legubørnini vanliga hava havt, er at fara á flot. Tvey fýramannafør standa í Nesvík, sum brúkt hava verið til at flota við legubørnunum. Men ikki øllum dámar at fara á Sundalagið, tí stutt er suður til Streym, og har rekur rættiliga hart.
Men nú verður ein hylur gjørdur uppi á landi, har rógvast kann í, soleiðis at børnini sleppa á flot, hóast tey ikki fara út á streymasjógv.
Hesin hylurin er ikki serliga stórur kortini, so tvey fýramannafør fara neyvan at verða flotað í honum.
Men í Nesvík rokna tey við, at komandi summar, tá legurnar byrja aftur, verður okkurt fittligt far at flota í hylinum.
Hylurin, sum nú verður gjørdur, verður at kalla bara gjørdur við sjálvbodnari arbeiðsmegi. Okkurt er tó, sum gjaldast má fyri. Sum til dømis tað arbeiðið, sum neyðugt hevur verið at gjørt við maskinu. Men úr Nesvík verður sagt, at har hava fólk trúliga vitjað í summar og arbeitt upp á hylin. Onkur er, sum komin er hvørt einasta vikuskifti í longri tíð til tað sama.
Annars siga tey í Leguhúsinum, at tað hevur verið rættiliga stór undirtøka til summarlegurnar í ár. Allar hava verið fullteknaðar. Ella kanska reiðiliga tað. Tey hava havt umleið 30 børn fleiri á hvørji legu ár ár enn undanfarin ár.
ej