Jens Marni sloppin gjøgnum nálareygað: ? Eg royni at hanga í

Jens Marni Hansen, sum í hesum døgum roynir seg í sendingini Pop Stars, sum TV2 skipar fyri er sloppin ígjøgnum fyrsta nálareygað. Hann er millum tey umleið 50 fyrstu, sum eru vald út til annað umfar

Fyrrverandi limurin í Kjølum og All That Rain, Jens Marni Hansen, er í hesum døgum í Keypmannahavn. Her melur hann ímillum upptøkutól hjá TV2, og er við í sendingini Pop Stars, sum gongur út uppá, at finna ein solist. Fyrsta upptøkuroyndin var mánadagin, og var Jens Marni ein av teimum útvaldu, sum varð filmaður frá einum enda í annan.
? Eg kom til Danmarkar sunnudagin, men mánamorgunin skuldi eg út aftur til Kastrup á flogvøllin, har tað so skuldi síggja út sum eg kom við flúgvaranum. Tey fylgdu so við mær frá Kastrup inn til Cirkus-bygningin har eg skuldi stilla meg í eina bíðirøð fyri at sleppa inn, greiðir Jens Marni frá.
Tá komið varð inn í Cirkus-bygningin vóru sjey og sjey tikin út, har tey fyrst skuldu inn í eitt rúm fyri seg at royna seg fyri einum fordómara. Har vóru tey vánaligastu sáldað frá áðrenn tey sluppu víðari inn til tann veruliga dómaran. Eini 50-70 vóru eftir sum sluppu inn til dómaran at vísa síni kynstur. Fimm og fimm skuldu á pallin í senn at syngja fyri dómaranum.
? Fýra konufólk og eg skuldu upp at syngja, og har var tað bara eg, sum slapp víðari, sigur Jens Marni.

Verri nú
Nógv verður tosað um, at tað er verri at sleppa ígjøgnum nálareygað nú enn tað var í undanfarnu sendingini.
? Ein av gentunum, sum skuldi upp á pallin tá eg skuldi, var eisini við í fjør. Tá slapp hon víðari ígjøgnum fyrsta umfar, men tað slapp hon ikki hesuferð, so ein kann siga, at tað er strangari hesuferð, enn seinastu ferð, sigur kollfirðingurin.
Jens Marni metir, at støðið er ymiskt.
? Tað ber væl til at siga, at nógv vánalig eru við. Fleiri eru við bara fyri at royna tað, og so verður støðið eisini har eftir. Har havi eg tann fyrimunin, at eg havi verið bæði í sjónvarpi og á palli fyrr, og tað tekur tað ringasta av nervunum vekk, greiðir fyrrverandi regnmaðurin frá.
? Sjálvandi hevði eg nervar, tá eg skuldi syngja, tí tað var jú fyri einum dómara, men mínar royndir hjálptu mær væl.
Jens Marni sigur, at hann hugsar ikki so nógv um at gerast tann eini, ið verður valdur út. Hann sigur, at um hugsað verður soleiðis, so ger dreymurin bara nervarnar verri.
? Ringt er at siga, hvørjar vónir eg havi. Tá tað kemur til sang, haldi eg, at eg eri væl fyri, men so er tað tað, hvat teir vilja hava. Um teir vilja hava eina klokkuklára rødd ella eina rødd, ið kann variera eitt sindur. Men tað veit eg so ikki, men má bara gera tað, sum er mín besta sannføring.

Keating og George Michael
TV2 hevur valt nøkur burturúr at filma, og er Jens Marni ein teirra. Eitt sindur meira verður gjørt burturúr honum, eftirsum hann er einasti føroyingur, ið er við í kappingini.
? Tey hava filmað meg nógv, men tað hugsi eg ikki so nógv um. Tey gera sær dælt av, at ein føroyingur er við, og allan mánadagin vóru upptøkutól rundan um meg.
Til fyrsta umfarið hevði Jens Marni valt at syngja Angels hjá Robbie Williams. Í morgin, hósdagin, tá hann aftur skal til eina upptøku roynd hevur hann tríggjar aðrar sangir at velja ímillum. Hesuferð væntar hann, at tað verður Lovin´ Each Day hjá Ronan Keating, ið skal standa fyri skotum.
? Teir báðir hava ikki klokkuklára rødd, men klára at sjarmera seg ígjøgnum sangin á ein annan hátt, so tað verður tað, sum eg fari at miðað ímóti. Tað, sum eg gjørdi eitt sindur býtt mánadagin var, at áðrenn eg fór inn, so hevði eg drukkið so nógv danskt vatn, har nógv kálk er í. Hetta gjørdi, at hálsurin hjá mær var alt ov turrur tá eg skuldi syngja, men tað eydnaðist mær so í øllum førum at koma heilskalaður ígjøgnum tað., greiðir Jens Marni frá.
Hinir luttakararnir vístu seg at vera ógvuliga positivt yvirraskaðir av kollfirðinginum. Hvørja ferð onkur hevði sungið, varð klappað fyri teimum, og tá Jens Marni hevði sungið fyri dómaranum vórðu lógvabrestirnir nógvir.
? Tað var ógvuliga stuttligt at hoyra, og hetta hjálpir eisini uppá sjálvsálitið, sigur Jens Marni. ? Og har havi eg, sum sagt, kanska onkur ting, sum onnur ikki hava ? royndirnar av at standa á palli.
Men hvussu nógv vit fara at hoyra víðari frá Jens Marna er ilt at siga. Hvør veit um vit yvirhøvur fara at hoyra nakað áðrenn sendingin verður víst á TV2 í heyst. Upptøkuroyndir vera í Århus hósdagin í næstu viku, og nú hósdagin skal Jens Marni aftur royna seg. Men hann sigur, at frá nú av ber ikki til hjá honum at koma við so nógvum upplýsingum, tí hetta tilfarið skal jú brúkast í sendingunum hjá TV2 í heyst.
? Eg kann verða saksøktur við fleiri milliónum um eg gevi ov nógvar upplýsingar út, so frá nú av ber ikki so væl til at koma við detaljum, sigur Jens Marni Hansen at enda í telefonini úr Keypmannahavn.