Politikkur
Fólkafloks ungdómur og løgmaður er farin undir eina rundferð í landinum, har tey bjóða fólki á fund at hoyra, hvat løgmaður hevur at siga. Eisini kunnu fólk seta honum spurningar.
Fyrsti fundurin í røðini varð hildin í Sandavági hóskvøldið. Knappliga hálvthundrað fólk mundu vera møtt í SÍF húsinum at hoyra løgmann, sum í samfullar tríggjar tímar sat einsamallur á einum palli við eini mikrofon í hondini, meðan hann fyrst tosaði sjálvur og síðan lurtaði eftir og svaraði spurningum frá vágafólki.
Sagt eigur at verða beinanveg, at tann, sum hevur fylgt eitt sindur við, fyrr hevði hoyrt alt, sum løgmaður hevði at siga. Har var satt at siga einki nýtt at frætta.
Tað var við eitt sindur av spenningi, fólk vóru møtt, tí hetta við at ferðast landið runt er nakað, vit plaga at frætta úr eitt nú USA, har teir koyra við toki og steðga her og har við tju hey og horntónleiki og øllum sirkussinum, sum tað er, afturút.
Men løgmaður hevði einki hornorkestur ella annað undirhald. Hann virkaði móður og ikki serliga væl upplagdur, har hann sat á pallinum. Minti ikki um nakran vinnara, hóast stóra veljarakanningin enn lá eitt samdøgur burtur.
Hann tosaði sum vera man um undirsjóvartunnil, Gásadalstunnil, flogvøll og friðingar í Vágahavinum, nú hann var í Vágum. Og hann bedýraði, at hann fór ikki at lova klaksvíkingum, tá hann kom norður haðar, at hann skuldi lata upp aftur í Vágahavinum, so teir fingu sett línu aftur á teimum nú friðaðu leiðunum.
Fólk spurdu eisini dúgliga, og helst vóru tað slíkir spurningar, sum høvdu svarið givið frammanundan. Tað var eyðsæð, at fleiri fólksfloksfólk settu spurningar, sum skuldu geva svar, ið váttaðu tað, tey helst vildu hoyra. Tað vil so vera.
Eisini teir vanligu spurningarnir um, hví pensiónin hjá konuni nú eisini skal lækka, tá maðurin fær krígspensión.
Og løgmaður er fólkaligur maður, so hann greiddi nágreiniliga frá. Fór heilt niður í tekniskar smálutir, so tey flestu, sum inni vóru, keddu seg.
Eitt einsamalt sambandsvalevni við eitt sindur av viðhaldsfólki, var eisini møtt á fundinum og royndi at halda seg til í vón um at vinna nakrar atkvøður. Onkur einstakur tjóðveldismaður var eiisni at síggja, men teir vóru fyri tað mesta kúrrir. Bara heilt móti endanum var ein, sum fanst at, at løgmaður hevði gloymt at siga frá, hvør hevði sitið á kassanum í Albert Hall hesi árini, løgmaður læt so væl at figgjarliga.










