Frikadellurnar ganga sum heit breyð

- Hóast eg arbeiði í fiski hvønn dag, og maðurin er sjómaður, so dámar okkum eisini sera væl tað sum vit sjálvi framleiða her á NORÐFRA, - serliga fiskafrikadellurnar, sigur Sunrid Sirdal, flakakvinna í Norðdepli

Norðdepli: Tað liggur eingin útróðrarbátur og landar, tá Snoddi kemur oman á havnarlagið í Norðdepli.

Alt andar av friði úti, men inni á virkinum NORÐFRA binda arbeiðsfólkini als ikki frið:

Tey hava í øllum førum úr at gera við at framleiða allar tær vørurnar, sum virkið hevur í útboði sínum til tann føroyska marknaðin.

Í einum rúmi standa tvær kvinnur og steikja fiskafrikadellur og í einum øðrum fýra aðrar og pakka.

- Ja, hesar frikadellurnar frá okkum eru sera væl umtóktar. Tær ganga faktiskt sum heit breyð, sigur Sunrid við einum brosi.

Hon arbeiðir annars mest sum reinskerari, men tá eingin fiskur er til tað, plagar hon at luttaka í øðrum arbeiðum á virkinum.

- Eg havi arbeitt her í trý ár. Og her er gott at vera, sigur 35 ára gamla flakakvinnan í og úr Norðdepli.


Smakkur og tilgerð

Er tað nakað sum NORÐFRA hevur lagt seg eftir, so man tað vera, at fiskurin ið kemur út frá virkinum hevur hægstu góðsku.

Dentur verður tí millum annað lagdur á, at fiskurin kemur skjótt til høldar, verður blóðgaður beinanvegin, kemur í ísvatn og verður frystur innan næstu 24 tímarnar.

Tað er sum, tey beinleiðis siga tað á flakavirkinum í Norðdepli, at fiskurin gerst ongantíð betri, enn tá hann er nýfiskaður. Tí er neyðugt við neyvari og skjótari viðgerð.

Hetta er kanska ein orsøkin til, at Sunrid og øll hini á virkinum hava merkt til eina øktan áhuga frá føroyingum fyri fiskavørum teirra. Konseptið á virkinum er, at fiskavørurnar skulu vera fjølbroyttar, skulu vera vælsmakkandi og haraftrat lættar at tilgera heima við hús.

- Ja, vit hava so altíð úr at gera, sigur Sunrid. Hinar í rúminum nikka samtykkjandi.

Hinar tríggjar eru eisini við í pakkingini av hesum frikadellunum, sum kanska longu dagin eftir enda á døgurðaborðinum í fleiri heimum kring landið.


Góð uppskrift

Millum ár og dag gerast mong ymisk fiskasløg til mangar ymiskar rættir her á NORÐFRA.

- Tað sum serliga ger, at fólki dámar okkara vørur er, at allur fiskurin er feskur og verður framleiddur beinanvegin, slær Sunrid fast.

Henda dagin í farnu viku, tá umboð fyri Sosialin vitjaðu á virkinum gekk sjón fyri søgn:

Fiskurin varð malin í eini kvørn við ymiskum góðum í, og eftir eini rættiliga serstakari uppskrift sum gevur tann góða og serliga smakkin.

Tað er helst so sum Sunrid sigur tað við brosi á kinn: - Eg havi eina eskju við okkara fiskafrikadellum heima við hús. Tá ein sjálv ikki dugir at fáa tær eins góðar sum tær her á virkinum, so má ein bara keypa tær!

Úr kvørnini fer fiskurin beinleiðis í eina stóra - og til endamálið snildisliga innrættaða - steikipannu í eina arbeiðsrúminum.

Síðani vórðu tær stoktu frikadellurnar fluttar inn í eitt pakkirúm, har Sunrid og starvsfelagar hennara Mai, Martha og Jóhanna stóðu klárar til næstu uppgávuna.


Gott arbeiði

Uppgávan hjá teimum fýra í dag var rættiliga greið: Viga frikadellurnar í tvær ymiskar nøgdir.

Í fyrra førinum verða tær vigaðar í ein posa við fimm í hvørjum, og í seinna førinum í eina eskju við umleið 35 frikadellum í hvørjari. Henda eskjan vigar um 3,5 kilo.

- Hetta er eitt gott arbeiði, sigur Sunrid, sum arbeiðir hálva tíð á virkinum.

Hon byrjar klokkan 8 og fer til hús aftur á middegi.

- Restina av degnum eri eg hjá børnunum, sigur hon við einum brosi.

Klokkan er farin at nærkast 12 og um eina lítla løtu er hesin arbeiðsdagur hennara at enda komin.