tilsamans eini 800 km. Besta vikan nakrantíð við 525 km og besti dagurin við 120 km. Fimtan menn og ein kvinna, byrjaðu hesa drúgvu og krevjandi ferð, og seks teirra kláraðu allan teinin. Pól hevði lisið á [...] greiddi eitt sindur frá drúgva túrinum og treiv í onkrar av hinum ferðum sínum. Hann hevur fyrr runnið 7 maraton upp á 6 dagar. Men henda ferðin var annarleiðis, og var neyðugt at nýta GPS´ara fyri at finna [...] matgoymslurnar. Pól var ikki lættnaður eftir ferðina. Pól setur sær altíð mál, og gerast tey størri og størri – ja, onkur tók til ørari og ørari. Tí vildu tey vita, hvat var næsta málið á skránni. Men tað vildi
Sands til ommu og abban Idu og Jóan Petur Davidsen. Hon bleiv verandi hjá teimum, hóast mamman bleiv frísk. Bjørga hevði eini góð barnaár hjá ommu og abbanum, men saknurin eftir mammu, pápa og systkjum var [...] Halldis. Sommer dámar væl at rekja um, og er ofta úti í neystinum á Argjum. Bjørga og Sommer eiga fýra børn, Ida, Jói, Róhild og Sveinbjørn. Tey eiga 12 barnabørn og eitt langommu/abbabarn. Gullbúdleypsdagin [...] var eisini til staðar. Bjørga hevur tríggjar systrar og ein beiggja, Gunnhild, Halldis, Bára og Petur. Sommer er sonur Rosu og Joen Jacob Winther úr Skopun. Hann er triðelstur av nýggju systkjum. Henrietta
afturíaftur, og eitt skifti vóru bara tvey stig á muni, áðrenn Mjølnir fór við settinum og vann 25-22. Øvugt var í fimta settinum, tá SÍ byrjaði betur og kom framum 4-1 og helt munin fram til 7-3. Men so [...] ið. Í fimta setti var sama gongdin, og SÍ var snøgt sagt betri á øllum økjum og vann bæði sannførandi og uppiborið, 15-9. Síðstu tvey settini var klassamunur á, og Mjølnir sá hvørki út til at orka ella [...] framum, og SÍ megnaði ongantíð at svara aftur, og so vann Mjølnir settið 15-13 og dystin 3-2. Frøin á klaksvíkingunum var øgilig inni á vøllinum, tí teir vóru í veruleikanum komnir sterkt aftur og fingu
tað helst bara 7 úr Javnaðarflokkinum, 6 úr Tjóðveldi og 2 úr Framsókn, sum saman við Johan Dahl fara at atkvøða fyri. 16 úr samgonguni og Kristin Michelsen úr Sjálvstýrinum atkvøða í móti og fella uppskotið [...] at málið kann fáa undirtøku og verða samtykt, hóast samgongutinglimir hava avtalað ikki at taka undir við uppskotum frá andstøðuni, um semja ikki er um tað í samgonguni. Og semja er ikki í samgonguni um [...] fyri rættindum til samkynd – og øll tingfólk hjá andstøðuflokkunum samtyktu broyttu hjúnabandslógina undir seinastu samgongu, saman við sambandstingmonnunum Edmundi Joensen og Magna Laksafoss. Hildið verðu
- Ljóð og hyggabø Ein vøkur, litrík myndabók til tey yngstu. Í bókini eru klaffar og fimm djóraljóð goyma seg undir teimum. Bókin hevur battarí, ið kann skiftast. Dawn Sirett hevur skrivað og Marna Jacobsen [...] einki at óttast fyri! Tann lítla bjørnin og tann lítli tikarin eru bestu vinir. Og tey ræðast ikki nakað, tí at tey eru so ómetaliga sterk, sterk sum ein bjørn og sterkur sum ein tikari. Í húsinum við ánna [...] skrivað og myndprýtt bókina. Anja Tell hevur týtt bókina. Bókin er 52 blaðsíður og er vælegnað til tey 3-6 ára gomlu. Skúlagátan Í Válavík floymir tað yvir við følskum pengaseðlum. Sporini føra Lassa og Maiu
fer at hava samrøðu við Sólrún Michelsen og Anniku Øyrabø um bókina. Vøkru og stuttligu myndirnar úr bókini verða sýndar fram, og høvi verður at keypa bókina og fáa hana signeraða. Kl. 13 bjóðar Føroya [...] knøttarnar og hoyr øll ljóðini, meðan tú lærir um brandbilar. Sam Taplin skrivaði, Edwars Miller myndprýddi og Silja Aldudóttir týddi úr enskum. Bókin er pappbókk við ljóði, 10 blaðsíður og væl egnað til [...] Halt ondini og kava niður í undirsjóvarstavraðið. Við stuttligum rímum møtir tú eini havmús, einum valtrarfiski, einum úlvfiski og mongum øðrum! Tað serliga stavraðið til tann djarva kavaran og snorklaran
at var kommunuvalið nú, hevði Kristiligi Fólkaflokkurin hjá forsætisráðharranum fingið millum 5,5 og 5,7 prosent av atkvøðunum. Tað er stór afturgongd, tí á seinasta valinum fekk flokkurin 9,3 prosent. [...] størsti í Noregi nú. Í aðrari kanningini fær hann 23,5 prosent og í hinari 26,3. Framburðsflokkurin er tann næststørsti við 19,8 prosentum, og á triðja plássi er Sosialistiski Vinstriflokkurin, sum fær 18 [...] læknarnir kanna, hvussu børnini doyðu, og um talan var um fimmburðar, men tær fyrstu kanningarnar bendu á, at børnini vóru á lívi, tá tey vórðu fødd. Talan er um fýra dreingir og eina gentu. Polska løgreglan leitaði
millum Sovjet og Nazitýskland ikki og tann 22. juni 1941 leyp Hitler á Sovjetsamveldið, sum soleiðis gjørdist sameint við vestanveldini. Kríggið breiddi seg til Asia og við álopi Japans tann 7. desember 1941 [...] Stórbýir vórðu lagdir í oyði, heimshøvini gjørdust vígvøllur og á landsbygd í Sovjet, í Kina og víða hvar í Europa framdu nazistisku hersetingarvøldini og teirra sameindu ein yvirgang, sum heimurin ikki áður hevði [...] spenningar og Kalda kríggið, ið vardi til Berlinmúrurin fall. Jaligu avleiðingarnar av øðrum heimsbardaga vóru fyrst og fremst, at nazisman, størsta hóttanin móti fólkaræði, humanismu og mannarættindum
somu lærugrein, sama professara og sama tíðspunkt sum tú. 7. Lestrarlívið er øgiliga skiftandi. Tað kann koma fyri at eg havi 3 royndir og 2 stórar uppgávur eina viku, og so einki tí næstu. Men hettar er [...] velja professara, hvønn dag tú vilt taka tær ávísu lærugreinarnar, og nær á degnum tað passar tær best. Eg gangi í skúla týsdag, mikudag og hósdag, tí soleiðis passar tað mær best. Tað vil siga, at sum lesandi [...] er nokk eisini vanligt í Føroyum. Eg havi gingið eitt ár í student í Føroyum, og haldi higartil ikki at hettar er meira arbeiði enn student. Men eg veit at tá eg skal byrja á universitetinum, verður hettar
Danmark seinastu árini er minkað 366 mió. krónur um árið" (Dagur og Vika). "Nú hevur Landskassin (og tað er kassin hjá tær og mær) umleið 2,7 mia. krónur í Landsbankanum." (Útvarp Føroya). Rætta talið, sambært [...] Føroya segði 1. mai, at avlopið hjá landskassanum í 2002 var 191 mió krónur, og at hetta var "40 mió. krónur meira enn mett". Í Degi og Viku sama kvøldið varð sagt, at tá fíggjarlógin fyri 2002 varð samtykt [...] Vágatunnilin og tveir triðingar av nýggja Suðuroyarskipinum eru eisini goldnir." Her er vert at leggja til merkis, at øll dømini, sum verða nevnd, eru íløgur, meðan vøksturin á fíggjarlógini er fyrst og fremst