Fyrsta mál á skránni til tingfundin týsdagin klokkan 11 er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan, sum er málið um rættin hjá samkyndum foreldrum til barsilspening.
Stórur spenningur hevur verið um málið, tí at málið kann fáa undirtøku og verða samtykt, hóast samgongutinglimir hava avtalað ikki at taka undir við uppskotum frá andstøðuni, um semja ikki er um tað í samgonguni.
Og semja er ikki í samgonguni um at geva samkyndum nøkur sum helst rættindi. Tað er beinleiðis í strið við tilverugrundarlagið hjá Miðflokkinum at geva samkyndum nøkur rættindi. Flokkurin fór til val upp á at rullla hjúnabandslógina aftur, soleiðis at fólk av sama kyni ikki skulu sleppa at giftast. Tað sama lovaðu partar av Fólkaflokkinum.
Sambandstingmaðurin Johan Dahl hevur boðað frá, at hann fer at taka undir við uppskotinum. Harvið kann uppskotið verða samtykt, tí øll andstøðan er fyri rættindum til samkynd – og øll tingfólk hjá andstøðuflokkunum samtyktu broyttu hjúnabandslógina undir seinastu samgongu, saman við sambandstingmonnunum Edmundi Joensen og Magna Laksafoss.
Hildið verðu tó, at Kristin Michelsen fer at bjarga samgonguni. Tí kann hann leggja Javnaðarflokkinum onkrar fótonglar, so gera hann tað. Og at koma samgonguni í minniluta, so hon kanska fellir, er ov stórur gloypubita at geva Javnaðarflokkinum. Tí verður mett, at Kristin Michelsen fer at atkvøðua saman við samgonguni og fella málið.
Annika Olsen, sum er tann borgarstjórin, sum hevur gift flest samkynd í Føroyum, fer helst eisini at ferða avgerandi atkvøðan í samgonguni at fella málið. Soleiðis verða tað helst bara 7 úr Javnaðarflokkinum, 6 úr Tjóðveldi og 2 úr Framsókn, sum saman við Johan Dahl fara at atkvøða fyri. 16 úr samgonguni og Kristin Michelsen úr Sjálvstýrinum atkvøða í móti og fella uppskotið.
Skuldi tað kortini hent, at málið varð samtykt, so er als ikki vist, at Miðflokkurin hevði slitið samgonguna, so sum Bill Justinussen áður hevur sagt. Miðflokkurin er sera sterkur í samgonguni, hann umsitur tvey stór málsøki, mentan og uttanríkismál. Mett verður, at Miðflokkurin ikki fer at offra tað valdið, hóast samgongan hevði verið við til at samtykt at givið samkyndum foreldrum somu rættindi í barsilsskipanin, sum hinskynd foreldur hava.
Tí í politikki ber alt til – og flokkar og persónar sleppa treyðugt valdi, teir illa kunnu hugsast at fáa aftur.
Skráin fyri tingfundin týsdagin sær annars soleiðis út:
Tingfundur
Dagsskráin, týsdagur, 09. februar 2021, kl. 11:00
1 | 2. viðgerð LM-040/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)(Rætt hjá samkyndum foreldrum til barsilspening) |
2 | 1. viðgerð LM-074/2020 - Uppskot til samtyktar um at einans Føroya fólk og Løgtingið hava avgerðarrættin um hernaðar- og trygdarmál í Føroyum |
3 | 1. viðgerð LM-075/2020 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya (Inntøkur frá ríkisveiting kunna flytast til donsku stjórnina) |
4 | 1. viðgerð LM-076/2020 - Uppskot til løgtingslóg um skiftisskipan til at gera fíggjarlóg landsins óhefta av ríkisveitingini |
5 | Framløga |
Viðmerkingar | |











